viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at annað ísfiskalínuskipið er til fiskiskap. Skipið er eystanfyri, har teir fáa mest av hýsu. - Ísfiskalínuskipið kemur inn at landa fyrst í aðru viku, verður lagt [...] ger sínar metingar um ráfiskanøgdir í vikuni, sum kemur, og talan er um húkaveiði, plagar marknaðurin at nevna ísfiskalínuskipini fyrst. Men, tey størru ísfiskalínuskipini eru bara tvey í tali, harav annað [...] Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður ikki tann besti í næstu viku, og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi. - So, vit
til kvantu teldur, kvantu samskifti og til at gera neyv mátingartól. Hesar skipanir verða ofta bygdar við linsum, speglum og øðrum stórum hjálpartólum. Fyri at kunna byggja enn størri skipanir kann mann [...] chips. Hesar keldur vóru bæði meira einfaldar, enn tað, sum hevur verið gjørt higartil, samstundis sum at ljósið var væl meira klemt. Tobias Gehring, lektari á DTU Physics, hevur verið høvuðsvegleiðari í ph [...] Alexander Huck, lektari á DTU Physics, leiðir verjuna. Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum ber til at lesa ein samandrátt - trýst HER .
B68. Hann setti punktum við at skora hattrik móti NSÍ í seinasta umfarinum og tryggja toftamonnum eitt ár í Betri deildini afturat. Nú verður 17 ára gamli áleyparin aftur at finna í HB. Hann og felagið [...] sáttmála, sum merkir at áleyparin nú skal finna seg til rættis undir strongu krøvunum hjá Adolfo Sormani. U19-landsliðsáleyparin hevur í vetur verið og royndarvant í Verona, og helst er vónin at menna seg á sama
aftur eftir at hava búð uttanlands. Í Íslandi er tað munandi minni partur. Tað er íslendska hagstovan, sum hevur gjørt hagtøl um búfestið hjá ættarliðum í Íslandi, soleiðis at nú ber til at samanbera føroyska [...] er tað batnað í Íslandi Tað er stórur munur á, hvussu nógv í Føroyum og í Íslandi fara uttanlands at búgva í ungdómsárunum Í Føroyum eru tað umleið 40 prosent í hvørjum árgangi, sum búgva uttanlands í
Í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2025 er ásett, at 6.500 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2025. Hetta skrivar fisk [...] Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum. Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn. Umsóknarfreistin [...] fiskurin verður virkaður í landi eisini. Verður fiskað til matna og ídnað á sama túri/túrum, er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu, latin til matna, kann
føroyskum og altjóða granskarum at leggja fram nýggjastu vitanina um børn og ung, tá tað snýr seg um rørslu, ítrótt og trivnað. Eisini fara stovnsleiðarar at greiða frá arbeiðinum at fáa meira rørslu inn í g [...] gerandisdagin, og íðkarar at greiða frá síni persónligu ítróttaleið. Harumframt verða framløgur um møguleikar við nýggju høllina Við Tjarnir, og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð til gransking
stilburðir skrásettir í Føroyum, hetta er sami títtleiki sum í 2021. Tá ið hugt verður at prevalensinum sæst, at við ársenda 2022 vóru 3.965 fólk, ávikavist 1.772 menn og 2.192 kvinnur í Føroyum, sum livdu [...] Endamálið er, at hagtøl um krabbamein eru tøk fyri almenninginum í Føroyum. Frágreiðingin vendir sær til fakfólk innan heilsuøkið, granskarar, myndugleikar, politikarar og leikfólk, ið hava áhuga fyri [...] tíðarskeiðið hevur prevalensurin bæði hjá kvinnum og monnum víst eina støðuga hækking, og tað merkir, at fleiri føroyingar liva við krabbameini. Frágreiðingin um krabbameinstilburðir í Føroyum 2013-2022 kann
veit í dag at siga, at tey hava fingið eina skrivliga viðmerking frá Grønlands Politi um vitjanina, og løgreglan er fáorðað. Tey siga seg síggja Trump-ferðalagið sum eina privata vitjan, og at løgreglan [...] møgulig átøk í hesum sambandi. Grønlands Politi vil annars einki ítøkiligt siga um, hvussu tey fara at fyrihalda sær til Trump-vitjanina. - Í samband við eina og hvørja vitjan - antin hon er privat ella
Bloody Beetroots, Cher og Ludovico Einaudi. Vit eru bæði errin og takksom, at tað hevur eyðnast okkum, at fáa Gretu Svabo heim at framføra fyri okkum á G! 2025. Vanliga avdúka vit hvønn týsdag eitt navn [...] práta vit bert um føroysk nøvn og avdúka hvønn dag í vikuni enn eitt frálíkt føroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo og nógv onnur. G! verður dagarnar
ætlan íalt 5 læknar útbúnir sum serlæknar í almennum medisini. Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar. [...] Landssjúkrahúsið skrivar, at tær hava tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har tær hava verið í ymiskum læknaviðtalum. Brynhild Hanusardóttir Reinert hevur [...] somuleiðis verið á Odense Universitetssjúkrahúsi, har hon arbeiddi á barnadeildini í 6 mánaðar, hetta tí at tað ikki var rúm í útbúgvingarskipanini á Landssjúkrahúsinum í hesum tíðarskeiði. Í Føroyum er útbúgving