fakfólk í Noregi innan júst hetta økið. Fólk hjá okkum hava verið umborð á norskum flakatrolara at læra seg mannagongdir, og okkara manning hevur frá byrjan gjørt eitt megnar arbeiðið, sum hevur lagt lunnar [...] av at endurnýggja skipaflotan. Tað, sum í dag er serligt við Gadus, eigur at gerast gerandiskostur fyri føroyska flotan frameftir. Tí her er nógv at vinna. Í mong áratíggju hevur tað eisini verið eitt politiskt
óvæntaðir rættir, verður eisini pláss fyri meira siðbundnum upplivingum. “Felags fyri allar rættirnar er, at tað smakkar ótrúliga væl," sigur Bogi. Men hví alt hetta fyri einki? Hví geva túsundtals gestum [...] gestum dýrar laksarættir púra ókeypis? “Tað snýr seg um at vísa fólki, hvussu nógv tú kanst gera við laks," sigur Bogi. "Laksur er meir enn royktur laksur við dilddressingi. Hann kann vera alt frá tí heilt einfalda
gera nýggjan Hvalbiartunnil og so framvegis. Tað er jú tað politikkur snýr seg um, at raðfesta íløgur kring landið. Grundarlagið fyri íløgunum er ikki ein kost-nyttu greining, men eitt greitt og breitt politiskt [...] eisini eitt tilvitað politiskt val at seta 1,35 milliardir í P/F Suðuroyartunnilin yvir 10 ár í staðin fyri at byggja nýggjan Smyril. Eins og tað hevur verið eitt tilvitað val at brúka uml. 750-800 mió. kr [...] ella um at tað verður farið undir at bora Suðuroyartunnilin í næstu viku. Dennis Holm løgtingslimur fyri Tjóðveldi
týskt, men søgdu seg samstundis ikki vera førar fyri at blanda seg uppí, hvat Námsvísindadeildin gjørdi. Sum eisini er margháttligt. Nú eru tey lesandi sera troytt av at stríðast, og kenna seg als ikki hoyrd [...] i hevur verið á Námsvísindadeildini, síðan André Niclasen doyði í 2012. Hvørt ár hevur umberingin fyri, at týskt ikki gjørdist eitt linjufak, verið, at ov fá hava valt tað á linju. Síðsta ár vantaði bert [...] linjugrein í ár, hóast bert 8 lesandi hava valt hesa linjugreinina. Tvey læraralesandi, sum hava stríðst fyri at fáa týskt í 3 ár (og hetta er teirra síðsti møguleiki), hava fyrst samskift við leiðsluna skrivliga
Hetta eru øgiliga provokerandi útsagnir, bæði fyri suðuroyingar, men sanniliga eisini fyri norðoyingar. Orsøkin til niðurstøðuna er, at eg ikki havi hugt eftir absolutta fólkatalinum, men eftir lutfalsligu [...] minkað heilt fram til í dag. Eg havi eisini hugt eftir tølum fyri Klaksvíkar kommunu einans, men tølini er einans smávegis frægari enn fyri Norðoyggjar sum heild. Mítt frágreiðingarmodell er, at Norðoyggjar [...] støðugum vanda fyri at verða niðurlagt. Eisini summar privatar fyritøkur hava valt Norðoyggjar frá. Eysturoyartunnilin hevur eftir øllum at døma ikki havt nakran fólkatalsligan virknað fyri økið sum heild
merkir at vera ein fyrimynd fyri onnur. Men í Føroyum vísa dagsins politikarar tíverri, at teir hvørki vilja taka ábyrgd ella leiða – teir vilja heldur fjala seg aftan fyri fólksins harða arbeiði og vóna [...] gongdina sum umbering fyri at hækka pensjónsaldurin hjá øllum fólkinum – samstundis sum teir spara sær somu ørindi. Tey, sum hava sitið á Løgtingið í áravís og havt møguleika fyri at tryggja eina ábyrgdarfulla [...] bert eitt úttrykk fyri hykli – tað er ein beinleiðis spottan av teimum fólkum, sum hava bygt hetta samfelagið upp. Hetta slagið av tvídrátti avdúkar ein politiskan flokk, sum hevur tikið seg so langt frá fólkinum
maldýggilsi tey hava fingið oman yvir seg síðan (…) fyri tað eittans at brúka síni borgarligu rættindi…ja, sjáldan munnu so fá hava verið hoyggja til av so mongum, fyri so lítið”. Nøkur fólk, sum blivu svínað [...] eini vandamiklari ideologi. Hann sær ikki veruleikan fyri hesi ideologi. Men ímyndið tykkum hetta: Ímyndið tykkum, at Carl Johan sat onkustaðni fyri seg sjálvan, og brádliga hoyrdi kirkjuklokkur. Hann hevði [...] fólki, var fyri minni at rokna enn eitt flagg, onkur ribbaldur nápaði úr auluni í Finsen”. Altso: Vissi mann sum Carl Johan heldur Ísrael fremja ”yvirgang” í Miðeystri, so er tað í lagi at gera seg inn á onnur
vinstru til høgru heldur enn høgru til vinstru, er eisini vandi fyri, at ein læsir seg fastan í eini ávísari loysn. Harvið letur tú ikki upp fyri alternativum loysnum, sum kundu loyst endamálið. [...] og síðani arbeiddi tey seg aftur til, hvussu hetta kundi gerast ein veruleiki. Eisini Guggenheim Museum í Bilbao er eitt dømi um henda framferðarhátt. Tað kemur meira enn so fyri, at heldur enn at hugsa [...] vandi vera fyri at missa heildaráskoðanina. Tú tryggjar tær ikki, at valda loysnin loysir trupulleikan, sum verkætlanin er ætlað at loysa. Missir tú heildaráskoðanina, er eisini vandi fyri, at atlit ikki
grundað beinleiðis ósannindi, tá ið tað snýr seg um at skaða ein borgara fyri at tekkjast onkrum av “sínum”. Og hvussu álvarsamar avleiðingar hetta kann fáa fyri borgara nervar hvørki KVF ella politisku [...] hevur so mikið sum nevnt møguleikan fyri at tryggja okkum øllum somu mannarættindi, sum er galdandi í restina av ríkinum. Men Amnesty skal hava tøkk fyri at skipa fyri hesum tiltaki. Hetta gevur høvi til [...] í politisku skipanini. Her hevur bert verið áhugi fyri minnilutum, har fleiri samtyktir eru í løgtinginum, men tað er avgjørt einki veruligt gjørt fyri at tryggja meirilutan av fólkinum. Eitt úrslit av
øllum førum, at ukrainski bólkurin DakhaBrakha, sum vit hava roynt eftir í fleiri ár, er nakað heilt fyri seg. Lat teg ikki lumpa av siðbundnum búnum og akustiskum ljóðførum, sum hesar tríggjar kvinnur og eini [...] tunglyndi og vón – sum hin føroyska fólkasálin kanska kennir seg aftur í. Hatari Úr eini marrukendari framtíð lendi íslendski bólkurin Hatari fyri nøkrum árum síðani mitt á Eurovision pallinum, har teir í