teir, kanna (granska) teir og troyta teir. Tað ræður um vilja, dirvi, kunning, royndir og so eisini trúgv og síðani pengar. Nettupp hetta við pengum er kanska tað torførasta, og tí mugu vit til at seta [...] at hann eisini kom mentanini til góðar. Mentan og vinna eiga og skulu fylgjast at, tí tey eru eitt og tað sama í samfelagsmmenningini, sum bæði verslig og andalig. Sjálvandi skulu vit førleikamenna okkum [...] til at seta í gongd, til at granska og til at fullføra! Hetta eigur at vera eitt tað mesta umráðandi málið, sum bæði almenn og privat í Føroyum eiga at arbeiða við og hugsa um. Tí avgjørdi veruleikin er
um hugburð og hugflog, um treysti og vilja, um at tora at bróta upp úr nýggjum. Privatu fyritøkurnar megna hetta ikki einsamallar. Her er tað sera umráðandi, at tað almenna vil spæla við og ikki sparir [...] Samtíðis mæla bæði politikarar, búskaparfrøðingar og fiskifrøðingar til at minka um partar av fiskiflotanum. Stjórin á Fiskirannsóknarsstovuni ávarar so staðiliga og vísir á, at vit eru við at koyra okkum út av [...] gongdar vinnuleiðir. Og her er Bitland samtakið eitt av svarunum. Felagsskapurin roynir at birta lív í nýggjar vinnur her á landi. Samvit er enn ein íbirtari. Stovnurin roynir at samskipa og menna ferðavinnuna
ikki fór at sita hendur í favn, meðan kreppan vant uppá seg. Síðan, tá næsti brotasjógvurin kom og størsti banki í USA, Lehmann Brothers, kom í trupulleikar, varð ikki rætt hond frá síðu og bankin fór á húsagang [...] gjár við tað, at Maru samtakið kom í trupulleikar og fráboðað er, at skipini fara undir hamaran 12. november í ár. Hetta er ein skelkur og ein sorgarleikur og kann í versta føri enda við, at eini tvey til [...] Húsagangurin hevur tikið vinnufyritøkur og fíggingarstovnar í hundraðtali við sær í fallinum. Avleiðingarnar kenna vit: vinnuloysi, stórir sosialir trupulleikar og uppaftur fleir búskapartrupulleikar. Men
samgonga, ið nú tekur yvir, hevur avmarkað rásarúm. ABC má tó royna at sýna størri dynamikk, hugflog, broytingarvilja og atgerðarevni enn seinast. Hetta fer, við broyttu fortreytunum í huga, at seta sera stór [...] Hinvegin kemst ikki uttanum, at hesir sjey mánaðirnir við CHE samgonguni hava verið órógvaðir av nógvum og djúpum ósemjum. Men hesar ósemjur hava meira verið innanflokka enn samstarvsflokkana millum. Her var [...] skrivaðu fyrr í vikuni, so var samgonguskjalið hjá CHE samgonguni eyðkent av nýhugsan á mongum økjum og hetta var eitt stig til vinstru í føroyskum politikki. Men henda samgonga hevði eisini sínar andsagnir
leggja soleiðis til rættis, at kvotur og dagar verða alment seld, og at vinningurin av tí selda fer í kassan hjá teimum, sum eiga, og tað eru skattgjaldararnir og føroyingar allir. Um greiða ikki verður [...] hvussu tað kann fyribyrgjast, at fiskidagarnir og fiskikvoturnar, sum eru ogn Føroya fólks, fara á fremmandar hendur. Møguleikin fyri hesum økist hvønn dag, og umvegis strámenn sigst hetta longu vera veruleiki [...] viðvíkjandi fiskidøgunum og kvotunum verða normaliserað, og tað er eitt ódnartak. Tað er alneyðugt at byrja rætt, um endin skal verða góður. Landið eigur prinsipiella rættin til kvotur og dagar. Loyvishavararnir
