fleiri ár fram í tíðina, uttan at Vesturheimurin eisini er fyri egnum missi. Í so máta merkjast revsitiltøkini í Vesturheiminum, eins og tey gerast í Russlandi. Sjálvur trýr undirritaði uppá, at kríggið [...] fólkið í londunum báðum. Í stríðnum í dag millum Ukraina og Russland kemur tað at spæla ein stóran leiklut, hjá hvørjum av pørtunum pengarnir fyrst verða uppi. Vesturheimurin kann ikki stuðla Ukraina í fleiri [...] Kjarnorka kann í framtíðini verða ein møguleiki, um vit fáa servitan og tøknifrøðina at rigga í Føroyum. Kolvetni kann eisini í framtíðini spæla ein týðandi leiklut. Tað er lítil ivi um, at Føroyar hava sera góðar
"den flotte Roy", sum hon mintist plagdi at fylgjast við mær í lestrartíðini í Álborg. Eg segði: " Ja. Tað er hann." --- Kvøldið fyri hevði eg í telefonini lagt ráð saman við tveimum øðrum av næstu vinmonnunum [...] okkara ítarsta. Hesin ansur fyri tí skemtiliga kom okkum eisini til góðar í øðrum samanhangi, har Rói var við, m.a. í Føroyingafelagnum í Álborg. Har hevur mangur fingið ein góðan látur, tá Rói Árting læt sín [...] "allar góðar kreftir" lyfta í felag, so kann úrslitið ikki annað enn gerast gott. Sjálvur hevði (og havi) eg ta hugsan, at tíverri er tað ikki nøktandi, at allar góðar kreftir lyfta í felag. Um stór samfelagslig
sama gjørdi seg galdandi í Georgia í gjár, tá demokratarnir (sum tað sær út nú), vunnu teir tveir sessirnar í senatinum, sum gera, at teir komandi tvey árini bæði hava ræðið í hvítu húsunum, umboðsman [...] republikanararnir taptu, og at staturin Georgia, sum í áratíggju hevur verið ein konservativur skansi, nú verður liberalur. Í gjár og í dag hevur Trump í flammandi talum – fullum at lygn og konspiratiónsteorium [...] vóru mong í spáddu, at um Trump tapti valið í november, fór hann ikki at góðtaka úrslitið. Soleiðis bleiv eisini. Men at hann fór so langt, sum hann er farin, hevði fáur væntað. Tað, vit hava sæð farnu
Nógv okkara hava kent hana, síðan hon var smágenta og byrjaði floytuleið sína. Hon byrjaði at spæla trý ára gomul og hevði konsert í konsertsalinum í Tivoli longu 11 ára gomul - sama ár sum hon av álvara [...] eitt skifti í París. Eftir royndir í útlondum kom hann heimaftur og er sera virkin tónleikari og tónleikalærari, og er ein teirra sum strembast við at byggja Miðnámsútbúgving á Musikkskúlanum í Tórshavn. [...] Heinesen og Sunleif Rasmussen.Danska plátufelagið DACAPO gav fyrr í ár út fløgu við tónleiki hjá Sunleifi. Tónleikur av fløguni varð settur í umferð á donsku útvarpsrásini P2, umfram at klassiska rásin hjá
ólavsøkuhaldið umleið 100 ár aftan á deyða Ólav hin Heilaga, og hava vit hildið ólavsøku síðani tá. Nú á døgum man ólavsøkan í Føroyalands miðstøðu, Tórshavn, vera eindømi sum savningardepil í londum á okkara leiðum [...] hvørjum øðrum í góðum ítróttaranda. Hvønn dag eru børn í túsundatali til venjingar og kappingar, har sál og kroppur mennist. Og tað er ikki hissini av óløntum arbeiði, sum lagt verður í ítróttin í Føroyum. [...] ólavsøkuna í ár. Tað takki eg fyri og vil eg nýta høvi at bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin til Havnar á ólavsøku. Ólavsøkan, tjóðdagur okkara er til minnis um Kong Ólav, sum lat lív í bardaga móti
