hevur nú verið í Føroyum í skjótt tvær vikur, har hon hevur búð hjá teimum, sum plaga at vera í Rumenia við hjálparbussinum. Hon heldur, at tað eru nógv ting, um eru annarleiðis í Føroyum enn í Rumenia. Serliga [...] mamma bleiv einkja, tá eg var tríggjar mánaðir. Vit búðu í somu íbúð, sum vit búgva í í dag, men vit høvdu ikki ráð til at hava nakað stórvegis inni í íbúðini, sigur Estera og heldur fram: - Nú, tá eg hyggi [...] ymiskt, sum eg vil sleppa at uppliva úti í heimi áðrenn tað, sigur ein bjartskygd Estera. Tað næsta, sum hendir, tá ferðin í Føroyum á hesum sinni endar seinast í mánaðinum, er, at Estera fer til Onglands
fyri. Upsi hevur eisini í nøkur ár havt MSC-góðkenning, ið er eitt vørumerki fyri, at veiðan er burðardygg. Endamálið við ristini, sum nú er krav í botnfiskaveiði undir Føroyum yvirhøvur - við ávísum [...] fiskin í havið aftur. Sambært kunngerð hjá Fiskimálaráðnum eru ávísu leiðirnar latnar upp aftur frá 1. september í ár at rokna. Talan er um leiðirnar, sum verða róptar øki T og U og partvís leiðir í øki D [...] sum givið er leyst at fiska í við skiljirist, liggur ov norðarlaga í mun til tað, sum mælt varð til, og her er eisini sera ringur botnur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at
bjóðast út og seljast í Føroyum. Tað er hetta, sum skapar trupulleikarnar, tá ið ov fáir keyparar eru til fiskin í Føroyum. John sigur, at tað, sum Árni tosar um í nevndu grein í Sosialinum, hevur Fis [...] av úttalilsunum hjá formanninum í Ráfiskaseljarafelagnum, Árna Joensen, í Sosialinum leygardagin. - Eg eri samdur við honum í nógvum av tí, hann sigur, men eg haldi, hann í nógvum førum skjýtir niðanfyri [...] frustratión er í vinnuni í løtuni, og henda frustratiónin gongur í stóran mun útyvir Fiskamarknaðin, sum undir verandi skipan ikki fær gjørt nakað við trupulleikarnar. - Nøkur viðurskifti í samrøðuni, sum
er at liva lívsstílin í eitt ár, greiður Páll Oddur frá. Ein uppreistur móti matspillu Tað er eingin loyna, at vit í vesturheiminum hava nógvar vælferðarsjúkur at dragast við. Í u-londum er hetta ikki [...] er livihátturin ein uppreistur ímóti yvirframleiðsluni av mati og matspillu, sum fer fram í heiminum í dag. Í einum parti av heiminum doyggja fólk av svong, meðan hin parturin stríðist við vælferðarsjúkur [...] sjálvum eina avbjóðing, og tað var júst tað torføra í hesum lívsstíli, sum dró Páll Odd. Hann varð forvitin eftir at vita hvussu hesin livihátturin riggaði í veruleikanum, og hvørjar ávirkan hetta mundi hava
Aggi Ásgeirsdóttir og Ingi Sørensen, sum í fjør vórðu landskend fyri sína luttóku í sendingini 'Fólksins Rødd', hava um ólavsøkuna havt framsýning í posthúskjallaranum. "Ingi vísir fram myndir, sum hann [...] seg í tí upprunaliga. Tað passar væl til kontrastina hjá Ingasa myndum, sum hevur allar ælabogans litir." "Ja, eg vil gjarna vísa føroyingum ta føroysku undirverðina. Hon er jú helvtin av Føroyum," sigur [...] til meditiónstónleikin í bakgrundini. Spurdur um, hvat dregur við at kava, svarar Ingi avgjørdur. "Stutt sagt, tað er balsam fyri sálina. Tað er eitt sindur sum at fara niðan í viðarlundina bara ganga
