Seinasta sólarmyrking í USA fyri 2044

Umleið 31,6 milliónir fólk búgva í økjum í USA, Kanada og Mexico, har sólarmyrkingin kann síggjast.

Í dag ber til at síggja eina rættiliga sólarmyrking í Norðuramerika, eins og vit sóu í Føroyum 20. mars í 2015.

Tað skrivar amerikanska rúmdarfelagið Nasa á heimasíðuni.

Fullkomna sólarmyrkingin rakar Mexico, USA og Kanada. Í USA byrjar fullkomna sólarmyrkingini í Texas og fer ígjøgnum 13 statir, til hon heldur fram í útnyrðingspartinum av Kanada.

Ein sólarmyrking er, tá sólin, mánin og jørðin eru á einari linju, og mánin á tann hátt skuggar fyri ljósinum frá sólini til jørðina.

Fullkomnar sólarmyrkingar eru sjáldsamar. Tann seinasta í USA varí 2017, men fyri ta tíð skulu vit heilt aftur til 1979. Í Føroyum eru tær enn meira sjáldsamar. Vit høvdu eina í 2015, ta seinastu fyri ta tíð í 1954, og tann næsta verður ikki aftur fyrr enn 26. mai í 2245.

Síðani landnám hava verið sjey sólarmyrkingar í Føroyum: 

 

  • 25. mai 849
  • 7. juni 894
  • 26. juni 1424
  • 3. februar 1440
  • 30. mai 1612
  • 30. juni 1954
  • 20. mars 2015

 

Tað verður leingi at bíða eftir teimum næstu, tí tær verða ávikavist tann 26. mai í 2245 og tann 7. september 2974.

Næsta fullkomna sólarmyrking í USA verður í 2044.