sunnudagin. Kyndil hevur staðið seg rættiliga væl higartil í ár, og tó at tær vóru skerdar, nú Lina Andriulyta var sjúk, so tóktust tær at hava eitt sera gott tak á grannunum fyrstu løtuna. At Neista-liðið [...] vikuskifti. Kyndil skal hinvegin taka sær annað skinn um bak, um tær skulu gera sær nakrar skreytir, tá tær væntandi eru partur av FM-endaspælinum í vár. Sjálvandi var saknur í Linu hesaferð, men eitt slíkt samanfall [...] samanfall eigur ikki at koma fyri hjá liði, sum tykist hava ætlanir um at amast móti oddinum í ársins útgávu av Sunset-kappingini. Fakta um dystin Kyndil-Neistin 13-34 (7-11) Málskjúttar Kyndil: Hildur Høghamar
seg upp av og á. Ofta í tørnum og ofta lokalt frá einum øki í landinum til annað, men hvørja ferð uttan at vit sum vitni ella áskoðarar hava hildið okkum sæð nakra djúpari meining í. Stríð og bardagi eru [...] fjáltri er á foreldrum í Havn, sum eiga tannáringar, nú fleiri álop í seinastuni hava verið á ung. Sakleys ungfólk eru vorðin meinslað, harav onkur rættiliga illa, av at javnaldrar hava gjørt seg inn á tey [...] kið í slíkum árum, sigur Eyðun Joensen. Men hetta er alt í spølni og innan rímiligt mark. - Tað verður av røttum tikið til, at børn og ung hava tað fyri at leika og reika á so nógvum pallum, hava nógvar
Í gjárkvøldið vóru nýggju upptøkureglurnar til dagstovnarnar og kommunalu dagrøktina í Havn fyri á býráðsfundi. Síðani í heyst hevur ein arbeiðsbólkur mannaður við tveimum limum úr sosialu nevnd og tveimum [...] kenna reglarnar og hava møguleika at fylgja við, hvat hendir. Tí ræður um, at gera tær so einfaldar sum til ber, sigur Elin Olsen, forkvinna í Felagnum fyri foreldur at smábørnum í Havn. Foreldrafelagið [...] heimild. Endaliga viðgerðin av hesum kærum kann hava ávirkan á upptøkutreytirnar. Neyðugt at justera økini Í nýggju upptøkureglunum til dagstovnarnar verður í fyrsta punkti sagt, at øll sum søkja ansingarpláss
orkestrinum í ár verður í oktober, har eisini føroysk løg, skrivað av bólkinum ?Frændir?, so nógv er at gleða seg til í komandi tíðum. So stendur næsta nýggjárskonsertin eisini á skránni fyri ár 2000, tann [...] nýtt var í ár eitt manskór við. Hetta var sera væl eydnað, tí Tórshavnar Manskór er jú nakað serligt, og ikki er tað heldur so løgið, at teir vóru við, tí ein partur av skránni var jú Soldátarkórið í ?Faust [...] útbúgvin innan musikkskúlan, so her eisini gott í væntu, tí hesi ungu eru jú framtíðin, og tey skulu fáa alt rós uppiborið fyri sína luttøku. At hava felagssang við í konserthøpi, er eisini blivið meir og meir
hvussu tað gekk fyri seg tá í tíðini. Annað er spælið í dag, har grannarnir báðir aftur takast um gullið. Spenningurin er sjálvandi tann sami, men sjálvur heldur Regin, at spælið í dag ikki hevur heilt sama [...] var sera stórur. - Og fagnaðurin var í øllum førum øgiligur, tá vit høvdu vunnið gullið. Og sjálvur haldi eg, at hann var í minsta lagi eins stórur tá, sum hann er tað í dag. Hjá einum bara 20 ára gomlum [...] sama undirhaldsvirði, sum tað hevði tá í tíðini. - Eg má siga akkurát sum er, at mær dámar ikki andan, sum dystirnir í dag verða spældir í. Tað er kanska ov tað, at menn vilja vinna fyri ein og hvønn prís