ið vit børn drógu við heim til mammu og tín, ikki minst unnusta mín. Tú spurdi hann: Ert tú góður við Judith? Og tá hann svaraði játtandi, segði tú: Passa mær væl upp á hana. Tú vart góður við okkum; [...] saman har, mundu skrædnað. Eisini á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst, tað er hon, viljin til at gera mun, til at vera nakað fyri onnur, ið lá tær fremst í huga. Tú spardi teg
at Hans Jørgensen úr Miðvági var farin, 81 ára gamal. Hans var javnaðarmaður alt lívið. Hann plagdi sjálvur at siga frá, at fólkapensjónin, sum kom í 1958, hevði stóra ávirkan á hann. Tá var Hans bara [...] gjørdist hann sjálvur virkin í politikki. Í oktober 1965 var Hans við, tá Sosialistiska Ungmannafelagið varð stovnað í Havn. Hann var tá 20 ára gamal og arbeiddi á skrivstovuni á Bacalao. Hans varð valdur [...] Atla og meg,“ segði Hans, tá hann nógv ár seinni fortaldi um tíðina sum skrivari. Í 2000 tók Hans aftur við sum skrivari hjá Javnaðarflokkinum. Hesa ferð í fulltíðarstarvi, har hann umframt at vera skrivari
venjarin leggur afturat, at hann kennir lítið og einki til grønlendska liðið, men væntar, at tær eru kropsliga væl fyri og væl skipaðar – serliga í verjupartinum. – Tað er torført at finna nakað av tilfari [...] Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin U19-hópurin er savnaður. Vit hava úttikið 20 spælarar, og væntandi koma allar á vøllin. Tó hava vit ikki sent boð [...] grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska eisini eitt sindur av einari nýggjari byrjan, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá
bálið? Spurningurin er tí ikki bara, um olja finst í føroysku undirgrundini, ella um vit kunnu vinna pening burtur úr henni. Spurningurin er, um tað – við teirri vitan, vit hava í dag – er rætt at taka oljuna [...] noyðast inn á eitt hotell fyri at fáa køling, er hitin ikki longur bara eitt samrøðuevni. Tað, sum fyrr varð roknað sum nakrir heilt óvanliga heitir dagar, er í fleiri evropeiskum stórbýum við at gerast [...] veðurlagið, er Arktis tað landaøkið í heiminum, sum hitnar skjótast. Tað gongur sjón fyri søgn, at havísurin hvørvur og landísurin í t.d. Grønlandi bráðnar við vaksandi ferð. Men Evropa er ikki langt aftanfyri
Brekkufeðgarnir - Hans Petur í Brekkunum og Bastian í Brekkunum - hava enn einaferð savnað sjey fantastiskar groovandi funky tónleikarar, ið heiðra íslendska superbólkinum. GG! Hetta kvøldið er eitt gott kvøld [...] kvøld at spæla tónleikaløgreglufólk. Fagnaðarbólkur Hans Petur í Brekkunum, tenorsax Bastian Fossá í Brekkunum, bass Jákup Tórgarð, keyboard Ari Johannesen, guitar Rógvi á Rógvu, trummur James Goodwin, slagverk
skrivar AFA, at leiðslan tekur undir við arbeiðinum, sum er gjørt seinastu tíggju árini. Afinningarnar móti Gianni Infantino tóku dik á seg, eftir at hann legði fram eitt uppskot um at selja ein part av rættindunum [...] Hóast uppskotið seinni varð tikið aftur, heldur UEFA fast um, at álitið á Infantino er farið. Støðan í altjóða fótbólti er nú býtt. UEFA og Concacaf ynskja nýggja leiðslu í Fifa, meðan CAF í Afrika og Conmebol
amerikanskar statir og øki í einum máli um sosialar miðlar og bundinskap millum børn og ung. Semjan er gjørd við tilsamans 52 løgmálaráðharrar úr amerikonskum statum, sjálvstýrandi økjum og høvuðsstaðarøkinum [...] danskar krónur. Semjan skal tó góðkennast av rættinum, áðrenn hon kann koma í gildi. Kalifornia, sum er fólkaríkasti staturin í USA, fær sambært Reuters 2,2 milliardir dollarar. Ákært fyri at gera børn bundin [...] tilvitað at hava ment Facebook og Instagram soleiðis, at børn og ung gerast bundin at pallunum. Felagið er eisini ákært fyri at savna inn persónsupplýsingar um børnini. Meta noktar seg sekan og viðgongur heldur
Talið av fólki í arbeiði er vaksið við umleið 1,2 milliónum, meðan arbeiðsloysið er komið niður um seks prosent. Eisini talið av óregluligum tilflytarum, sum koma til Italia, er minkað munandi. Í 2023 vóru [...] hon fram um aðru stjórnina hjá Silvio Berlusconi, sum sat í 1.412 dagar. Metið er serliga merkisvert í einum landi, sum er kent fyri politiskan óstøðugleika og skiftandi stjórnir. Italia hevur havt 68 stjórnir [...] n, ið samanlagt hevur sitið longst. Hann var stjórnarleiðari í fýra umførum og sat tilsamans í umleið níggju ár. Tær longst sitandi stjórnirnar síðan 1943 Meloni er nú fremst við 1.413 døgum. Síðani koma
milliónir krónur. Men uppskotið hjá landsstýrinum varð samtykt, og peningurin er brúktur. Ein hækking av ferðastuðlinum er tí nú ein nýggj útreiðsla, sum kemur afturat teimum 20 milliónunum, staðfestir [...] tekur undir við uppskotinum Sirið Stenberg er einasti limurin í Fíggjarnevndini, sum mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Hon vísir á, at mvg-frítøkan nú er farin úr gildi, og at bensin og diesel [...] bensini 13,33 krónur. Nú kostar hann 14,56 krónur. Sambært Sirið Stenberg raka høgu bensinprísirnir serliga tey, sum koyra langt til arbeiðis. Hækkaði ferðastuðulin er tí meira málrættaður enn mvg-frítøkan
Minnilutin: Kunnu skjótt verða uppi aftur Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur minniluti og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Hann vísir á, at upp ímóti 350 bátar hava verið virknir í bólki 5 [...] millum 350 bátar eru bert 2,14 dagar í part. Tí kann væl henda, sigur hann, at eisini teir 750 eyka dagarnir eru brúktir, áðrenn september er farin. Minnilutin heldur eisini, at tað verður torført at nokta øðrum [...] Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur í minniluta og ávarar um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda. Vinnunevndin hevur nú skrivað álit í uppskotinum um 750 serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri