vorðin alsamt meira talgild, men skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey Foss á Lesisentrinum [...] sum annars kundi verið brúkt til at skilja sjálvan tekstin. Pappírið vann eisini uttan internet Í kanningini varð eisini roynt at lata næmingarnar lesa talgilt uttan atgongd til internetið. Men eisini tá [...] í Noregi. Hann hevur valt at raðfesta vanligu læribókina í undirvísingini. – Læribókin leggur upp til góðar samrøður, eitt róligt tempo og reflektión í tímunum, sigur hann. Næmingarnir lesa eisini upp
støði í mun til sama tíðarskeið árið frammanundan. Hetta sæst aftur í minni rentuinntøkum. Tó eru ikki framdar eins stórar íløgur í høvuðsbygningin í fyrra hálvári 2026, og er tað við til at betra um [...] gjørdar niðurskrivingar eru afturførdar. Harumframt eru avskrivingar av bygningum á lægri støði í mun til árið frammanundan. Nevnd og leiðsla eru nøgd við gongdina í fyrra hálvári 2026. Virksemi Virksemi [...] sparikassans er støðugt vaksandi. Útlánsvøksturin fyrra hálvár var 71 mió. kr., ið svarar til 3,0 %. Útlánini vóru tilsamans 2.420 mió. kr. Innlánini øktust við 122 mió. kr. upp í tilsamans 3.104 mió.
náttúruni har norðuri. Ókeypis bussar koyra eisini úr Klaksvík til Viðareiðis regluliga gjøgnum dagin og náttina, og náttarbussur verður eisini suður til Havnar eftir festivalin. Veðurvánirnar økja um áhugan Veðrið [...] gleða seg nú til at taka ímóti festivalgestum úr øllum landinum. Við undir 400 atgongumerkjum eftir er boðskapurin frá fyriskiparunum greiður: - Ætlar tú tær á Norð Festival í ár, er helst ikki ráðiligt at [...] Festival á Viðareiði hevur verið metstórur, og nú eru færri enn 400 atgongumerki eftir. Tað er tí als ikki óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður spælt leygardagin. Tað er í
hevur skipið vitjað Grundarfjørð, Akureyri, Ísafjørð og Seyðisfjørð, áðrenn leiðin gekk til Havnar. Norwegian Star er ikki einsamalt ferðamannaskip á Havnini í dag. Le Lapérouse kom klokkan sjey í morgun og [...] Norwegian Star kom á Havnina klokkan í morgun og liggur við bryggju til klokkan 20.30 í kvøld. Tor Shipping er umboð hjá skipinum í Føroyum. Norwegian Star er eitt av teimum størri ferðamannaskipunum, [...] Tann seinasta, sum í løtuni stendur á skránni, er World Voyager, sum kemur 23. september. ##med2## Til samanberingar vóru eisini 47 ferðamannaskipavitjanir í Havn í fjør. Tá komu umleið 19.500 ferðafólk
fyrrapartin til sorgargudstænastu fyri Harald kong. Dómkirkjan í Asker, í útsynning úr Oslo, var á tremur við fólki. Umleið 500 fólk, sum høvdu staðið í bíðirøð uttan fyri kirkjuna, sluppu ikki inn til gudstænastuna [...] fríggjamorgunin, í hinum tíggju dómkirkjunum í landinum. Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, var til sorgargudstænastuna í Oslo dómkirkju saman við stortingsformanninum, Masud Gharahkhani, og øðrum umboðum [...] fólkaalskaða kong, segði dómprósturin í innganginum. Longu tíðliga um morgunin vóru nógv fólk komin til kirkjurnar kring landið í vónini um at fáa eitt pláss á kirkjubeinkinum. Norskir miðlar greiddu frá
2030, um ikki borað verður eftir nýggjum olju- og gasstilfeingi. Terje Aasland sigur, at Noreg ætlar at varðveita oljuframleiðsluna og oljuútflutningin á leið á verandi stigi í minsta lagi fram til 2035. [...] samstundis dent á, at Noreg hevur rætt til at menna tilfeingið í Barentshavinum, eisini um ES er ímóti. – Vit fara at menna hesi økini. Síðan verður tað upp til ES, um tey vilja seta eitt fyribils bann [...] . Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, er Noreg vorðið størsti veitarin av jarðgassi til Evropa. Landið nøktar umleið 30 prosent av gasstørvinum hjá ES og Bretlandi. Í 2025 var norska gas
Ásgeir Erlendsson við mbl.is. Hann vísir eisini aftur, at Sjóverjan ikki svaraði umbønini frá Bandero. Sambært honum bað skipið ikki um loyvi at sigla inn í íslendskt sjóøki, men um loyvi at leggja at [...] Skipið Bandero, sum hoyrir til Captain Paul Watson Foundation, fekk fyrr í vikuni noktað loyvi at koma í havn í Faxaflóa í Íslandi. Tað skrivar mbl.is. Sambært Ásgeiri Erlendssyni, upplýsingaleiðara hjá [...] støði í einari váðameting, sum embætið hjá ríkisløgreglustjóranum hevði gjørt. – Hóast skip hava rætt til friðarliga ferð innan fyri íslendska sjómarkið, er torført at halda uppá, at ferðin hjá hesum skipinum
Íslandi til Havnar Evrima fór úr Reykjavík 18. august á einari tíggju daga ferð, sum eftir Ísland gongur til Føroya, Hetlands og Skotlands og endar í London. Sambært ferðaætlanini kom Evrima til Havnar [...] um Evrima hjá Ritz-Carlton Yacht Collection, sum nú liggur við bryggju á molanum í Havn. Vit hava ikki fingið váttað, um Oscar-vinnandi sjónleikarin Nicole Kidman framvegis er umborð, men hon hevur seinastu
og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki bert hesir tímarnir, sum skulu gera fyritøkurnar [...] styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Tað upplýsir TDC Erhverv, sum skipar fyri átakinum saman við millum øðrum [...] royna KT-skipanir sínar við einum pallsettum netálopi. John Henriksen, stjóri í TDC Erhverv, metir ikki, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur eru meira útsettar fyri netálopum enn aðrar fyritøkur. Smærri
avvápning og ikki ein avvápning fyri sjón skyld, segði hann. 15 punkta ætlanin varð løgd fram síðst í juli og hevur fingið undirtøku frá Hamas. Sambært ætlanini skal Hamas lata vápn síni til ein palestinskan