er 56 ára gomul og ættað úr Svøríki og Týsklandi. Hon byrjaði sum lektari á Fróðskaparsetri Føroya í august 2023 og arbeiðir í løtuni sum granskingarleiðari á Náttúruvísindadeildini og útbúgvingarleiðari [...] fýra ymiskum kontinentum og hevur bygt upp eitt víðfevnt altjóða netverk. Síðan hon kom á Fróðskaparsetrið, hevur hon havt ein týðandi leiklut í at byggja upp og menna granskingar- og starvsstovuundirstøðukervið [...] Darmstadt í Týsklandi frá 1999 og gjørdist í 2006 Dr. Tech. í alisfrøði á Tekniska Universitetinum í Helsinki, sum nú eitur Aalto University. Karin Habermehl-Cwirzen hevur meira enn 20 ára royndir frá leiðandi
Nepal og Tibet eftir ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt tyrlur til at leita eftir fólki, sum kunnu vera á lívi, og til [...] uppaftur, og væntandi verða fleiri lík funnin, sigur talsmaðurin Abi Narayan Kafle við Reuters. Næstan 600 útlendingar eru millum tey 826 fólkini, sum eru saknað í Nepal, upplýsa løgreglan og ferðavinn [...] í landinum. Tey saknaðu ferðafólkini koma úr meira enn 20 londum. Teirra millum eru 177 úr India, 63 úr USA, 34 úr Avstralia, 33 úr Bretlandi og 25 úr Kanada. Í Gyirong-økinum í Tibet eru 558 fólk saknað
sleppa børn og vaksin at hitta næmingar og lærarar frá skúlanum og royna gamalt handverk, endurnýtslu og matgerð við minni matoyðsli. Í heyst verða fýra almenn tiltøk í Danmark, Finnlandi, Føroyum og Álandi [...] gar- og mentanarstovnar. Navnið Rótin sipar til tað, sum gevur føði, kjølfesti og vøkstur. Vónin er, at virðini og vitanin, sum næmingarnir fáa, festa røtur og verða borin víðari út í familjur og loka [...] 2026. Felags fyri tey tilnevndu er, at tey geva børnum og ungum vitan, førleikar og møguleika at taka lut í arbeiðinum fyri náttúru, veðurlag og eina burðardyggari framtíð. Føroyska tiltakið verður í
var á heimferð úr Kina. Eldurin varð sløktur eftir lítlari løtu, og eingin av teimum 23 monnunum umborð fekk skaða. Skipið var tá umleið 20 fjórðingar út fyri Taiwan. Skipanes fer nú inn á skipasmiðju í [...] halda fram ferðini og fara undir sigling. Hendingin kemur bert góðari viku eftir, at Smyril Line fekk Skipanes handað frá CIMC Raffles-skipasmiðjuni í Yantai. Skipið varð handað 25. august og fór síðani undir [...] størri umvælingararbeiði mátti gerast, og Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line, segði tá, at arbeiðið kundi seinka skipinum fleiri mánaðir. Akranes og Skipanes eru tvey nýggj Ro-Ro farmaskip
nøkur neyst upp í Hósvík, og her verður kaffi-neyst, pylsu-neyst og øl-neyst. Frá klokkan 18 og úteftir verða fleiri ymisk tiltøk í Hósvík. Her verður útimøti, tónleikaframførslur, og klokkan 23 fer Guttormur [...] ovastevna í Nólsoy og Ljósfest í Vági, og hetta verða ikki seinastu summartiltøkini í ár. Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði, Eplafestivalur á Sandi, og Heystfagnaður á [...] Jákupsstovu, sum fer at seta tiltakið. Tiltakið verður sett á Eiði klokkan 11.45, og eftir setanina loysa fyrst árabátar klokkan 12 og síðan aðrir bátar klokkan 12.30. Viðhvørt er tað ein avbjóðing at sigla undir
