býráðslimur í Havn heldur um hetta, og tí havi eg kravt tað fyri býráðið, sigur Kári Johansen, býráðslimur í Havn, sum seinasta valskeiðið hevur verið formaður í SEV stýrinnum, men sum fer frá á fundinum í morgin [...] nógv uppi í arbeiðinum. Hann vísir á, at Havnin og SEV eiga til dømis hvør sína helvt at Fjarhitafelagnum – og at tað er ein afturvendandi spurningur á aðalfundinum hjá SEV, hví SEV skal eiga í einum fj [...] ́rum og nevndarformanninum í SEV hava arbeitt við framtíðar bygnaðinum í SEV. Sambært skránni fyri býráðsfundin í Havn í dag, so er hetta gjørt við støði í einum ynski um at knýta felagið tættari
ynsktu at halda fram og vórðu einmalt afturvaldir. Símun tók ikki við afturvali og takkaði fyri seg í nevndini á hesum sinni. Viðtøkurnar hjá HB siga, at starvsnevndin skal mannast við 5-8 fólkum, og avgjørt [...] tóku eisini við afturvali. Beint eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis: ▪️ Ransin N. Djurhuus, formaður ▪️ Lars Müller, næstformaður ▪️ Finn Jensen, kassameistari ▪️ Niclas Joensen, skrivari ▪️ Anna
Sev skrivar, at eftir at hava samskift í eina tíð um eina loysn fyri gagnnýtslu av vindorku, sum er til avlops í elskipanini, eru Sev og Elveitingareftirlitið komin ásamt um at gera eina skipan, sum væntandi [...] væntandi verður klár at seta í verk í mai 2025. Tá vindmyllurnar til tíðir framleiða meira elorku enn eftirspurningur er eftir í elskipanini, fer avlopið fyri skeytið. Avlopsel er við øðrum orðum tann parturin [...] Ein fyritreyt fyri at luttaka í nýggju skipanini er, at móttakarin er íbundin háspenningsnetið (10, 20 ella 60kV), og veitingin verður stýrd beinleiðis úr kontrollrúmi hjá Sev. Harumframt er tað ein fyritreyt
2019: Kom aftur í politikk og royndi at verða valdur til formann í CDU. * 2019-2021: Næstforseti í Búskaparráðnum hjá CDU. 2022: Valdur til formann í CDU á landsstigi og formaður í CDU/CSU í Samveldisdegnum [...] 2000-2002: Formaður fyri CDU/CSU í Samveldisdegnum. * 2002-2004: Næstformaður í CDU/CSU í Samveldisdegnum * 00-árini: Merz tapti kappingina um formanssessin í CDU fyri Angelu Merkel fyrst í 00-árunum. [...] limur í CDU sum 17 ára gamal. * 1985-1986: Arbeiddi sum dómari eftir lokna útbúgving. * 1986-1989: Arbeiddi sum løgfrøðingur. * 1989-1994: Valdur í Evropatingið. * 1998-2000: Næstformaður í CDU/CSU í Sam
skilja samanhangin í uppskotinum er neyðugt at greiða frá, hvat §154b í skattalógini hevur at gera í hesum. Tað er okkara greiða fatan, at henda lógargrein í skattalógini hevur ikki pláss í hesum málinum, [...] skattað sum A-inntøka í Føroyum. Eftir at greinin varð avtikin í 2024, eru vit aftur í støðuni frá áðrenn 2012, har upphæddin verður tví- ella trýskattað. Frítøka fyri heilsutrygdargjald Í januar 2013 kom ein [...] omanfyri heimligu lógina. Eftir at avgerðin í kærunevndini var tikin, hendi sera lítið. Heilsutrygd stakk høvdið í sandin og lætst ikki um vón. Ikki fyrr enn í juli í 2020, tá Heilsutrygd og Taks hvørki høvdu
