tykkum. Hvussu er og ikki, nú standa tit her í kvøld og, sum hin tiltikni leðursmiðurin úr Tarsos tók til, hava fullrunnið skeiðið. Og á høvdinum bera tit tekinið um, at sigurskrúnan er vunnin. Sum vit [...] órannsakan, royndist betri enn tað orð, hon alla øldina hevði á sær. Átjandu aldar Johann Gottfried Herder er tí í dag ein á mangan hátt meira viðkomandi hugmyndafrøðingur enn 19. aldar Karl Marx. Tað gongur [...] fjølbroytni, verða lívgað av nýggjum ættarliðum. Keldan, sum enn leskar henda gróður, er tann rørsla, sum birtist fyri stórthundrað árum síðai. Hon er ikki nationalistisk og oyðandi, sum tann, sum í hesum døgum
Húsroykurin er burtur, men annar roykur er komin ístaðin, sum oyðileggur t. d. osonlagið. Hann er ringur at tevja, ringur at temja og ringur at tæna. Men hann er har og ger óbótaligan skaða. Her er roykur og [...] sigast, at vakrasta og tað dygdarbesta konufólki býr í Fuglafirði, og um okkum sjálvar er at siga, lat kvinnurnar meta um kalkynið og um tann roykin... tann húsaroykin, sum hongur uppi við okkum. Chr. Matrass [...] yrkingini: Nú ferðast fólk fyri nesini. Ymiskur er tann húsroykur, ið hongur uppi við fólk - og ymisk er gongd og húgvuburður, har tey tyrpast í bólk. Hetta er í teirri tíðini, tá ið fólk vóru merkt av heimalívi
hurðum, sum í flestu førum er bæði rætt og rímuligt, men í nøkrum førum var kanska nógv betri, um hesi mál vórðu viðgjørd fyri víðopnum hurðum. Hesi skattamál snúgva seg um umsóknir um avsláttur í álíknaða skattinum [...] nakað sum helst er hent. Tí kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk at rinda skatt. Tú skal bert lata vera við at geva upp. So einfalt er tað. Ella sagt við [...] persón, ið sipað verður til, men er hetta bert ein roynd at vísa á tað himmalrópandi órættvísi sum fer fram. A-skattgjaldarin, ella hann vit kalla vanligi skattaborgarin, er ikki áhugaverdur í hesum høpi
uppgávuni. Skulu vit tosa um karmar fyri modernaða vinnu í Føroyum, so mega vit taka spurningin um skipaða vørumenning í álvara og skapa karmar um eina slíka. Mítt uppskot er at gera hetta í eini samansjóving [...] granskingarhøvi, sum er treytin fyri nógvum modern-aðum vinnuligum prosjektum. Til sjálvt Fróðskaparsetrið hava vit brúk fyri væl størri orku, enn vit higartil hava brúkt. Talan er um nakrar 10-tals mió [...] Karmurin um eina modernaða vinnu í Føroyum krevur, at tann almenni sektorurin hevur ein virknan vitanarinfrastruktur. Tað er neyðugt í londum við einum væl betri skipaðum vinnulívi enn tí føroyska. Hetta er
soleiðis er ikki - enn. Og nær fer at vera soleiðis, ið tað átti at verið? Á fundi við landsstýrismannin Finnboga Arge fyri kortum var upplýst, at hetta arbeiði fer at vera gjørt. Men enn er ongin tíðarætlan [...] henda nú. Nevniliga 3 1/2 minuttir um sundið, døgnið runt, uttan bíðitíð. Talan er um skilagóðan lokalpolitikk og ikki minst neyðugan landspolitikk. Talan er her um lívæðrina til Vágarnar. Nevniliga u [...] knappar 2 kilometrarnar frá Vágum um Vestmannasund til »meginlandið«? Hetta strekki skal alt flogferðafólk okkara. Umframt øll onnur ið ferðast sama veg. Um ferðingina um Vestmannasund kunnu bert orð nýtast