Brot úr samrøður í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Blaðið fæst í handlum í Havn í kvøld og kring landið í morgin. At gerast foreldur setur mangar tankar í gongd hjá teimum flestu. Tá ið tey lítlu elskuligu [...] eftir sínum uppruna. 21 ára gamla kvinnan býr í Havn og er uppvaksin í Føroyum. Sum einans tveir mánaðir gomul kom hon til Føroya og vaks upp saman við foreldrunum og ættleidda beiggja sínum. Maria hevur ongantíð [...] elskuligu fólkini koma til heimin eru vit vaksnu full í gleði, ivamálum, spenningum og vónum. Tað var millum annað løtan, tá ið Maria Daniela í Garði gjørdist mamma, sum leiddi til, at hon fór at leita eftir
varð nevnt í útvarpinum dagin fyri valið, at tað vóru so øgiliga nógv valevni til fólkatingsvalið í Føroyum. Tað sjónarmiðið er Jógvan púra samdur í. -Eg má faktiskt geva Johan í Kollafirði rætt í tí hann [...] hann fekk valrætt. -Eg ivist onga løtu í, at vit í Tjóðveldisflokkinum vinna stórsigur hesaferð, sigur hann. Lættur krossur Jógvan hevur verið sjómaður alt sítt lív. Í samfull 45 ár hevur hann verið til skips [...] veljari í Hvalvík. - Eg má fáa hetta avgreitt sum skjótast. Nú fari eg eini ørindi yvir á Oyrar, og skal síðani ein túr til Havnar. So eg havi nógv á skránni í dag, sigur hann. Hann fór inn í rúmið har
Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin? - Hetta er ein sera spennandi dagur fyri okkum á Skálafjørðinum, nú Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu klokkan 12 í morgin. Eg eri [...] eri sløkkiliðsmaður, so eg havi verið nakrar túrar ígjøgnum tunnilin. Men, í morgin fari eg heilt vist ein túr gjøgnum tunnilin saman við familjuni. Tað sigur Pauli Poulsen á Skála. Hvat heldur tú um hesa [...] vegakervinum? - Mær dámar sera væl hesa útbygging av vegakervinum. Hetta kemur at binda alt miðøkið í Føroyum tættari saman, og hetta kemur at lætta um hjá fleiri túsund borgarum hvønn dag í vikuni, umframt
stjórastarvinum í Vága Floghavn. Eg fari ongan veg, tí eg trívist væl í mínum arbeiði í Føroyum. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, ið harvið ger púra greitt, at nýggja stjórastarvið í Grønlandi [...] Grønlandi verður ikki tikið framum verandi starvið í Vága Floghavn. Fyrr í morgun bórust annars tíðindini, at Jákup Sverri Kass er settur sum stjóri í Kalaallit Airports, eitt nýtt flogvallarfelag, ið heimastýrið [...] stjóra inntil ein annar er settur, so tá nevndarforkvinna í grønlendska felagnum spurdi, um eg hevði hug til tað, so segði eg ja. Men fyribils starvið í Grønlandi ber ikki við sær, at eg má fara til Grønlands
kjans at staðið seg í kappingini. - Eg førdi Smyril í átta ár - frá tí, at hann kom til landið, til eg gjørdist stjóri í Smyril Line. Hann sigur, at tá ið Smyril kom í 1975, var málið í fyrsta lagi at fáa [...] Esbjerg í staðin fyri Hanstholm. Ein onnur treyt var, at DFDS gjørdist okkara umboð í Danmark, samstundis sum teir vildu niðurleggja sítt umboð í Føroyum. Óli sigur, at Norrøna nú sigldi upp á Esbjerg í fimm [...] av teimum góðu kømrunum umborð. Óli, sum í dag er 63 ára gamalur, sigur, at við í ferðalagnum eru hann, konan og verdóttir við tveimum smágentum. Tíðin til prát í hesum umfari er ikki óendaliga long, tí