vóru í Varpinum í Klaksvík í mai. Tá spældu teir lagið “Komið Øll Við”. Eisini spældu teir á SummarFestivalinum í sambandi við barnatiltakið. ##med2## Dreingirnir elska tað Hvat siga dreingirnir í Anua [...] ungdómshús, og í ár var fyrsta árið, at ungdómshús í Føroyum hava verið bjóðað við. Festivalurin kallast “Ungdomsringens Musikfestival 2025” og er í roynd og veru tann størsti av sínum slag í Europa, og tey [...] Anua í framtíðini. Anua er ein tónleikabólkur við fýra dreingjum úr Klaksvík, sum allir eru 12 ára gamlir. Og teir eru knasandi evnaríkir og hava longu fleiri royndir, bæði á palli, í miðlunum og í studio
rúgvuni kann nevnast, at hann arbeiddi í Kongliga grønlendska handlinum árini 1963-69, hann var arbeiðsformaður á Bacalao árini 1972-73, hann var formaður í Føroyingahavnini í Grønlandi árini 1974-1979, og so [...] á odda í arbeiðslívinum, so var hann fram um alt ein góður familjumaður, og tað merktu vit í nærmastu familjuni í gerandisdegnum. Tað byrjaði alt á Hvarvinum, har Jens og Ragnfríð settu búgv í 1970. Har [...] Sofus. Nú er bara tann yngsti, Sofus, eftir. Barnaflokkurin í Norðistovu var stórur og lívligur. Hetta fingu vit í familjuni serliga gott innlit í seinastu árini, tí Jensi dámdi so sera væl at fáa langabbabørnini
elframleiðslu úr vindorku í juli 2024, og tá ið freistin at søkja var úti 15. januar 2025, vóru komnar inn umsóknir frá fýra umsøkjarum: - Vindorka (undir stovnan) v/Jóhan í Niðristovu v.fl. - Orkufelagið [...] Vindfelag hjá SEV - Felag undir stovnan v/Effo Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera innkomnu umsóknirnar og hevur tikið avgerð um at veita loyvi til Vindorku, hetta er felag undir stovnan, v/Jóhan í Niðristovu [...] v.fl. við byrjunar prísinum 26,97 oyru/kWt. Hendan ætlan er eitt týðandi stig at koma nærri málinum í almenna orku- og veðurlagspolitikkinum um at gera Føroyar meira leysar av olju og harvið at kunna minka
hóast væntanir við ársbyrjan í fjør vóru eitt hall á knappar 300.000 kr. Høvuðsorsøkin til hetta betraða úrslitið var, at tiltøkini, sum felagið hevur fyriskipað og luttikið í, hava skapt størri fíggjarligan [...] Joensen legði fram formansfrágreiðingina og greiddi frá gongdini í felagnum. Hann legði dent á frálíka úrslitið hjá bæði kvinnunum og monnunum í 2024, um týdningin av ungdómsarbeiðinum og framtíðar menning [...] setan av høvuðsungdómsvenjaranum. “Kjarnin í einum felagskapi sum okkara er sjálvbodna arbeiðið, eldsálirnar og stuðlarnir. Hetta eru fortreytir, sum vit hava góðar í NSÍ-felagskapinum - takk skulu tit øll
heldur ikki í hesi tingsetuni. Tað hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna, gjørt greitt. Hon segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at uppskotið fer nústani til hoyringar. Tað merkir, at tað í fyrsta lagi [...] atkvøddu nú ímóti størsta átakinum á grønu leiðini í nýggjari tíð. Og nú sita tey og bíða eftir eini veðurlagslóg, sum skuldi koma í farnu tingsetu og aftur í hesi tingsetuni, men sum framvegis ikki er komin [...] Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at síggja yvirlit yvir orkurenslið í Føroyum. Sambært tí brúktu vit føroyingar í 2023 tað sum svarar til 3.925 GWt (gigawatt tímar) av orku. Tá eru skip, bilar