oyðimarkarøkjum. Myndirnar verða millum annað brúktar til at kortleggja lendið, fylgja við umhvørvinum og kanna broytingar í viðkvomum og turrum landsløgum. [...] gjørdu 2. og 7. juli 2026. Smáu grønu økini á myndini eru spjaddur gróður og dyrkað lendi, sum verður vætað nærindis bygdum økjum. Harímillum er býurin Murzuq. Stóru sandøkini umgyrða klettaháslættar og brattar [...] Murzuq- og Ubari-sandhøvini eru stór øki við sandheyggjum í Saharaoyðimørkini í útsynningspartinum av Libya. Á nýggju fylgisveinamyndini sæst Ubari-sandhavið norðanfyri og Murzuq-sandhavið sunnanfyri.
Ígjár var tað eitt stórt vónbrot fyri landsliðsliðskiparan, Pernille Brandenborg og liðfelagarnar í CSM Bukarest at tapa hálvfinaluna í Super Cup kappingini í Rumenia. Kappingin er fyri fýra tey fremstu [...] var Bukarest á odda 19-17. Í bronsudystinum í dag mátti Pernille og liðfelagarnir aftur spæla longda leiktíð. Men hesaferð koppaði tað til CSM Bukarest, ið vann 35-34 á Valcea. Aftaná vanliga leiktíð stóð [...] móti Rapid Bukarest. Í september fer CSM Bukarest eisini fyri í Champions League kappingini, so landsliðsliðskiparin verður væl fyri til EM-endaspælið síðst í november og fyrst í desember.
sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni. Leygar- og sunnumorgnar noyðast íbúgvar og handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu dyr. Hetta er ikki tað, sum kallast ein livandi [...] boð um at steðga harða tónleikinum um náttina. Kortini hendir onki. Ólógliga virksemið sleppur at halda fram. Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað? Og larmurin [...] í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri at búgva í miðbýnum, at ein skal góðtaka ótolandi ólógligan larm, manglandi náttarfrið, piss og spýggj við húsadyr – meðan kommunan hyggur at. Tí spyrja vit
Tað endaði 2-2, tá ið tað seinnapartin var toppdystur í Klaksvík millum KÍ og NSÍ. Tað er eyðsýnt, at tað eru teir gulu og svørtu, sum fegnast um javnleikin, og at tað eru heimamenninir, sum hanga við [...] august, vera tað 122 ár síðani, at KÍ var stovnað. Leingi sá tað út til, at stóra føðingardagsgávan fór at verða heimasigur í dag og oddasessurin, men soleiðis varð tað ikki. 2-2 ber við sær, at NSÍ hevur [...] møguleikarnar, men tað var framvegis málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg. Eftir steðgin var leikgongdin tann sama, og tá var tað, at KÍ legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, og í báðum førum átti Árni
Sebastian Wille. Úrslitið ber við sær, at HB misti møguleikan at taka seg nærri toppinum, nú tað endaði javnt millum tey bæði fremstu í Klaksvík. Og úrslitið ber við sær, at 07 Vestur tók seg frá teimum báðum [...] stig og er við betri málmuni enn B36 á triðja plássi, og 07 Vestur er framvegis undir strikuni. Tað er málmunurin, sum er munurin millum 07 Vestur og Skála ÍF, sum í løtuni spælir á Svangaskarði. Tað sigur [...] seg noyddar at leggja meiri fyri í strembanini eftir at fáa málið, sum skuldi til at vinna øll stigini. Tað eydnaðist ikk. Vágamenn vístu so sera góðan hugburð. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir ofraðu
kvartett, og hesir fylgdust líka til seinasti kilometurin skuldi koyrast. Pauli rykti frá feltinum, frá Kostas Garoflos, Bergtór Thorsteinsson og Jákup Petur, og var tað har sum Gripsvegur og Hoyvíksvegur [...] spurtin móti Jákup Petur, og var tað so tætt millum teir báðar, at báðir fingu somu tíð. Aftur ein sponn á muni. Ella eitt hálvt súkkluhjól, sum onkur tók til. Pauli samlaður vinnari Tað bleiv til fýra sigrar [...] Bergtór. Tveir unglingar meldaðu til í ár. Tað vóru Benamin Crooks og Jónatan Gregersen. Ein gjøgnumførdi allar fimm etapurnar, og hin var so mikið óheppin, at hann mátti gevast í dag vegna eina punktering
fyrstu viðgerð, og trý nýggj tingmál vórðu løgd fram. Í dag verður so fjórði tingfundurin, síðani nýggja tingsetan byrjaði á ólavsøku. Á dagsskránni er bara eitt punkt: Framløga . Tað merkir, at eingi mál eru [...] bústøðum, yvirtøku av landslæknaembætinum og kynslig brotsverk løgd fram. Tey eru sostatt millum málini, sum koma til viðgerðar, tá regluliga tingarbeiðið fer av álvara í gongd aftur. Tingsetan byrjaði [...] var 3. august, tá aðalorðaskiftið um ólavsøkufrágreiðing løgmans var, og 5. august var triði fundurin. Tingfundurin í dag er settur at byrja klokkan 11. Dagsskráin hjá Løgtinginum
nýggjum olju- og gasstilfeingi. Terje Aasland sigur, at Noreg ætlar at varðveita oljuframleiðsluna og oljuútflutningin á leið á verandi stigi í minsta lagi fram til 2035. Barentshavið fer at hava ein avgerandi [...] Noreg fer at halda fram við at menna olju- og gasstilfeingið í Barentshavinum, hóast ES tekur undir við einum forboði móti nýggjum boringum í Arktis. Tað sigur norski orkumálaráðharrin, Terje Aasland, [...] norsku olju- og orkuráðstevnuni ONS. – Við geopolitiska og trygdarliga støðinum í dag, og tá hugsað verður um tilfeingisstøðuna, haldi eg, at virksemið í Barentshavinum tænir bæði norskum og evropeiskum
Føroyum”, fer at gera kanningar í Sunda kommunu týsdagin 25. august og mikudagin 26. august. Tað siga tey í Sunda kommunu í dag. Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis [...] verður, at við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað. - Kanningin tekur umleið fimm minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum. Møguleiki er at bíleggja
veit tíðindastovan, NTB, at siga. ES-nevndin sigur, at samstundis, sum Russland herðir síni álop á Ukraina, veksa vit um stuðulin, soleiðis at Ukraina kann verja sínar borgarar og sítt loftrúm. - ES stendur [...] stendur øksl móti øksl við Ukraina og fer at veita landinum tað, sum tørvur er á, sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen. [...] milliardir evrur til Ukraina. Peningurin skal brúkast til loftverju, rakettir, lóður og radarskipanir. ES-nevndin upplýsir, at hesin seinasti pakkin kemur aftrat stuðli á 16 milliardir evrur, sum áður er játtaður