støðleiðari er, sum heild, vælnøgdur við hvussu fólk uppføra seg tá tey eru í býnum, men hevur tó kortini eitt hjartasuff. ? Tað hevur verið so friðarligt sum sjáldan, men hóast tað, so er enn onkur, sum [...] staðið og metti at nøsin var brotin antin av fallið ella av tí at maðurin var álopin. Hetta vildi maðurin tó einki siga um sjálvur, so løgreglan hevur lagt málið til viks, sigur Suni Vinther, støðleiðari í [...] at bróta onkran garð. ? Eg vóni, at fólk fara at leggja henda óvanan frá sær eisini. Tey hugsa ikki um, at tey fólkini, sum eiga garðarnar, skulu gjalda fyri at seta teir í stand aftur, sigur Suni Vinther
so sjáldan eru smálutir, sum gera av, um eitt lið skal hava viðrák og sigur, ella um tað skal ganga heilt øðrvísi enn teir høvdu vónað. Uppá ein máta mundi hetta kennast soleiðis hjá toftamonnum, tá teir [...] eina løtu hekk tað betri saman hjá B68, enn tað annars hevði gjørt. Heimaliðið var væl og virðiliga greitt um støðuna. Kanska vildu teir taka meiri lut í spælinum, enn teir gjørdu hesa løtuna, tá teir duttu [...] parturin í tættari og alt annað enn væl leiktari grannauppgerð. B68 var á odda 1-0, tá tað restaði ein minuttir av fyrra umfarinum. Málið fingu teir eftir 32 minuttir, og talan var um stórt verjukiks. Fyrst mistók
við vinstra beini. Hetta var fyrsta ferðin, at Súni Olsen skoraði mál í landskappingardysti fyri besta liðið hjá gøtumonnum. At tað ikki var seinasta ferðin er eingin sum helst ivi um, og so kunnu bæði [...] i, og tað er einki at liggja omaná, at hjá teimum, sum bæði síggja snillingarnar í sjónvarpinum og sum hyggja at føroyskum fótbólti, verður dygdin hjá landsmonnunum mett uppaftur lakari, enn hon annars [...] hvat hildið verður um heimsstjørnurnar, so var tað eyðsýnt, at í Sarpisgerði var lítil neisti. Gøtumenn royndu fyrstu løtuna at fáa skjótt flótandi samanspæl í lag, og tað eydnaðist, men tað var heilt
fyri kanónføði. Nú kappingin er hálvrunnin, kunnu vit bara staðfesta, at soleiðis hevur tað ikki gingið. Sumba er í løtuni ikki upplagdur niðurflytari, og teir hava gott mót um, at teir fara at megna at varðveita [...] varðveita plássið í bestu deildini. Og tað er væl av so lítlum plássi, har úrvalið ikki er serliga stórt. Frá dystarbyrjan vóru tveir sekstan ára gamlir ? Sonni Kjærbo á høgra vongverja og Hallur Dam Joensen [...] KÍ fekk hol á, so var kortini ongantíð ivi um, hvat var stinnara liðið. KÍ hevur stóra breidd, og tikið mann fyri mann eru teir sjálvandi væl betri fyri enn Sumba. Men hesa ferð fleyt spælið ikki heilt
flestu fólk í heiminum er Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi lítið annað enn tað,ið eitt pappír lovar,? segði Pierre Sané, aðalskrivari í Amnesty International.? Eitt lyftið, ið ikki er hildið fyri tær 1,3 [...] fremja Yvirlýsingina um Mannarættindi , sum heldur fram til 10. desember fer vónandi at broyta hetta. ?Øll skylda vit øllum offrunum, familjum teirra og framtíðar ættarliðum at vissa um, at tey næstu 50 árini [...] ákæra er eisini reist móti honum fyri kollveltandi virksemi. Herurin í Myanmar hevur ábyrgdina av uttanrættarligum avrættingum, tvingsulsflytingum og píning av etniskum minniliutum. Sagt er frá um túsundtals