varpaði ljós á hesa burturveittu tjørnina. Hann vísti á virðini, tjørnin hevði fyri tykkum, sum búðu á hesum leiðum. Tit, sum spældu her - við bátum og skipum, á flakum, og sum royndu seg á skoytum, tá [...] tá ísur legði seg á tjørnina. Náttúruáhugin vekist í barnaárunum Havi lisið greinir og hugleiðingar, Árni hevur skrivað um hesa tjørnina á almannamiðlum. Hugleiðingarnar vísa, hvussu nógv barnaupplivingarnar [...] tjørn, men í einum størri perspektivi kann hetta vera eitt stig til at endurskapa aðra náttúru her á landi. Kring alt Evropa endursskap lond náttúru. Evropeiska Samveldið samtykti í fjør eina stóra ætlan
Kyndilsmenn fáa veruliga roynt seg móti krútsterkari mótstøðu í altjóða kapping í Norðurmakedonia. Kyndil hevur higartil spælt tveir dystir í “Krste Andonovski International Tournament”. Ígjár tapti Kyndil [...] innleiðandi bólkaspælinum. Dysturin verður ímóti serbiska stórfelagnum, Partizan. Dysturin verður stroymdur á www.skilung.fo . Leygardagin skulu kyndilsmenn spæla ein plasseringsdyst.
Fyrilesturin, sum er almennur, verður á Búnaðarstovuni í Kollafirði, hóskvøldið 21. august 2025 klokkan 19.00 Tey, ið ikki hava møguleika at møta upp, kunnu fylgja við á Zoom-leinkjuni niðanfyri. https://us02web [...] ndi arbeiði innan nýskapan. Hetta er tann mest virðismikla virðisløn, sum eitt bretskt virki kann fáa. Tullis hevur í meira enn 30 ár arbeitt við sáðtøku og frysting av sáði frá greðingum. Í 2000 stovnaði [...] serligar sáðtøkur til greðingar og tikið sáð frá post kastrations testiklum. Eisini hevur hann sett á stovn Nature’s SAFE, sum er ein vælgerðarstovnur, sum hevur til endamáls at cryoconservera hótt djórasløg
lønin skal liggja á einum støði, so sum avvarðandi myndugleikar arbeiddu út frá, tá lógaruppskotið varð ávegis – ein upphædd, ið mestsum er ein trífalding av upphæddini, ið næmingarnar fáa í dag. Arbeiðs [...] og lønarviðurskiftini hjá lesandi á Heilsuskúlanum, sum fara at gera útbúgvingarsáttmála við ein almennan/kommunalan arbeiðsgevara; tó uttan at samráðingarnar bóru á mál. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið [...] Arbeiðsgevarafelagið frá í tíðindaskrivi: Partarnir halda áfram at samráðast um, hvørja løn lesandi á Heilsuskúlanum við útbúgvingarsáttmála skulu hava. Lógin um heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðiliga
langt: – Tað gleðir meg, at vit fáa ein samlaðan heilsupolitikk fyri Føroyar. Politikkurin fer at vísa á, hvat vit skulu miða eftir, og hvørjar raðfestingar skulu gerast á heilsuøkinum í framtíðini. Hetta [...] felags kós fyri framtíðina á heilsuøkinum. Við politikkinum verður dentur lagdur á fyribyrging og heilsufremjan, samstundis sum tryggjað verður, at røtt viðgerð verður veitt á rætta staði og til rætta tíð
klokkan hálvgum níggju á kvøldi, at fráboðan kom um eldin. Og eftir stuttari løtu hevði eldurin breitt seg um øll húsini. Tað tók drúgva tíð hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum, men lukkutíð sluppu [...] øll fólkini úr húsinum í øllum góðum. Lesið eisini: Myndir: Eldur í sethúsum í Hornabø Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at brandteknikari hjá politinum í Føroyum hevur kannað eldin, men enn er ikki greitt
næmingar, ið byrjaðu á skúlanum á teimum trimum útbúgvingunum ( ávikavist 6 til heilsurøktara, 14 til námsfrøðihjálpara og 18 næmingar á heilsuhjálparaútbúgvingini sambært skúlastjóranum á heilsuskúlanum í [...] koma tað at mangla 700 starvfólk á økinum tey komandi 10 árini. Men kanska var tað ov tíðliga at frøast í vár, tí hundurin var bert hálvt bardur, tí eftir var eisini at fáa semju um sjálva upphæddina av lønini [...] í fátt og hava álit á, at semjan kemur í hús. Skeivt at geva heilsuskúlanum skyldina Í samband við málið um løn undir útbúgving vóru eisini atfinngarsamar røddir frammi og fýltist á , at útbúgvingin til
at spæla golf og alt annað, tú gert. Títt land er eitt stórt land. Vit royna at fáa tað á føtur aftur, sigur forsetin. Á kølluni stendur sambært New York Post: - Let's putt peace together! Hóast positivar [...] Donald Trump, fekk eina golfkøllu hjá ukrainskum krígsveteranum í gávu frá Volodymyr Zelensky, forseta, á fundinum hjá teimum báðum leiðarunum í Hvítu Húsunum í gjár. Tað boðaði ukrainska stjórnin frá týsdagin [...] ur, hevur Zelensky roynt at bøta um viðurskiftini við millum annað at rósa royndunum hjá Trump at fáa frið í Ukraina. - Ukrainski forsetin handaði amerikanska forsetanum eina golfkøllu, stendur í fráboðan
Eysturkommunu eftir summarsteðgin var mánadagin, tá nevndin eisini var á rundferð í Leirvík fyri at kunna seg nærri um viðurskiftini á trimum søguligum støðum, sum arbeitt verður við. - Byrjað varð við B [...] tryggjað. Arbeitt hevur verið í eina tíð við at fáa hetta fornminni meira sjónligt og atkomiligt. Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag, og her verður dentur lagdur á, at alt er gjørt í samstarvi við Tjóðsavnið [...] Í Eysturkommunu vísa tey á, at nevndarlimir í mentanarnevndini og skrivari skiftu orð um staðbundna mentanararvin, og hvussu bæði vit sjálvi og gestir í bygdini betur kunnu fáa gleði av slíkari mentanarligari
kríggið í Ukraina og møguleikarnar fyri at fáa enda á tí. Partarnir lýstu síðani fundin sum uppbyggjandi, men avdúkaðu ikki serligar smálutir. Í gjár var Trump á fundi við ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskij [...] haldi, at tey øll eru troytt av tí, men tú veitst ongantíð, sigur Trump og vísir til kríggið. – Vit fáa meira at vita um Putin forseta næstu vikurnar. Tað er møguligt, at hann ikki ger avtalu, heldur hann