stórur. Størsta broytingin er í flytingunum millum Føroyar og útlond. Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Nettoflytingin – munurin millum tilflyting og fráflyting – [...] Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Eftir góð tvey ár við lutfalsliga
árið er hon vaksin upp í 466. Bæði viðurskifti hava ávirkað gongdina: Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Burðaravlopið var um 20 fólk størri enn árið frammanundan [...] Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fó [...] fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya
sigur nakað um samlaða virksemið hjá samtakinum, vaksið við 4%. Samstundis eru inntøkurnar hækkaðar, hóast hvørki prísir ella gjøld eru hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri [...] mánaðirnar. Útlitini fyri restina av árinum Hyggja vit eftir komandi mánaðunum, so eru útlitini sum heild góð. Eisini eru sannlíkt onkrar rentuhækkingar fyri framman. Marknaðurin væntar nevniliga eina r [...] gott útgangsstøði, og útlitini fyri komandi tíðina eru tí sum heild góð. Hóast ein rentuhækking júst er komin í gildi, og hóast møguligar rentuhækkingar eru fyri framman, so hava vit ongar ábendingar um, at
Tað eru serliga føroysku alistøðurnar, sum lyfta úrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi í ár. Rakstrarúrslitið í føroyska partinum var 411 milliónir krónur. Í Skotlandi var úrslitið hinvegin minus
ar fyri at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk í Føroyum, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við einari slíkari skipan. Hann vil eisini hava at vita, um ein útjavningarskipan kann gera munin á [...] Jóhannis Joensen á, at hóast Føroyar ofta verða lýstar sum eitt av javnastu samfeløgunum í heiminum, eru stórir fíggjarligir munir millum kommunurnar. Summar kommunur hava eitt sterkt inntøkugrundarlag við [...] til borgararnar. Løgtingsmaðurin vísir á, at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015. Síðani eru útreiðslurnar vaksnar, og broytingar í fólkasamansetingini fara at leggja enn størri trýst á kommunurnar
fyritøkum fremja nýskapan í arbeiðsgongum. Tað eru 17 prosent av føroysku fyritøkunum sum eru nýskapandi í vørum og tænastum. Samanborið við hini Norðurlondini eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi við vørum [...] Granskingarráðið skrivar, at meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tó eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi av vørum og tænastum. Tað vísa nýggj hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova [...] Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða leisti. Ein nýskapandi fyritøka fremur nýskapan í einum
viðvíkja Grønlandi, hava vit onkuntíð verið sett uttan fyri dyrnar, tí vit ikki eru partur av tí rætta felagsskapinum. Vit eru eitt B-lið, segði hann. Beinir Johannesen legði dent á, at talan er um ein g [...] og kunna luttaka sum øll onnur í tí, sum Norðurlandaráðið og norðurlendska samstarvið fevna um. Vit eru eisini til reiðar at taka á okkum ábyrgdina, sum fylgir við, segði løgmaður. Grønland hevur áður víst
februar í ár er talið á følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta [...] lumpað Føroysku peningastovnarnir hava hvør sær kunnað kundarnar um følsku sms-boðini. Nú álopini eru vorðin so umfatandi, standa peningastovnarnir, Talgildu Føroyar og politiið saman um at ávara allar [...] kundar ella brúkarar um at lata loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna
stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu ferð við í „Hele Danmark Øver“ saman við Danmark [...] veitari hjá donsku venjingunum. Netálop virða ikki landamørk, og avbjóðingarnar við at handfara tey eru at kalla tær somu, antin tey raka í Føroyum ella uttanlands. Við “Føroyar venja” fáa luttakararnir [...] verk fyri at styrkja nettrygdartilbúgvingina. Í einum ótryggum heimi við øktum váða fyri netálopum eru verkligar venjingar eitt týdningarmikið amboð til at styrkja samfelagsliga mótstøðuførið. “Føroyar
fyriskipan í 1956. Lóggávan er síðani broytt fleiri ferðir, seinast við reglum frá 2025. Føroyar eru eisini bundnar av altjóða skyldum á økinum, millum annað ST-sáttmálum um narkotisk og psykotrop evni