truplari at manna eldraøkið. Okkara meting er tó ikki, at áhugin at arbeiða innan eldraøkið er minkaður. Tað eru bara ikki nóg nógv arbeiðsfólk. Harumframt er røktartyngdin alsamt vaksandi. Hetta átak er ætlað [...] Tað eru fleiri orsøkir til hetta átak. Ein orsøk er, at demografisku avbjóðingarnar við, at tað lutfalsliga fækkast við fólkum í arbeiðsførum aldri í mun til vaksandi talið av eldri borgarum, ger tað alsamt [...] til sjálvboðið arbeiði er við at hoyra um hetta frá øðrum. Tí er neyðugt at byrja einastaðni fyri at gera royndir, sum onnur so kunnu frætta um. Tí verður í hesum sambandi heitt á fólk í nærumhvørvinum saman
javnstøðuna Vinnuhúsið er eisini ivasamt um ætlanina at gera tað møguligt at vera í barsli í upp til tvey ár við lægri útgjaldi og at goyma nakrar barsilsvikur til seinni. Felagið heldur, at hetta kann gerast [...] longri enn higartil. Samstundis er arbeiðsloysið metlágt, og tí heldur Vinnuhúsið tað ikki vera skilagott at leingja barsilstíðina. Tað fær tó jaliga umrøðu, at samgongan ætlar at hækka mánaðarliga hámarkið [...] Vinnuhúsið fegnast um ætlanina at gera mótrokningina hjá pensjónistum lagaligari, so tað loysir seg betur at arbeiða eftir pensjónsaldur. Felagið heldur kortini, at tørvur er á einari samlaðari nýskipan,
landsrættin. Týsdagin avgjørdi landsrætturin, at grundarlag ikki var fyri at halda manninum aftur, og tí er hann nú leyslatin. Løgreglan heldur fram við at kanna málið, men vil í løtuni ikki veita fleiri [...] sambandi við, at ein 29 ára gomul kvinna doyði í Maniitsoq sunnudagin. Tað upplýsir løgreglan í Grønlandi í tíðindaskrivi. Maðurin varð mánadagin førdur fyri dómaran í økisrættinum, sum avgjørdi, at hann skuldi [...] eitt illgrunasamt andlát. Henda orðingin verður brúkt, tá ikki ber til beinanvegin at útiloka, at eitt brotsverk kann vera framt. Løgreglan hevur ikki upplýst aldurin á manninum ella, um hann og kvinnan kendust
spælipláss. Tað er gleðiligt, at felagsskapir vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og [...] vælferðarsamfelag, har grundleggjandi meginreglan er, at tað almenna tryggjar øllum børnum góða og ókeypis skúlagongd. Tað eigur sjálvandi eisini at vera galdandi fyri børnini á Skúlanum á Trøðni, sigur [...] til uttandura spælipláss. – Tað er bæði flott og gleðiligt, at felagsskapir vilja rætta Skúlanum á Trøðni eina hjálpandi hond. Men vit mugu eisini spyrja, hví tað er neyðugt. Skúlin skal hava eina játtan
i Spastikarafelagið. Tað arbeiðir fyri fólk við CP, sum er stytting fyri Cerebral Paresa. – Brekið er heilaskaði, men tað er ymiskt, hvussu fólk er rakt.Summi sita í koyristóli og fáa tosað við hjálpartóli [...] vit at fáa bæði fakfólk, politikarar og almenningin at vera við. Millum annað kundu vit hugsað okkum at fingið ein lækna at greitt nærri frá CP, og hvussu vit á besta hátt fáa hjálpt teimum, ið eru rakt [...] tó kann tað vera darvandi, sigur forkvinnan í felagnum, Katrin Dagbjartsdóttir, ið sigur felagið arbeiða við einum størri CP-degi, ið skal vera í mai næsta ár. – Um fíggjarlig orka verður til tað, ætla vit
røkk støkk dystinum móti Kroatia Zagreb. Tað eydnaðist Viking at vinna heimadystin 3-1, og harvið ein samlaðan 5-3 sigur. Talan er um søguskriving, tí hetta er fyrstu ferð Viking vinnur seg til deildarspælið [...] Hetta er tað besta árið nakrantíð hjá norskum fótbólti. Í summar gjørdist Noreg nummar fimm í HM-endaspælinum í fótbólti, og nú hava tvey norsk lið megna at vinna seg í deildarspælið í Champions League [...] deildarspælið í heimsins fremstu kapping fyri felagslið. Viking og Bodø/Glimt vera einastu norðurlendsku umboðini í deildarspælinum í Champions League. Viking FK-Dinamo Zagreb 3-1 (1-1) - Viking vinnur samantalt
gerast einvegis Ætlanin hevur eina røð av uppskotum til at broyta ferðsluna í bygdini. Undir Reynum verður skotið upp at gera einvegis omaneftir. Tað skal millum annað gera leiðina millum Sands skúla og [...] førum mettar at kosta millum 50.000 og 75.000 krónur. Størri umbyggingin Í Koytu verður tó mett at kosta umleið 500.000 krónur. Endalig ætlan við ógreiðum endamáli Ferðslutrygdarætlanin er dagfest 17. juni [...] 2025 og verður nevnd ein endalig ætlan. Kortini er ikki ásett, nær einstøku tiltøkini skulu fremjast. Fleiri uppskot hava heldur onga kostnaðarmeting. Tað er millum annað galdandi fyri ljósætlanina og samlaðu
nei-síðuna er minkaður seinastu vikurnar. Fiskivinnan stóra stríðsmálið Fiskivinnan verður mett at vera eitt tað torførasta málið í møguligum samráðingum. Tey, sum eru ímóti, stúra fyri, at Ísland skal [...] tjóðskaparligan týdning. Ja-síðan vísir hinvegin á, at ein atkvøða fyri samráðingum ikki er tað sama sum ein atkvøða fyri limaskapi. Endamálið er fyrst at fáa greiðu á, hvørjar treytir Ísland kann fáa. S [...] nei Nýggjasta kanningin hjá Maskína vísir, at 51,3 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, ætla at atkvøða ja. 48,7 prosent ætla at atkvøða nei. Munurin er sostatt bara 2,6 prosentstig. Umleið áttanda
ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt tyrlur til at leita eftir fólki, sum kunnu vera á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður [...] Í dag er talið av deyðum komið upp á 165. Nepal hevur boðað frá 162 deyðum, meðan kinesisku myndugleikarnir hava upplýst, at trý fólk eru deyð. Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer [...] fer at hækka. – Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og væntandi verða fleiri lík funnin, sigur talsmaðurin Abi Narayan Kafle við Reuters. Næstan 600 útlendingar eru millum tey 826
koyrandi Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at tað er sera átrokandi at fáa eina nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Verandi skipan er so gomul, at tað er trupult at finna kt-fólk, sum kenna hana og kunnu [...] aráðnum frá, at neyðugt er at tillaga bæði fíggjar- og tíðarætlanina. Ætlanin er nú at hækka játtanina við 2,5 milliónum krónum og leingja freistina til 1. januar 2028. Gomul og trupul at halda koyrandi [...] Hóast fíggjarnevndin hevur atfinningar at gongdini, heldur nevndin, at tað er rætt at gera arbeiðið liðugt. Tí mæla allir sjey limirnir í nevndini Løgtinginum til at samtykkja eykajáttanina og longdu tí