framleiðarar. Filmurin snýr seg um tá leikurin Lear kongur eftir William Shakespeare bleiv pallsettur. Tað var mamma Búa, Birita Mohr sum spældi høvuðsleiklutin. Birita er álvarsliga sjúk av alzheimers Meðan [...] etiskar tvístøður og hvussu hann skal rættvísgera verkætlanina. Men Birita hevur eina lívsgleði, og tað ávirkar øll sum eru við í verkætlanini.
NSÍ framum 2-1. Hann hevur nú skorað fýra mál í 1. deild í ár. Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á, men so koppaði tað heimaliðnum til fyrimunar. NSÍ økti um munin til 3-1, tá ið eitt stórt korter var [...] Tað endaði við 4-1 heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Úrslitið ber við sær, at NSÍ – í fyrstu atløgu í hvussu so er – er leyst av hóttanini av [...] í Skála. Hetta var triðja málið hjá Silasi Joensen í 1. deild í ár. NSÍ svaraði beinanvegin aftur. Tað var Ragnar Steinhólm, sum javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá 21 ára gamla Ragnari Steinhólm
hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt [...] Føroyskur úrvalsítróttur avrikar óvanliga væl í mun til okkara fólkatal. Tað staðfestir nýggja frágreiðingin Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut hevur gjørt fyri Ítróttasamband [...] verður ofta sett í samband við lesandi, sum fara uttanlands at lesa. Men skipanin er nógv meira enn tað. Ítróttur er eitt sjálvstøðugt øki, har stuðul millum annað kann fáast til førleikamenning hjá venjarum
mitt í rokanum á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Kokkaskúlin á Tekniska Skúla í Klaksvík (TSK), har tað í dag ber til at taka alla føroysku kokkaútbúgvingina, stóð fyri kappingini. Kapping mitt á Sjómannadegnum [...] áskoðarar sluppu heilt nær at køkunum. Til høvið vóru bygdir serstakir køkar til kappingina og gjørdist tað ein serlig uppliving hjá áskoðarunum at kunna fylgja kokkunum so tætt. Tey kundu síggja rávørurnar [...] skapanarevni, fakligan dugnaskap og sjálvandi smakk. Á tann hátt er AYC meira enn ein kokkakapping. Tað er ein pallur, har ungir kokkar kunnu kanna okkara matmentan og tilfeingi og við hugflogi og fakligari
verið leiktur á Sandi. Tað vóru trý kvinnulið, sum kappaðust í morgun, og nú seinnapartin kappast trý lið hjá monnum. Veðrið hevur verið gott. Hann hevur lotað høgur í ættini, og tað hevur verið turt í allan [...] allan dag. Sólin hevur kagað fram ein fittan part av degnum, og tað hevur verið hugnaligt at fylgt dystunum Niðri á Sand. Hetta er eisini fyrstu ferð, at leikarar úr B71 hava luttikið í kapping í sandflogbólti
Fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er dømdur til deyða in absentia, sum tað verður rópt. Hetta merkir, at hann er dømdur til deyða - uttan at vera fysiskt til staðar. Tá Bashar al-Assad varð [...] varð dømdur fyri brutala atferð móti andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið. Tað var í desember, at Bashar al-Assad varð trýstur at geva valdið frá sær, og eftirmaður hansara gjørdist [...] islamisturin, Ahmed al-Sharaa. - Fyrrverandi forsetin flýddi saman við familju síni til Moskva, og tað sama gjørdi beiggi hansara eisini, veit NTB at siga.
hetta eftir felagssangin ella so. Tað hevur eisini verið nokso vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast. Helst fer tað at taka nakrar tímar í nátt at [...] Nólsoy á ovastevnu fylla vanliga uppí fleiri skip. Í dag hava eisini verið nógvir bátar í Nólsoy, og tað er góður siður at bíða við at loysa, fyrr enn morgunin nærkast, og dagsljósið er komið. ##med2## ##med3##
ella missur rakar, kann tað hava stóra ávirkan á alla familjuna. Berin veitir eitt trygt stað, har børn, ung og foreldur kunnu fáa fakliga hjálp og møta øðrum, sum kenna støðuna. Tað var bæði gevandi og rørandi [...] fylgja við álvarsligari sjúku og missi. Landsstýriskvinnan takkaði Beranum fyri vitjanina og fyri tað týdningarmikla arbeiðið, sum felagsskapurin ger.
Fyrstu lítlu løtuna gekk tað ikki soleiðis, sum fuglfirðingar ætlaðu, tá ið teir á middegi vóru í Hólmanum á Eiði. ÍF var stórfavorittur, og ÍF vann 3-1. Men tað var EB/Streymur, sum legði seg á odda longu [...] hevur 33 stig, og FC Suðuroy, ið er liðið, sum ÍF kappast við um uppflytingarpláss, hevur 44 stig, nú tað resta seks umfør.
íbúgvarnar í uppgerðini svarar tað til umleið 26.700 krónur fyri hvønn íbúgva. Tórshavnar kommuna hevði 331,4 milliónir krónur í nettoskuld. Vegna stóra fólkatalið svarar tað tó bert til 14.100 krónur fyri [...] Føroyum. Við árslok 2025 hevði kommunan 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Við 5.537 íbúgvum svarar tað til 64.800 krónur fyri hvønn. Runavíkar kommuna er næst á listanum við 62.800 krónum fyri hvønn íbúgva