Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, og í báðum førum gjørdist talan um sigrar. Árni Nóa Atlason (myndin) og Ári Olsen fingu báðir fulla spælitíð, tá lið teirra, Vendsyssel [...] Esbjerg. Harald Tangen legði Vendsyssel á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tá eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki økti tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen til 2-0. Hetta var annar [...] rað hjá Vendsyssel FF, ið er nummar seks í deildini við átta stigum. Fyri leikligu avrikini fær Ari karakterirnar: 7,7 frá Soccerstand og 7,5 frá Sofascore (av 10 møguligum). Árni Nóa fær karakterin: 7
Har slapp hann at sova rúsin av sær, og málið hevði ongar aðrar avleiðingar. Løgreglan steðgaði einum bilførara í Suðuroy, sum er undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka. Bilførarin varð [...] Løgreglan hevði eisini eina uppgávu í Havn í gjárkvøldið, har ein maður órógvaði skilhaldið. Sambært vakthavandi var maðurin so drukkin og ófantaligur, at løgreglan valdi at taka hann við á politistøðina [...] við til blóðroynd, sum nú skal staðfesta, um promillan var ov høg. Málið verður avgreitt, tá úrslitið av blóðroyndini fyriliggur.
Klokkan 19.40 í gjárkvøldið varð boðað frá eini grind út fyri Boðaes yvir við Strond í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eina lítla grind. Men framvegis verður mett, at havnarfólk [...] havnarfólk hava nóg mikið av grind aftan á stóru grindina, sum var í Havn 27. mai. Tí varð avgjørt at lata grindina sleppa. Annars hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.
kjarnorkustovninum (IAEA) hava funnið nøkur tons av kjarnufysiskum tilfari á einari støð í Sýria, sum hoyrdi til fyrrverandi Assad-stjórnina. Leiðarin í IAEA, Rafael Grossi, rósar sýrisku myndugleikunum [...] kallar støðina "... ein partur av arvinum" eftir fyrrverandi stjórn landsins. Uttanríkisráðharrin sigur, at tilfarið verður varðveitt í Sýria, men verður undir eftirliti av altjóða kjarnorkustovninum. - [...] tons av kjarnufysiskum tilfari, sum kann misbrúkast, sigur Rafael Grossi. Sambært sýriska uttanríkisráðharranum, Asaad al-Shaibani, søgdu sýrisku myndugleikarnir IAEA frá um støðina miðskeiðis í juli,
Týska løgreglan hevur sett eina kanning í verk, eftir at ein veiðimaður seinnapartin í gjár fann part av einum mannakroppi nærindis Glücksburg í Týsklandi. Umrødda skógarøkið liggur beint við markið millum [...] millum Týskland og Danmark, og mannakroppurin varð pakkaður inn í plastik, veit løgreglan í Flensburg at siga í tíðindaskrivi. - Við atliti til umstøðurnar kring tað, sum er funnið, er illgruni um, at ein [...] løgreglan aftrat. Løgreglan í Flensburg leggur aftrat, at motivið fyri brotsverkið, og hvør hin deyði er, er partur av kanningararbeiðnum hjá løgregluni. Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at umleið 40
brunasárið í friðaða økinum. Umleið 3.000 hektarar – 30 ferkilometrar – eru farnir í eldinum. Hetta er størsti skrásetti skógareldurin í Belgia og meira enn tvífalt so stórur sum ein eldur í 2011, tá nærum [...] Eldurin kyknaði fríggjadagin í High Fens-náttúrufriðlandinum í Eysturbelgia nærindis markinum til Týsklands. Copernicus hevur nú valt eina fylgisveinamynd av økinum sum dagsins mynd. Á myndini sæst týðiliga [...] markinum, og týskir myndugleikar hava eisini verið tilbúnir vegna roykin. Stórir partar av Evropa hava í summar verið raktir av nógvum hita og turki, sum hevur økt munandi um vandan fyri skógareldi.
hvussu stórar broytingar vatnflóðin elvdi til í økinum kring Betrawati og Gerkhu í Nepal. Vatnflóðin rakti norðara part av landinum 26. august. Hon kom inn í Rasuwa-landslutin úr Tibet og helt fram oman [...] Á fyrru myndini rennur áin í einari lutfalsliga smalari á gjøgnum grønar líðir. Á seinnu myndini er áarløgan vorðin munandi breiðari, og stór øki á dalbotninum eru fjald av ljósabrúnari runu og øðrum tilfari [...] nastan hjá Copernicus er sett í verk fyri at kortleggja, hvussu víða vatnflóðin rakk, og meta um skaðarnar. Kortini skulu hjálpa myndugleikunum og bjargingartænastunum í arbeiðinum á staðnum.
tvey ár tá hon fór í vøggustovu, fýra tá hon fór í barnagarð, og for eitt ár seinni enn javnaldrarnir í skúla. Katrina bardist í móðurlívi, og hon stríðist enn. - Hon er eitt lívstykkið av Guds náði. Hon er [...] tað vistu tey ikki. Av tíð at eg var komin so stutt, skuldi eg ganga so leingi sum gjørligt við barninum. Skannarin vísti at barnið var lítil, tað var mett til at vera í viku 28 í stødd, tí tað hevði fingið [...] keisaraskurði, hetta var í viku 30 í viðgongutíðini. - Tey runnu avstað við Annu, maðurin Jónhard fór við, og eg lá eftir. Dóttirin skuldi beinanvegin hava viðgerðir, og tí gekk nakað av tíð áðrenn Guðrun sá
aldið í einum nýggjum lógaruppskoti, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið. Í dag kann privata eftirlønarsamansparingin sum meginregla ikki setast í útgjald [...] ella fyritíðarpensjónin verður lækkað. Í 2026 kann ein pensjónistur hava eitt inntøkugrundarlag á 106.000 krónur um árið, áðrenn almenna pensjónin verður skerd. Av inntøku oman fyri markið verða 30 prosent [...] fyritíðarpensjón. Tey skulu kunna byrja útgjaldið, tá tey røkka aldursmarkinum fyri framskundaða pensjón – í løtuni trý ár áðrenn vanliga pensjónsaldurin. Almannaverkið skal fyrst hava játtað pensjónina, og síðani
ábyrgdina av. Málið er ein ímynd av mutri í Meksiko, har lagnan hjá flestu av teimum 43 studentunum framvegis er ókend. - Ljóðupptøkur vórðu tilætlað krógvaðar av teimum, sum sótu við valdinum í meksikanska [...] fyrrverandi guvernørur í statinum Guerrero í Meksiko er handtikin, eftir at 43 studentar í landinum hvurvu fyri árum síðan. Tað vóru myndugleikarnir í landinum, sum stóðu aftanfyri handtøkuna í dag. Sagt verður [...] og manipulerað prógv í málinum um studentarnar, sum hvurvu í 2014. Ríkisadvokaturin, Ernestina Godoy, upplýsir, at myrkaleggingin av málium var ein tilætlað handling, sum leiðslan í statinum Guerrero hevði