tíðindini at frætta frá undanfarna samdøgri. - Ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og ein varð tikin fyri ikki at brúka trygdarbelti. Løgreglan sigur, at blóðroynd er tikin av [...] ávirkaður, og hon verður avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt. - Í gjár ringdu fólk eisini til løgregluna at boða frá, at sera hált var í rundkoyringini í Rókini í Saltnesi. Vaktleiðarin sigur, at talan [...] fingu eisini eina fráboðan um, at onkur koyrdi á prutli á einari gongugøtu, har prutl ikki hoyra heima. Nummarplátan segði løgregluni, hvør átti prutlið, so tað var skjótt, at tey funnu eigaran. - Sonurin
Anju Magnussen í starv sum ferðavinnumennari. Hon hevði sín fyrsta starvsdag hjá Visit Vágar týsdagin 7. mai. Anja er 28 ára gomul og er ættað úr Sørvági. Hon hevur eina bachelor í samskifti og talgildum [...] nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra. Her koma fakligu førleikarnir og starvsroyndirnar hjá Anju til sín rætt og við hennara hollari vitan í burðardygd ætlar hon at leggja dent á at menna ferðavinnu [...] umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar
nýggi ríkisleiðarin so, at hon fór at »respektera grundlógina og lógirnar og vildi verja fullveldið hjá Makedonia, landafrøðiliga rættvísið og óheftnið«. – Eg geri greitt, at eg fari at verja forsetaembæti [...] forsetin í Norðurmakedona í dag varð innsett, eftir at flokkur hennara hevði tryggjar sær valsigur, valdi hon eftir øllum at døma tilvitað ikki at brúka nýggja navnið hjá landinum. Tað skrivar tíðindastovan [...] navn til Norðurmakedonia fyri at loysa eitt politiskt stríð við Grikkaland. Flokkurin hjá Gordana Siljanovska-Davkova, tjóðskaparligi VMRO-DPMNE, var ímóti avtaluni og noktaði at viðurkenna nýggja navnið.
sum er leiðari í hópinum hjá Joost Klein. Tað skrivar hollendska sjónvarpsstøðin, RTL. Eisini hollendska public service støðin NOS skrivar í dag, at Joost Klein ikki fer heim við hópinum. Ikki er greitt [...] blaðnum De Gelderlandar upplýst, at Klein hevur fingið loyvi at fara av landinum sum ætlað. Svenska Aftonbladet hevur tosað við svensku løgregluna, sum upplýsir, at kanningin av málinum nú verður latin [...] gjørdi Joost eina hóttandi rørslu móti eini upptøkukvinnu, tí hon filmaði hann, sjálvt um hann hevði biðið hana latið vera. Avrotros segði síðani, at vrakanin var »ósamsvarandi« og hevur latið EBU eitt mótmæli
løgregluni. Hon hevur eisini fyrr í vikuni tikið lut í líknandi mótmælistiltøkum í Malmö, har ársins Eurovision var, skrivar norska tíðindastovan NTB. Mótmælistiltøk vóru í gjár í Malmö ímóti, at Ísrael luttók [...] atfinningar ímóti at Ísrael luttekur, hevur ófriður verið kring luttakaran úr Hollandi, Joost Klein. European Broadcasting Union (EBU) upplýsti í einum boðum á heimasíðuni í gjár, at hann varð tveittur [...] Kleein, varð hann filmaður, beint eftir at hann var farin av pallinum eftir framførsluna hóskvøldið. Tað hendi, sjálvt um Klein fleiri ferðir hevði latið tey skilt, at hann ikki vildi filmast. – Hetta varð
Sveis við sanginum »The Code«, vann við 591 atkvøðum ársins Eurovision í finaluni í Malmø. Tað er greitt, eftir at allar atkvøðurnar eru taldar. – Eg vil bara siga túsund takk, segði Eurovision vinnarin við [...] og stór mótmæli fór Eden Golan á pallin undir bæði fagnaði og brølum, og hon endaði á einum fimtaplássi. ##med4## ##med5## Hon hevði áðrenn finaluna tikið eitt lop upp á listunum hjá veddingarfyritøkunum [...] Hvítarussland ikki sleppa. European Boradcasting Union (EBU), sum skipar fyri Eurovision, hevur sagt, at talan er um eina kapping millum public servic veitarar og ikki stjórnir. /ritzau/ ##med8## ##med9## ##med10##
offur fyri tí í hesi støðuni, er ikki at tosa um seksualitet. At tosa um at virða samkynd og ikki happa, er ikki at tosa um sex. Tá tað verður sagt, at børn eru ov ung at hoyra um og skilja LGBT+-evni [...] Í leikinum er ongin forelskaður og ongin mussast, tað er bara ein samkynd kengura, sum verður happað og útihýst, tí hon er samkynd, og ein maður, sum er fyri fordómum, tí at honum dámar at pynta seg – [...] undirmett. Tað er als ikki trupult hjá børnum at skilja – tað eru tað óteljandi dømi um í samfelagnum. Tað er heldur ikki skaðiligt hjá børnum at læra um samkynd, tí at mann gerst ikki samkynd/ur av at hoyra um
sagt, at ein »hending« verður kannað í sambandi við hann. Løgreglan vil ikki vátta fyri Aftonbladet, um tað er Joost Klein, sum er mistonktur fyri hóttanir. Við Ekstra Bladet upplýsir løgreglan, at tað hevur [...] . – Maðurin er avhoyrdur av løgregluni, men er ikki afturhildin, upplýsir svenska løgreglan fyri Ekstra Bladet. Tann, ið hevur meldað, er starvsfólk hjá Eurovision. Aftonbladet skilir, at European Broadcasting [...] greinin varð skrivað fyri løtu síðani, var endaliga avgerðin ikki tikin. Men tað er hon nú. Joost Klein sleppur ikki at luttaka í Eurovision í kvøld. Hollendski luttakarin í Eurovision luttók ikki til
- Konan eigur tveir bilar, ein Skoda Kodiaq, sum er sera væl egnaður til at koyra við børnunum. Hann er rúmligur og hevur sjey setur. Og so eigur hon eisini ein VW Id4, sum eg brúki mest. Koyrir tú diesel- [...] Annar bilurin er ein diesel, og hin er ein el. So, vit liggja mitt ímillum el og diesel, sigur Per Martin Gregersen brosandi. Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? - Tað er heilt sikkurt [...] einum diesel-bili. Hann sigur, at honum dámar sera væl koyrieginleikarnar við el-bilum. - Teir eru ótrúliga góðir at koyra við, og so er tað eisini eina tonn bíligari at koyra el-bil. Hvørjar tankar hevur
Daniels undir at royna at vinna pening upp á søguna um, at hon hevði kynsligt samband við hann. Daniels sigur, at hon 2006 hevði sex við Donald Trump. Fyrrverandi forsetin vísir hesum aftur. Hon hevur ein [...] Donald Trump er ákærdur fyri at hava snýtt við roknskapartølum í sambandi við, at Stormy Daniels fekk útgoldið 130.000 dollarar frá fyrrverandi advokatinum hjá Donald Trump, Michael Cohen, fyri at tiga um kynsliga