Klokkan er farin av 15, og sambært tímaprognosuni hjá Veðurstovu Føroya verður ikki meira regn av týdningi í Klaksvík restina av degnum. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 12-13 stig seinnapartin [...] Um klokkan 20 verður hann um 8 m/s, um 7 m/s klokkan 22 og niður í um 5 m/s á midnátt. Almenna forsøgnin sigur eisini, at tað verður hálvskýggjað og sum frá líður bert okkurt ælið, samstundis sum vindurin [...] útlitini rættiliga góð hjá teimum, sum skulu á Summarfestival í kvøld: Skýggjað og svalligt, men fyri tað mesta turt – og minni vindur, jú longri út á kvøldið líður.
møguligt hjá áleyparunum at arbeiða meira skipað. Tí kann tað nú loysa seg hjá teimum at leypa á smærri fyritøkur, og í Føroyum og Grønlandi eru sera nógvar smáar fyritøkur, sigur hann við Ritzau. Tilbúg [...] triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki [...] ikki, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur eru meira útsettar fyri netálopum enn aðrar fyritøkur. Smærri fyritøkur eru tó vorðnar meira útsettar seinastu árini. – Tað kemst av vitlíki, sum ger tað møguligt
politikarar, myndugleikar og vit vaksnu sum heild mugu vísa í verki, at próvgrundarlag hevur týdning. Vit mugu tora at siga “eg veit ikki”, skilja millum tað, vit vita, og tað, vit halda, og broyta meining, tá [...] skulu kunna eftirkanna hana, finnast at henni og royna at vísa, at hon er skeiv. Vísindaligi arbeiðshátturin er ikki feilfríur. Men hann er júst bygdur til at finna og rætta feilir. Sunn fornuft hevur onga [...] samanhangurin eigur at fáa okkum at steðga á. PISA snýr seg ikki bara um, hvørt næmingar duga at minnast fakta. Kanningin roynir eisini at máta, um tey duga at nýta vitan, meta um upplýsingar og hugsa kritiskt
Nakrar tekniskar villur og brend skot, og so vóru tað sviar, sum vóru omaná seinastu løtuna. Okkara runnu aftaná seinastu løtuna og var tað bert óhepni og smálutir, sum gjørdi at tað ikki rakk til í minsta [...] dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum. Dysturin byrjaði við høgari leikferð, og tað komu nógv mál í báðum endum. Føroyar [...] uppá langskot. Føroyar fyri yvir til at verja 5-1 um miðjan hálvleik, og hepnaðist hetta eisini væl í mun til at steðga skotsterku sviunum. Sviar vóru tó omaná og fóru liðini til hálvleiks við 17-16 til
uttanríkisráðið sigur við Ritzau, at tað ikki hevur kunnleika til, at danskir ríkisborgarar eru millum tey saknaðu. Sambært AFP ferðaðust skriðulopið og vatnflóðin næstan 170 kilometrar gjøgnum Nepal. Tibetanski [...] trý fólk staðfest deyð. Tað upplýsa løgreglan í Nepal og kinesiskir statsmiðlar sambært tíðindastovuni AFP. Upptøkur úr einum av raktu økjunum vísa ovurstórar mongdir av vatni og runu, sum við miklari megi [...] bygningar, vegir, bussar og bilar. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum USGS rapaði ein jøkul í Himalajafjøllunum undan skriðulopinum. Tað sendi eina ógvusliga skriðu av ísi og gróti niður gjøgnum ánna
Ríkisdagnum, og samstundis eru kommunu- og regiónsval. Nýggjasta Verian-kanningin fyri svenska kringvarpið SVT vísir, at teir fýra andstøðuflokkarnir – Sosialdemokratarnir, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet [...] Verian-kanningini fáa Sosialdemokratarnir 30,5 prosent. Sverigedemokraterna og Moderaterna kappast um at vera næststørst og um leiðsluna á høgraveinginum. Ein onnur nýggj kanning, sum Novus hevur gjørt [...] Kristersson uttan sjálvir at hava ráðharrar. Men Kristersson hevur nú latið upp fyri, at Sverigedemokraterna kunnu gerast partur av einari komandi stjórn. Tað hevði verið fyrstu ferð, at flokkurin fekk beinleiðis
innfyri, og aftanfyri handara stólpa var innskifti Ragnar Samuelsen leysur, tá ið hann smekkaði bóltin í málið. 1-1 og heimamenninir vóru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna favorittsigur, og toftamenn [...] botnlið, og B36 stríðist fyri at vera við í kappingini um pláss í Europa. Tað endaði 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Undan fráferðini av Svangaskarði høvdu toftamenn ivaleyst verið nøgdir við at hava eitt [...] Skálafjørðin. Nú hava teir orsøk at vera ikki frítt vónbrotnir. Heimaliðið var greitt omaná í fyrra hálvleki, tá ið tað vóru fleiri góðar støður í B68 brotsteiginum, og onkra ferðina stórbjargaði veteranurin
Hennara sterka rødd og skapandi orka tendraði aftur gleðina hjá Filipi fyri at skapa tónleik, og soleiðis varð Alias Morera føtt. Filip og Sarah sameina ymiskar bakgrundir og tónleikastíl, og samstundis sum [...] Mortensen og Sarah Christensen eru høvuðsfólk í tónleikaverkætlanini Alias Morera. Tey skapa og framføra fangandi indiepopp, sum við íblástri frá artistum sum The 1975, The Killers, ABBA, Jim Reeves og Frank [...] sjálvum og tónleikamørkum av, eru tey eisini trúgv ímóti tí, tey standa fyri hvør sær. Alias Morera hevur útgivið tvey stakløg, og í næstum kemur nýggj EP við seks sangum. Á Summar Festivalinum fer Alias
óhappinum. Drongurin varð kortini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri at vera heilt vís í, at alt var, sum tað skuldi. [...] var komin út millum tveir parkeraðar bilar og rann út fyri ein bil. Bilurin koyrdi sera spakuliga, og bilførarin bremsaði beinanvegin, men megnaði ikki at steðga heilt, áðrenn bilurin rakti barnið. Tíbetur
Sebastian Wille. Úrslitið ber við sær, at HB misti møguleikan at taka seg nærri toppinum, nú tað endaði javnt millum tey bæði fremstu í Klaksvík. Og úrslitið ber við sær, at 07 Vestur tók seg frá teimum báðum [...] stig og er við betri málmuni enn B36 á triðja plássi, og 07 Vestur er framvegis undir strikuni. Tað er málmunurin, sum er munurin millum 07 Vestur og Skála ÍF, sum í løtuni spælir á Svangaskarði. Tað sigur [...] seg noyddar at leggja meiri fyri í strembanini eftir at fáa málið, sum skuldi til at vinna øll stigini. Tað eydnaðist ikk. Vágamenn vístu so sera góðan hugburð. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir ofraðu