odda 2-1, svaraði heimaliðið aftur, og so endaði tað 2-2. EB/Streymur er botnlið við 8 stigum, og TB er á fimta plássi við 26 stigum. Um eina viku fær TB vitjan av NSÍ, og um eina viku fær EB/Streymur vitjan [...] javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki, og soleiðis var støðan eisini, tá ið vanliga leiktíðin. Tá ið stóripinnur hevði verið einaferð eyka runt, skoraði TB, og so sá tað út til, at gestirnir fóru at hava [...] Gundadali ímóti B36, og nú hevur hann skorað sjey mál í ár. Fyri einari viku síðani var tað Nikolei Johannesen, sum skoraði 4-3 sigursmálið í Gundadali. Tað var fyrsta málið hjá honum í ár, og tað sá út til,
ættarlið og ein gamlan dreym um føroyskt whisky, sum í fleiri áratíggju ikki kundi gerast veruleiki. Vit hitta Anniku Waag og hoyra, hvussu gomul siðvenja og nýhugsan kunnu ganga hond í hond – og hví framtíðin [...] skalt menna nýggjar vørur og finna nýggjar marknaðir? Í høvuðssøguni í Sosialinum hesaferð fylgja vit Føroya Bjór frá fyrstu ølbryggingini hjá Símuni í Vági til nútímans bryggjaríið og distillaríið í Klaksvík [...] er vorðin eitt av kendastu føroysku búmerkjunum, men aftan fyri hann er ein søga um familju, dirvi og eina fyritøku, sum ferð eftir ferð hevur lagað seg eftir broyttum tíðum. Í dag er fjórða ættarliðið
staðnum og ikki løgregluskrásett óhapp. Eingi samanberilig tøl Tíggju ferðsluteljingar og ferðmátingar vórðu gjørdar í oktober 2024. Tær vísa bæði ferðslunøgd og ferð á fimm kommunalum vegum og fimm landsvegum [...] Meginskúlan og skal út á landsvegin. Sensorar kunnu skráseta bilin og tendra skeltið. Ferðin verður sostatt bert sett niður, tá ið tørvur er á tí. Kostnaðurin verður mettur til millum 20.000 og 200.000 krónur [...] Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum eru bæði fleiri bilar og meira ferð á vegunum enn áður. Serliga verður víst á landsvegin millum Sand og Meginskúlan. Fólk, sum dagliga ferðast á leiðini, hava greitt
Kammerkoor úr Estlandi vitjar í Føroyum næstu dagarnar og fer at halda konsertir í Føroyum. Fríggjakvøldið 7. august klokkan 20 verður konsert í Vesturkirkjuni, og sunnukvøldið 9. august klokkan 19 verður konsert [...] verið sera virkið og hevur havt nógvar sera góðar framførslur. Kórið hevur framført nógvan ymiskan tónleik - alt frá Jólaoratorium hjá Bach og estlendskum klassikarum til Chess hjá ABBA og Snjódrotningin [...] luttikið í Song Battle-kappingini í estiskum sjónvarpi og hevur verið á konsertferðum í Týsklandi, Russlandi, Svøríki, Georgia, Danmark og Eysturríki, og nú er túrurin komin til Føroyar. Sagt verður um kórið
gestirnir av Vágseiði ongan iva vera. FC Suðuroy vann 3-0, og tað var merkisvert á tann hátt, at FC Suðuroy var undirmannað í 70 minuttir, og at FC Suðuroy í seinna hálvleiki misnýtti brotsspark. Málið [...] odda, og so var tað, at FC Suðuroy varð undirmannað, tá ið Olaf Godtfred eftir 18 minuttir sá beinleiðis reytt kort. Hóast gestirnir vóru undirmannaðir, so høvdu teir fleiri royndir ímóti málinum og hornaspørk [...] hornaspørk. Tíggju minuttir undan steðginum økti FC Suðuroy um munin til 2-0. Mattias Dahl Djurhuus var málskjútti, og tað var liðformaðurin Pætur Augustinussen, sum átti uppleggið. Eitt stórt korter eftir