um í semju millum samgonguna og Sambandsflokkin. – Vit fara ikki at taka undir við at spola hesi tingini aftur, staðfestir Helgi Abrahamsen. Ferðavinnulógin hevur í fleiri ár verið eitt stríðsmál í føroyskum [...] ferðavinnulógina. Í ískoytinum til ólavsøkurøðuna verður boðað frá, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Samstundis verður nevnt, at burðardygdargjaldið skal takast av, og at bøndur [...] broyta ferðavinnulógina. – Hetta er ikki avtalað í samgonguskjalinum, og so vítt eg veit, hevur málið hvørki verið fyri landsstýrið ella verið viðgjørt í samgonguni, sigur hann. Hann vísir á, at ferðavinnulógin
Føðideildin hevur verið staðsett í A-bygninginum, sum lat upp í 1924 – tá nevnt Dronning Alexandrines Hospital – og fer nú at húsast í nýggjum umstøðum á H2. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga [...] lívið. Starvsfólk nevna eisini týdningin av at arbeiða í hølum, sum eru lagað til tørvin hjá bæði starvsfólki og barnakonunum. Nýggju hølini eru ein partur av miðvísa arbeiðinum hjá Landssjúkrahúsinum [...] vanga á facebook. Seingjardeildin flytur nú í nýggjar føðistovur og einastovur, í rúmligari hølir við nýggjari tøkni og umhvørvi. Við hesum hava vit bestu møguleikarnar at bjóða okkara smæstu vælkomin og
hevur høvuðssæti í Havn og luttekur í olju- og gassverkætlanum saman við altjóða samstarvsfeløgum. Felagið hevur dótturfeløg og skrivstovu í Bretlandi og er skrásett á Nasdaq-børsinum í Keypmannahavn. [...] Atlantic Petroleum hevði 2,9 milliónir krónur í halli eftir skatt í øðrum ársfjórðingi í ár. Rakstrarhallið var 2,7 milliónir krónur, meðan umsitingarútreiðslurnar vóru 800.000 krónur. Úrslitið svarar [...] á 0,78 krónur fyri hvørt partabræv. Við endan av ársfjórðinginum var eginognin negativ við 119,6 milliónum krónum. Fyrra hálvár hevur serliga verið merkt av arbeiðinum at fáa skuldina hjá felagnum umskipaða
vatn komið í brunnarnar. Tá farið varð niðan í hagan at kanna orsøkina, vísti tað seg sambært Frihedsbrevet, at ventilar á samlibrunnunum vóru opnaðir. Vatnið rann tí ikki oman í bygdina, men fór í staðin [...] haganum í Skálavík. Kommunan vil hava vatnið inn í kommunalu vatnskipanina, meðan tey, sum varða av haganum, hava hildið fast um ræðisrættin á vatninum. Málið hevur eisini verið viðgjørt politiskt og av my [...] Borgarstjórin setur hendingina í samband við drúgva stríðið um vatnrættindini í Skálavík. – Hetta sær púra greitt út sum, at herferðin móti Skálavíkar kommunu, sum hevur verið bæði í løgtinginum fleiri ferðir
maðurin eru virkin í felagsarbeiðinum. – HB hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur av okkara gerandisdegi [...] sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu gera tað enn betur, sigur hon. Umframt at skapa trivnað í HB-húsinum skal hon seta seg inn í umsitingararbeiðið hjá [...] heimasíðuna hjá HB. Sanna Vitalis hevur verið nógv í og kring HB-húsið sum mamma, stuðul, hjálparvenjari og trivnaðarsamskipari. Nú fer hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum leikluti. – Eg vil vera við til
persónur varð klokkan 17 í gjár steðgaður av løgregluni í Havn, tí illgruni var um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður av rúsevnum. Persónurin varð skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Men hann fekk
kann leika í. Hugskotið er, at fólk kunnu sita í íbúðunum og eygleiða brimið, tá tað stendur í grasið í Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini. - [...] hetta er galdandi fyri tey bæði. Tá vit vitjaðu í Skálavík ein dagin í seinnu hálvu av juli, og kafé’in hevði fult hús, stóð Birita uppi í einari lyft og málaði uttandura. Hesa løtu stóð lyftin næstan á tr [...] at tá elementini verða sett upp einaferð í heyst, er framvegis stórarbeiði eftir at gera. - Eins og í fyrru byggingini, verða tað í størst møguliga mun veitarar í Sandoynni, sum fara at gera verkætlanina
og baklinjur. Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at arbeiðið er gjørt av áleggingartoymi frá Føroya Møblasølu, EM-Asfalt, Voyt, Form, BE-smíð og sjálvbodnum úr ÍF. - Arbeiðið er samskipað av kommununi saman [...] august varð nýggi graslíkisvøllurin frá Føroya Møblasølu sýnaður av FSF og avhendaður til Fuglafjarðar kommunu. Graslíkisvøllurin hevur fyllu av sandi og korki. - Aftrat nýggja teppinum, eru ymiskar ábøtur
sigur seg kunna skjalprógva í minsta lagi 26 avrættingar í fyrra hálvári í ár, sum hava við mótmælistiltøkini í Iran at gera. - Men, vit stúra fyri, at talið av avrættingum í hesum sambandi er nógv størri [...] Talið av avrættingum í Iran er økt eftir mótmælistiltøkini í vetur, og nógvar av ákærunum byggja á veikt grundarlag, sigur Amnesty International. Felagsskapurin veit eisini at siga, at Iran hevur brúkt [...] brúkt eina sonevnda "spionasjulóg" í rættarmálum móti mótmælisfólki. - Síðan mótmælistiltøkini í Iran í desember og januar hevur iranska stjórnin í størri og størri mun brúkt avrætting sum sekt móti mótmælisfólki
er størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent í árunum, 2018 til [...] svarar til stívliga 15 milliónir í okkara peningi. NRK veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til sakarmálið. [...] Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi. Økokrim í Noregi