tíðina at leypa, har garðurin er lægstur, tá talan er um kommunusamanlegging. Føroyar eru fullkomiliga eftirbátur at strukturera okkara samfelag við færri kommunum. Nakað, sum er avgreitt fyri 40-50 árum síðani [...] í teirra seinastu frágreiðing um kommunubúskapin og eldraøkið. Nógv fakligt skrivarí og tos um, hvat er galið í rakstrinum á eldraøkinum, um dupultfunktiónir, størri búeindir, um tøkni og organisering [...] krevjandi uppgávuna og fíggingina av eldraøkinum - so einfalt er tað! Tí verður tvingandi neyðugt at skipa Føroyar í størri kommunalar eindir. Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri, at samfelagið kann klára seg
sum enn ikki er eitt barn. Men hóast enn ikki er talan um eitt barn, kann valið verða trupult. Hetta er ongantíð ein løtt avgerð. Politiskt er tað ókorrekt at siga tað hart, men støðan er, at fleiri kvinnur [...] avgerð hennara vegna, tí tað er hon ikki før fyri, og tað er eisini best fyri hana. Also hon kennir ikki ábyrgd. Onkur helt fyri at tá her er talan um læknaviðgerð, so er tað læknin sum eigur avgerðina [...] førum ikki tað, sum er í móðurlívi. Snildisliga verður kvinnan slept upp á fjall og so verður ístaðin hálovað til himmals tað ”óskylduga barnið”, sum akkurát er komið í eyga. Hvat hugsar konan fyri sær
maktina. Men fyrst og síðst er hetta ein vónrík bók, sum minnir okkum á, at felagsskapur og ond er tað, sum heldur samfelagnum saman. Hon er skrivað til danskar lesarar – men hon er líka sonn her. Tað eru jú [...] langt síðani flutt. Tað er ondin sum ger, at vit yvirliva sum samfelag. Hvat ondin er, gevur mín góði vinur Bertel eitt gott boð uppá. Besta viðmæli higani. Eitt afturat: Maðurin er 80 – og hevur livað meira [...] arv – um vit eru trúgvandi ella ei. (Sjálvur sigur Bertel at hansara trúgv er lítil og ivin er stórur. Kristni siðaarvurin er kortini púra avgerandi). Hann langar eisini til. Ikki bara eftir Putin og
suðurafrikanska landinum - hon fer at millum annað at fortelja, hvussu tað er at arbeiða fyri Reyða Kross úti í heimi, og hvat hon sjálv fekk burturúr. Kunningarfundurin vendir sær til øll, ið hava áhuga [...] verður fundurin eisini stroymdur á netinum. Á fundinum fara vit at greiða frá um aljtóða starvið, sum er leyst at søkja hjá Reyða Krossi, og møguleiki verður at seta spurningar. Eisini fer Sanna Nolsøe Djurhuus
i, tá foreldradagur er í skúlanum hjá soninum, hann kann verða mentanarliga áhugaverdi sjeikurin í eini veitslu, ella bara lurta og vegleiða, hvat gerst, tá maðurin í parlagnum er vónleyst ómøguligur. [...] Schuch), ið er um tey fjøruti, arbeiðir fyri tænastuna My Companion. Innan sømulig mørk hevur hann lagt seg eftir at verða til vildar og altíð veita eina nøktandi tænastu, har viðskiftafólkið er í fokus. [...] Hvørjum tú hevur tørv á, so er Matthias altíð hin rætti til uppgávuna. Hjartansfegin er hann, tá góð ummæli eru á heimasíðuni hjá My Companion. Næstrafólk og øll hini koma í aðru røð. Sum frá líður fer
sum longu er vigað á vekt fólkaviljasins og fallið, verður tikið fram aftur av tí grund at ein varðamaður tekur sæti á tingi, Tað hevur verið sagt um fólkaræðið (demokratiið) at tað ikki er ein perfektur [...] Skal als ikki taka støðu til fosturtøkumálið, men bara ásanna, at talan er um eitt av teimum sokallaðu etisku málunum, og at tað er eitt eymt mál, sum flest øll hava eina meining um. Sjálvur haldi eg, at [...] sær og letur varðamanninum tingsessin, førir til at mál sum júst er vigað av á vekt fólkaviljasins og fallið, verður lagt fram aftur. Er tað at virða fólkaræði? Ella skeiklar tað viljan í fólkaræðinum?
til Danmarkar í viðgerð, tá hagtøl støðugt vísa, at yvirlivilsisratan í eitt nú Svøríki er munandi hægri? 4. Hvat hevði eykakostnaðurin (ella sparingin) verið, um krabbameinssjúklingar í staðin fyri á [...] ikki greinaðar á lond, tí ber ikki til at upplýsa hetta. Niðanfyri er talva, ið vísir býtið millum ferðing og gisting yvir ár, eins og hvat útreiðslurnar til sjúklingahotellið Tórshavn hava verið um árið [...] eru álítandi. Sí talvu niðanfyri. ##med3## Til spurning 3: – At yvirlivilsisratan er hægri summastaðni enn aðrastaðni, er ikki einans treytað av sjálvari viðgerðini, sum viðkomandi fær á sjúkrahúsi. Onnur
umsóknum um uppihaldsloyvi í summum førum er ov long, og at hetta kann fáa avleiðingar bæði fyri arbeiðsgevarar og starvsfólk, tá talan er um arbeiðsloyvir. Tað er ikki haldført í longdini, at fólk standa [...] “Hetta er eitt týðandi stig á leiðini fram ímóti, at myndugleikin fær eina skjótari málsgongd, í sambandi við viðgerð av umsóknum um uppihaldsloyvi,” sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum. Tað er greitt [...] óvissu í fleiri mánaðir, og um tað er eins og ført verður fram, at vinnan má reka sítt virksemi undir ávísum ótryggleika og við møguligum eykaútreiðslum. Eftir at umsitingin er flutt á føroyskar hendur, hevur
Reindýrahaldið er ein týðandi sámiskur mál- og mentanarberi, og suðursámiska málið er sambært UNESCO álvarsliga hótt. Støðan hjá sámum við Fosen er einki eindømi. Og heldur ikki er Norra nakað eindømi [...] eisini Aili, hvat vit í Føroyum kunnu læra av stríðnum hjá sámum. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er á Reinasínum leyardagin 4. oktobur kl. 14-15.30. Tiltakið er partur av [...] verða sett í verk á teirra jørð. Hetta er evni á tiltaki, sum Amnesty International Føroyar skipar fyri leygardagin kl. 14 á Reinsarínum við Aili Keskitalo. Aili er sámi úr Norðurnorra, fyrrverandi forseti
uppskotið. Og hon ljóðar soleiðis: Hvat sigur tú lítla barn í móðurlívið? Er mamma tín fátæk? Hevur mamma tín avbjóðandi familju relatiónir? Jamen so er ivasamt um títt lív er vert at liva. Ella skal mamma [...] hetta lívið. Talan er altso um tveir stórar skúlaflokkar við 24 børnum í hvørjum flokki, sum ikki fingu sín rætt til lívið. Hetta er sera dapurt at hugsa um. Glottin í øllum hesum, er tó, at føroyingar [...] útvegur til totalt ábyrgdarloysið. Er tað slíkar menn vit ynskja at uppæla í Føroyum? Góðu menn og góðu pápar. Mín áheitan er tó, at tit áhaldandi taka fulla ábyrgd, óansæð hvat lógin sigur. Her at enda. Lø