føroyska og íslendska list í einum altjóða marknaði. Nú varpa vit ljós á bestu klassisku og modernaðu listina úr Føroyum og Íslandi. Náttúran, brigdi og strukturar eru ein reyður tráður í føroysku listasøguni [...] Ruth Smith, sum tey lýsa sum ein av týdningarmestu koloristunum í norðurlendskari myndlist yvirhøvur. Í tíðindaskrivinum stendur soleiðis um Ruth Smith: – Naturens spil, foranderlighed og strukturer, løber [...] Í løtuni er ein uppboðsøla hjá Bruun Rasmussen byrjað, har fokus er á norðurlendska list - harímillum við verkum frá føroysku listafólkunum Ingálvi av Reyni, Hans Jákup Glerfoss, Zacharias Heinesen, Olivur
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í fráboðan, hon hevur sent miðlunum. – Málið er, at vit um eitt ár hava rokkið markinum hjá WHO um undirtøku fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini [...] fingið koppseting, og hon verjir eisini onnur í samfelagnum – m.a. pinkubørn og onnur, sum eru serliga viðbrekin fyri sjúkum. Eftirsum undirtøkan fyri koppsetingum í okkara parti av heiminum hevur verið góð [...] hevur sett mørk fyri, hvussu nógv børn og ung í minsta lagi skulu verða koppsett fyri at kunna veita floksmótstøðuføri, sum verður rokkið tá nóg nógv í einum samfelag eru koppsett. Floksmótstøðuførið
leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Depilinum, skrivaði í sambandi við Alzheimersdagin, sum var í farnu viku: Tá ein fær demenssjúku miðskeiðis í lívinum, hevur hetta við sær heilt aðrar trupulleikar og [...] vaksin, ung og børn í familjuni, hava tørv á serligum tiboðum um stuðul og at hitta onnur, sum hava onkran yngri í familjuni, sum hevur fingið demens. Tá eldraøkið varð flutt til kommunurnar í 2015, hava kommunurnar [...] avvarðandi teirra hava tí serligan tørv á stuðli og fyriskipanir, sum eru serliga tilpassaðar teimum. Í Føroyum eru fleiri fólk undir 65 ár, sum hava demens. Nøkur teirra hava enn ikki fingið tað staðfest, tí
bjóðað.” Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, setur Vestnorden í Høllini á Hálsi, týsdagin 24. september kl. 9:00. Stjórarnir í ferðaráðunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum leggja eisini fram um teirra [...] luttakarunum á túr í teirra økjum. Endamálið er at vísa útlendsku gestunum ein so stóran part av landinum sum gjørligt. Tað er Visit Faroe Islands, sum er vertur fyri tiltakinum í Føroyum. Vestnorden er ikki [...] Árliga ferðavinnustevnan Vestnorden verður hildin í Havn týsdagin og mikudagin í hesi vikuni. Á stevnuni hittast yvir 400 keyparar, seljarar og onnur innan ferðavinnu úr øllum heiminum, eitt nú verða fólk
stig í part. Nummar fýra er HB við 27 stigum. Áðrenn dystin við Løkin millum NSÍ og Víking var Heidi Sevdal kunngjørd sum besti spælari í august mánað. Heidi hevur í nógv á verið ein av profilunum í bestu [...] heiður, sigur Heidi Sevdal. Fult umfar í Betrideildini hjá kvinnum hevur verið um vikuskiftið. Leygardagin vórðu tveir dystir í bólki B, og sunnudagin vóru dystirnir í bólki A, har liðini stríðast um FM, [...] bestu deildini í Føroyum, og í ár er einki undantak. – Eg eri rættuliga bilsin av, at eg bleiv vald hesaferð, tí eg haldi, at fleiri av mínum viðleikarum líka so væl kundu fingið hendan heiður. Men eg eri
– Í kvøld tók eg fyri fyrst ferð í hondina á einum rúmdarmanni. Tað var fryntligi danin, Andreas Mogensen, sum vit hava sæð í rúmdarringrás í vektloysi við føroyska Merkinum og vovna slipsinum hjá Williami [...] Williami Heinesen. Soleiðis skrivar Birgir Kruse í bloggi sínum. – Staðurin, vit møttust, var Gilið á hotellinum Brandan, har ferðalagið, sum íverksetarin Jóhan Mortensen hevði koyrt til Havnar, júst hevði
avrikini hjá telvarunum einsæris. Vit fingu í alt 23 stig í 44 talvum. Stórmeistari okkara, Helgi, hevur ikki verið so virkin í seinastuni, men hann telvaði í veruleikanum sera væl. Hann fekk á tí krevjandi [...] uriasposti, sum 1 borð er, fýra stig í níggju dystum, og hevði hann ikki gloymt klokkuna í fyrsta umfari, hevði úrtøkan verið í samsvari við høga styrkitalið, og tað er í sjálvum sær imponerandi alt saman [...] kom honum aftur um brekku. Teir endaði í einum rókaendatalvi, sum kekkiski stórmeistarin hevði munin í. Hann hevði finnu meira og virknari kong. Her var aftur tap í hendi. So koma vit til dagsins ljósglæmu
millum annað í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um fólkavøkstur. Løgmaður sigur, at bústaðarpolitikkur landsins verður nú dagførdur. – Í hesum sambandi [...] Avbjóðingarnar mugu møtast og loysast í felag – tvørtur um floksmørk og valskeið. – Løgmaður fegnast tí um, at flokkarnir hava tikið væl ímóti áheitanini um at luttaka í tvørpolitiska arbeiðinum um átøk at [...] flokkar tora at fyrihalda seg til viðkomandi og viðkvæmar spurningar um, hvørt almennu skipanirnar í Føroyum hóska til støddina á samfelagnum, ella um tíðin er komin til at umskipa almenna geiran, sigur løgmaður
fólkavøkstur í 2013, hevur havt eina ávísa ávirkan á fólkavøksturin, sum verið hevur í Føroyum seinnu nógvu árini. Tað er tó umráðandi, at tíð og orka verður løgd í at fremja tilmælini í ætlanini og at [...] arbeiðið verður liðugt? Í svarinum vísir sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður soleiðis: – Løgmaður tekur ábendingarnar um, at fólkavøksturin er vorðin minni í størsta álvara, og ivast ikki í, at Heildarætlanin [...] loysast í felag – tvørtur um floksmørk og valskeið. Løgmaður fegnast tí um, at flokkarnir hava tikið væl ímóti áheitanini um at luttaka í tvørpolitiska arbeiðinum um átøk at betra um haldførið. Í heyst verður
til heimildarfilmar, ið snúgva seg um evni í londunum í Ríkisfelagsskapinum. Í alt luttóku 40 fólk úr Grønlandi, Føroyum og Danmark. Grunnurin hevur virkað í 6 ár, og gongur út 31. desember 2024. Filmshúsið [...] Tíðindaskriv: Filmsfólkini hava í rúma tíð arbeitt við heimildarfilmum hvør sær, og endamálið við ferðini er at førleikamenna føroysku filmsfólkini, netverka og viðgerða verkætlanir sum arbeitt verður [...] danska Filmsinstituttið, sum skipar fyri námsskeiði. NordDok er ein danskur grunnur, sum filmsfólk úr Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja stuðul úr til heimildarfilmar. Danska filmsinsitituttið umsitur