fiskaprísir og vánaligur fiskiskapur merktu samfelagið so meint, at dreymurin um eina oljuvinnu gjørdist klárvakin. Síðani hava náttúran og gerandisdagurin verið okkum til vildar og skapt høgan livifót og arbeiði [...] oljuvinnu, greitt, at longu vónirnar til eina slíka vinnu bera broytingar og avbjóðingar við sær. Hvussu og ikki so er skilagott og rætt at fáa eitt orðaskifti - ein dialog um hesi viðurskifti nú. Kanska [...] fólk eru besøgin og leggja fram víttgangandi sjónarmið. Politikarar eiga at hava breiðan rygg og venda kritikki til nakað skilagott. Hvør einstakur av okkum hevur nakað gott uppá hjarta, og tað er hetta vit
er til dømis við Hoyvíkshaganum og øðrum hagum á Streymoynni? Tað kann væl vera, at fólk nú eru greið yvir, at kongsjørðin ikki skal kunna seljast til byggispekulatión og annað, men hvussu verður um 10 [...] spæl at gjara landsins ognir út á fáar hendur til undirprís, tað ið eftir er av hesum valskeiðnum. Vónandi er gamla alliansan á vinstravonginum millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin ikki burtur med alla [...] 10 ? 15 ár? Tá er vandi fyri, at menn fara at rópa upp um privatan ognarrætt, og hava púra gloymt, at teir hava móttikið skattgjaldarans ogn nøkur ár frammanundan til ein bíligan penga. Tað hevur man mangan
Her rakar málgagnið hjá Tjóðveldisflokkinum í plett. Og avdúkar bæði egnan og floksins hugburð og holdning til nettupp tey ungu, sjúku og veiku og tey gomlu. Teir pengar, sum flokkarnir, eisini Tjóðve [...] skulu hava heimsins besta skúla, tey sjúku og veiku, ið skulu hava eitt betri heilsu- og almannaverk, tey gomlu, ið skulu hava hægri pensión og betri umstøður og tey skapandi listafólkini, ið skulu hava [...] aftur her eins og við fullveldistøkuni hjá Tjóðveldisflokkinum eftir síðsta val, fer flokkurin at sanna, at fólkið fer at venda sær ímóti hesum stuldri av fólksins ognum. Tær hendur og tey høvd, sum skapa
óggávu, soleiðis at tað fer at bera til at keypa vín og øl í vanligum matvøruhandlum. Hann sigur sum satt er, at føroyskur ungdómur er so búgvin og væl skikkaður, at ein eigur at líta ungdóminum til at [...] Verandi skipan virkar sum reint formyndarí og ger fólkið ómyndugt. Vit kunnu ikki annað enn geva hvalvíkspresi rætt. Hetta, at ein skal í Rúsina fyri at fáa hendur á teimum veikaru sløgunum er í roynd veru [...] skipan. Eingin skipan varðar í ævir og einhvør skipan hevur gott av at verða endurmett. Nú er tíðin sambært hvalvíkspresti komin at endurskoða rúsdrekaskipanina og í hesum, um ikki í øðrum, eru vit samd
skattakrónur. Tað skal ikki nógv hugflog til samstundis at staðfesta, at politisk og fíggjarlig vælvild fylgir ikki øllum hesum skilagóðu ætlanum og tilmælum. Hetta er mikið spell, og vit kunnu bert vóna, at vend [...] dyggan almennan og privatan stuðul, so tey kunnu fara út í heim at vísa, hvat vit hava at bjóða og fáa avbjóðingar og mennast. Vit eiga eitt stórt mentanarligt tilfeingi í okkara listafólkum, og vit eiga øll [...] økinum sunnan fyri miðlahusið… Virðing fyri mentan og list Mentan og list eru tætt bundin at Ólavsøkuni, og hátíðin er eyðkend av eini røð av mentanarligum og listaligum tiltøkum. Ítróttin er kanska ein tann