hjá monnum vann HM-bronsu í 2025, og KÍ gjørdist í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsfelagið í einum evropeiskum bólkaspæli. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku [...] úrslitini. Men føroyska úrvalsskipanin hevur eisini veikleikar. Fyrisitingarliga orkan í fleiri sersambondum er avmarkað, og heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið er í fleiri ítróttagreinum ov lítið til [...] úrvalsítróttin. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut, IDAN, hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya. Greiningin kemur
øðrvísi, og tað hevur tað verið allan vegin ígjøgnum. Hon var tvey ár tá hon fór í vøggustovu, fýra tá hon fór í barnagarð, og for eitt ár seinni enn javnaldrarnir í skúla. Katrina bardist í móðurlívi, og [...] vera í viku 28 í stødd, tí tað hevði fingið ov lítla føðslu. Tveir dagar eftir at hon var komin á ríkissjúkrahúsið versnaði støðan, og Guðrun átti dóttrina við keisaraskurði, hetta var í viku 30 í viðg [...] seg til at vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða fólk um ikki at koma ov nær, og ikki røra við. Merkti einki lív í búkinum Í 2015 var Johanna Lindenskov Joensen
verður, at tangaskipið sendi út eina neyðávaring um maritima radio, sum segði, at ein bátur var á veg móti teimum. - Sjóránaravirksemið út fyri Somalia náddi hæddina í 2011 við fleiri hundrað álopum á [...] á skip á siglingarleiðini. NTB veit at siga, at eftir nøkrum árum við nøkulunda friði, hevur sjóránaravirksemið í økinum nú tikið seg uppaftur. [...] Bretska eftirlitsfelagið UKMTO hevur fingið eini boð um, at vápnað fólk hava tikið seg umborð á eitt tangaskip. Fólkini hava tikið ræðið á skipinum, sum er á leiðini út fyri Jemen, og hava broytt sigl
Tíðindaskriv, Fróðskaparsetur Føroya: Hvat merkir tað í veruleikanum, at ein universitetsútbúgving hevur góða góðsku? Tað snýr seg sjálvandi um góða undirvísing og fakliga sterkt umhvørvi. Men góðska snýr [...] – europeiskur standardur Góðskuarbeiðið á Setrinum tekur støði í teimum meginreglum og standardum, sum eru galdandi fyri hægri útbúgving í European Higher Education Area (EHEA). Ein týðandi felags karmur [...] millum universitet og útbúgvingarskipanir í Europa. Álitið merkir eisini, at ein góðskuskipan, sum fylgir europeiska leistinum, styrkir flytførið hjá okkara lesandi í Føroyum, soleiðis at tað er lættari at
undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin sæst aftur í gransking og menning [...] hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd [...] fremur nýskapan í einum av sjey økjum. Tað kann vera nýskapan av vøru, tænastu, arbeiðsgongdum, fremja ella keypa gransking og menning, menna eina nýskapan lidna sum tó ikki er tikin í brúk ella komin
avbjóðingar. Fundurin í ár verður hildin á Høvelte-herstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum verða umboðað. Heini í Skorini, professari í stjórnmálafrøði [...] danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum. – [...] m, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða hoyrd í málum um verju, trygd og
Russland hevur lopið á býin við ballistiskum rakettum. Álop hava verið í trimum býarøkjum. Bæði vinnubygningar og íbúðarbygningar eru raktir, og eldur er í fleiri bygningum. Bjargingarlið eru send á staðið [...] og seks eru særd í einum russiskum rakettálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv náttina til hósdag. Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar sambært Reuters. Vitali Klitschko, borgarstjóri í Kyiv, sigur, at Russland [...] undirstøðukervi. Hon sigur, at Russland fer at halda fram við krígnum, sum russisku myndugleikarnir kalla eina »serliga hernaðaraðgerð«. Upplýsingarnar frá teimum krígsførandi pørtunum kunnu ikki váttast óheftar
síðan seinastu uppgerðina. Í 2013 var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta gøtan í Føroyum. Síðan hevur nógva íbúðarbyggingin á Karlamagnusarbreyt flutt fremsta plássið longur niðan í Hoyvík. [...] at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð 82 prosent av [...] seinastu árini. Í uppgerðini við árslok 2023 búðu 467 fólk í gøtuni. Eitt ár seinni var talið komið upp á 550. Tað er ein vøkstur á 83 fólk ella sløk 18 prosent eftir einum ári. Fólkaríkasta gøtan í Føroyum hevur
hann dettur út av eggini … Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni [...] Bókadeildin skrivar, at bókin verður løgd fram 27. august klokkan 19 í Reinsarínum í Havn. Beinir Bergsson fer at práta við høvundin og myndprýðaran um bókina, marrur og ævintýraheimar, at skriva og myndprýða [...] ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka. Um bókina Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast
Tørvurin á fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikum á Eiði hevur verið sjónligur í eina tíð. Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi, og frá teimum, sum longu búgva her, men ynskja [...] týdningarmikið íkast til bústaðarútboðið í kommununi. Fleiri nýggir bústaðir kunnu eisini hava eina positiva ávirkan á verandi bústaðarmarknað. Royndir frá eldri íbúðarbygging í økinum vísa, at bæði yngri og eldri [...] eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu búgva í kommununi, flyta úr einum størri sethúsi í ein minni og nýggjari bústað, kann tað samstundis hava við sær, at fleiri sethús koma út á marknaðin.