kjøtinum, sum liggur á borðinum og angar so væl fyri tann, sum dámar turt føroysk seyðakjøt. Hundurin er væl vandur og blíður. Hann tykist ikki órógvaður av, at fremmand fólk eru á gátt. Hetta er ein hugnalig [...] vit fóðurið inn á trillubøru í eitt ár ella so, men hetta var ein vánalig skipan, sum eg ikki vil síggja aftur. Nú hava vit ein fóðurvogn, sum vit fylla fóður í og koyra inn í fjósið við. Byrjað verður innast [...] verður ein stór íløga. - Men, eg eri positivur og bjartskygdur av lyndi, og eg trúgvi, at hetta er ein íløga, sum fer at loysa seg. Málið er, at garðurin skal geva so mikið av sær, at bæði vit, sum reka
er ein teirra, ið missir rættin til stuðul til avlamisbil av lógini, sum Løgtingið hevur samtykt. – Bilurin er munurin millum eitt sjálvstøðugt lív sum lærari og mamma, og eina tilveru sum fyri [...] tørvi skulu hava stuðul, sum ger tey veikaru sterkari heldur enn tey sterkaru veikari, sigur hon. Hon vísir á, at hjá nógvum eru tað tey avvarðandi, sum mugu traðka til og sum mugu hjálpa. Tí nógv av [...] at mamman hevur eitt brek, sum ikki er stórt nokk til at geva stuðul til neyðuga hjálpartólið? spyr Katrin Dagbjartsdóttir, sum er sera ørg inn á politikararnar, sum taka slík stig. – Hetta er at
onkrir tankar um okkurt óítøkiligt »samband 2.0«, sum ikki ljóðar serliga seriøst. Og tað liggur heldur ikki í okkara makt at fáa onnur at halda, at ein 'heimastýrislóg 2.0' fer at loysa tær avbjóðingarnar [...] lagt upp til, at vit fóru at fáa innlít í ta breiðu semju, sum eftir øllum at døma er millum allar flokkar á tingi – uttan Sambandsflokkin, sum leyp frá í síðstu løtu við eini fráboðan um, at hinir fimm [...] politikarar kunnu vera opportunistiskir, men neyvan er nakar politikari ella flokkur – ikki ein gong Tjóðveldi, sum hevði lopið út í eitt slík eksperiment. Tað er í lagi, at Bárður og Eyðdis siga frá
Iran er ein av nærmastu sameindu hjá Russlandi og eftir útsagnir hjá amerikanska forsetanum um, at USA møguliga fer at leggja upp í kríggið í Miðeystri, er hetta ein vánaligur koppur av te hjá russum. [...] at tað var Donald Trump, forseti, sum setti seg upp ímóti, at Ísrael eisini beindi fyri ovasta andaliga leiðara landsins gjøgnum mong ár, Ayatollah Ali Khamenei, sum hevur stýrt Iran við harðari hond heilt [...] mið hjá Iran. Soleiðis, sum vit hava skilt, er kjarnorkuvirksemið hjá Iran, har landið eitt nú ríkar uran, so væl goymt niðri í jørðini, at Ísrael neyvan eigur nøkur vápn, sum rættiliga kunnu beina fyri
fylgt verður út við gróti, sum hevur ligið á goymslu í samband við boringina av nýggja Hvalbiartunlinum. - Tað er MTV Byggivirki, sum hevur koyringina og útfyllingina og soleiðis, sum eg havi skilt, verður [...] gini, tá vit eru komin nakrar dagar inn í juli. ##med2## - Men, hetta verður ein stór útfylling og gróttilfarið, sum liggur á goymslu, verður neyvan til meira enn helmingin av útfyllingini. Tískil má [...] Kærustovni, sum hevur staðfest, at málsviðgerðin hjá kommununi hevur verið lóglig og røtt. Eftir avgerðina hjá Føroya Kærustovni fegnaðist borgarstjórin, Kristin Michelsen, samstundis sum hann kundi staðfesta
stríddust ímóti íslendingum, sum eisini vildu hava sjálvstøðu. Tí valdu danir at semjast við íslendingar um skipa eina personalunión, ein kongsfelagsskap, sum í grundini var ein staðfesting av íslendskum [...] samtykkja nakra broyting, sum flutti Føroyar á sjálvstýrisleið, men vildi halda fast um konservativu kósina, sum afturhaldssinnaði Sambandsflokkurin mælti til. Her var staðfest ein rein eindarstatslig linja [...] ST-sáttmálan, sum júst legði dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tjóðum, sum ikki ráddu sær sjálvum. Føroyska samráðingarnevndin og Føroya løgting vórðu ongantíð kunnað um innihaldið í sáttmálanum, sum Danmark hevði
kundar, sum hava eina árliga nýtslu á meira enn 500.000 kWt, stóðu fyri 18 prosentum av nýtsluni tilsamans. - Tað eru nógvir møguleikar í fjarhitaskipanini. Ein 14 kilometra høvuðsleiðing liggur klár at [...] stjóri í Fjarhitafelagnum. Stjórin fegnast um, at Fjarhitafelagið er sloppið undan oljunýtsluni, sum var neyðug, meðan stórar útbyggingar fóru fram í fjarhitaskipanini árini 2016-2023. - Eg veit væl, [...] stava frá avlopshita umframt biogassi frá Förka, so kunnu vit gleðast, tí vit eru sloppin undan oljuni sum beinleiðis orkukeldu til fjarhitan, sigur Hans Christian Dam. Seks stórir oljuketlar vóru brúktir í
hesi tíðindi er oljumálaráðið í Iran. Eitt tíðindafólk hjá AFP, sum er í Iran, sigur, at eldur er í oljugoymsluni í Shahran, sum liggur í ein útnyrðing úr Tehran. Seint í kvøld vita útlendskir miðlar at siga [...] sambært Reuters boðað frá, at fólk nú kunnu fara úr bumbuskýlunum aftur. Men, tað er ikki bara Iran, sum leypur á. Ísrael hevur eisini framt álop á Iran í dag. Tíðindastovan AFP veit at siga, at tvær oljugoymslur
nýggjasta savnið. Tú fert inn í savnið sum í eini nýggj hús hjá fólkum, sum tú kennir og eru tær kær. Gleðist yvir, at tey hava tikið ta gomlu lampuna við í nýggja býlið, ið sum tað plagdi, angar av mjørka og [...] lýsingina av eini av sonnum miserablari støðu. Yrkjaraegið liggur á køksgólvinum og hevur ligið har í tímansvís og rópt um hjálp til fánýtis, hann liggur meira deyður enn livandi og megnar ikki at fáa fatur [...] at síggja til - nýggja bókarútgávan hjá Tóroddi Poulsen, ið bókmentaliga og listaliga má metast sum ein sannur tungvektari. Tað eitur Sláttrir - hetta einoghálvtrýssinstjúgunda yrkingasavnið hjá Tóroddi
teir næstu dagarnar verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, men harðnar, sum vikan gongur. - Veðrið verður gott ein stóran part av vikuni. So vit rokna við, at nakað verður av útróðri. Á Fiskamarknað [...] - Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuni. Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag. Tey stóru ísfiskalínuskipini eru fá í tali, kanska tvey ella trý. Síðan eru nakrir [...] útróðrarbátar, sum hava egningarmaskinu. Frystilínuskipini eru fleiri, og í løtuni eru tvey á Flemish Kap, og eitt er á Grand Bank. - Frystilínuskipini fáa mest av toski og kalva, siga tey á Fiskamarknaði