Per eisini spælt í orkestri. Hann spældi leingi við í Firvaldi. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri ítrótti, og her var tað serliga hondbóltur, sum hevði hansara áhuga. Hann var eisini kassameistari hjá [...] bert at ringja eftir Per. Hann kom áðrenn hálvtalað var orðið. Per var eitt friðarfólk, og hann var altíð við tí góða orðinum. Hetta er ein signaður eginleiki. Saknaður verður hann. Hetta sást ikki minst [...] Per var føddur 31. mai 1947. Hann var sonur Monu og Tummas heima í Stovu, sum var eitt bóndahús. Teir vóru tveir brøður. Beiggin eitur Hjørleif. Lívsleiðin hjá Per var, at hann fyrst fór í realskúla og síðan
føddur í 1906. Hann fór til skips í 1921 við "Only Sister", har hann var við í fleiri ár. Hann tók stýrimansprógv í 1934, og var síðani bestimaður við fleiri skipum. Men í 1937 fór hann við "Kyrjasteini" [...] ni", sum Jákup Haraldsen hevði latið byggja í Korsør. Grækaris var bestimaður fyrstu árini, men í 1940 gjørdist hann skipari, og tað var hann til 1947. Hann kom tískil at sigla undir øllum krígnum, og [...] Tummas Hans Hansen úr Norðagøtu. Hann hevði annars verið trúlovaður við Oleu og giftist nú við systrini. Grækaris var ein rættiligur fiskimaður, sum var á sjónum stóran part av sínum virkna lívi. Hann var
um. Eg minnist, hvussu eg hvørt kvøld í eitt ár bað Gud um at gera teg fríska. Tað gjørdi Hann ikki, men Hann hevur altíð verið hjá tær og styrkt teg í sorgar- og vónloysisløtum. Hóast tú ikki komst upp [...] er nú burtur, og einki uttan gleði og sæla skal fylgja tær. Omma, takk fyri alt tað, tú vart. Óli Jákup
lutum var hann eisini trúfastur á sínum arbeiðsplássi. Hann var framúr raskur, hann spardi seg ikki, og tað lá væl fyri hjá honum at arbeiða. Okkurt skiftið var hann heima, og tá róði hann út. Hann var vaksin [...] Leirvíkina. Sum aðrir dreingir var hann uppií, frá tí at hann var so frægur, og hann mundi kenna seg mitt í lívinum, sum hann var runnin av, og sum hann helt so nógv av, tá hann róði út við Sjúrði Eliasen, ið [...] Jóhannes í Geilini, sum hann varð nevndur her í bygdini, borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og hann fór ikki langt, men at hann var virdur, og at hann hevði nógvar kenningar
vertin, tí hann var burturstaddur. Tá ið hann kom aftur og frætti, at støðan ikki var góð, kom hann til Føroya at vitja Jákup. Tað var gott lag á monnum, at Jákup helt við danan, at nú mátti hann koma aftur [...] fyri ALS, hann var í tryggingini, og við tí áhuga hann hevði fyri seyði kom hann eisini í hagastýri í Klaksvík. Áhugin fyri skipum hevði hann alla tíðina. Her er eisini eitt minni um Jákup. Hetta er [...] Tað sama gjørdi Jákup. Í 1958 byrjaði Jákup at arbeiða í handlinum hjá Kjølbro á Varpinum, og miðskeiðis í 1960-unum fór hann at arbeiða á skrivstovuni. Tá livdi gamli Kjølbro enn, og hann var nevndarformaður
barndómsfelagnum. Jákup Pauli hevði tíðliga stóran alsk til handverkið. Sum 17 ára gamal kom hann í snikkaralæru hjá Hans í Miðvági. Við sínum nátúrliga nærlagni og myndugleika var hann frá byrjan av ein [...] Næsta stigið hjá Jákup Paula var at fara undir eina útbúgving innan byggilist. Í 1974 varð hann bygningskonstruktørur frá BTH í Horsens. Við sínum handaliga- og bókliga førleika hevði Jákup Pauli eina sera [...] mongu sethúsunum, sum hann hevur konstruera og hartil hevur hann verið bygningseftirlit í útbyggingini av Tekniska Skúla og í fleiri stórum byggjaríum hjá JFK her í býnum. Jákup Pauli kom í fast starv
nakrar dagar, áðrenn hann andaðist. Men dagin fyri hann fór, lat hann okkum vita, hvussu nógv hann vónaði, at hann fór at gerast frískur áðrenn harmonikutúrin við Nørruni, har hann og dótturin áttu pláss [...] andaðist abbi mín, Jákup Esmar Olsen, vanliga nevndur Jákup uppi á Regni, 86 ára gamal. Hóast høgan aldur, var hann alt annað enn mettur av døgum. Eitt eyðkenni hjá abba var nevnliga, at hann mest sum lýsti [...] heilabløðingina, gavst hann ongantíð við at liva. Hann tillagaði seg. Abbi var ómetaliga skemtingarsamur, og skuldi standa illa til, áðrenn látur ikki hoyrdist, har hann var. Hetta tók hann við sær í egningarskúrin
góður vinur at eiga. Um tú bað hann um hjálp, ella spurdi hann til ráðs, so var hann altíð klárur. Hann var vinarligur og fylgdi væl við, hvussu tað gekk mínum børnum, sum hann eisini var gubbi at, og spurdi [...] at tað var ein máti, hann vísti, tá hann var góður við ein. Eg var og vitjaði hann á sjúkrahúsinum. Sótu tveyeini, fingu eitt gott prát, og hann tosaði um, hvussu takksamur hann var fyri allan tann stuðul [...] dag. Hann var til arbeiðis, tá eg fór í song, og tann fyrsti eg sá aftur, tá eg vaknaði. Tá var hann aftur til arbeiðis. Hetta sigur bara nakað um, hvussu arbeiðsamur hann altíð hevur verið. Hann livdi
Góði besti Jákup Andrias. Nú er umleið hálvt ár síðani tú fórt hesi fold frá. Tú vart borin í heim í Kalbak har foreldur okkara búðu á ungum árum inntil umleið 43. Síðani búðu tit hjá ommu okkara í [...] , men hetta bleiv ikki títt lívsstarv. Giftist í 1964 við Lydiu, dóttir Lenu, ættað úr Elduvík og Hans uppi í Geil í Hvalvík. Lydia andaðist í januar 2006 og var tað einsligt hjá tær tá hon var farin. [...] kappríðingarross í fleiri ár, ið æt Stormur, og hesin vann mangt steypið, einamest við Una á baki, tá hann var stórur smádrongur og hálvvaksin. Somuleiðis tín æra at Sandágerð er vorðið ein enn størri
produktivur var hann. Seinast eg vitjaði hann, lá hann á hvíldarheiminum, eftir stóra operatión. Men hóast tað so var lagið gott, og hann segði frá skemtiligum søgum og tilburðum sum altíð. Hann tosaði eisini [...] um Porkening, at hann fortaldi mær um hendingina tá íslendski trolarin Góðanes fór á Flesjarnar og sakk. Hann var sjálvur við einum øðrum íslendskum trolara, sum lá har hjá. Hans Jákup dugdu væl og livandi [...] og so aftur til hús. Hans Jákup búði úti á Velbastaðvegnum og eg í Hornabø, so hóast vit ikki kendust, so gingu vit ofta sama veg. Og á onkran hátt komu vit so at práta saman. Hann gekk á preliminer og