sum tryggja, at útbúgvingarnar verða eftirmettar og mentar, at royndir og sjónarmið hjá lesandi verða tikin við, og at vit regluliga kanna, um útbúgvingarnar framvegis røkka sínum endamáli og tørvinum hjá [...] eftirmetast og mennast regluliga. Lesandi skulu hava ein virknan leiklut, kunning um útbúgvingarnar skal vera greið og álítandi, og universitetið skal nýta viðkomandi vitan og dátur til at menna sítt virksemi [...] virksemi. Endamálið er bæði at tryggja góðskuna, sum er, og støðugt at menna hana. ##med2## Góðska er eisini álit Fyri tey lesandi merkir hetta, at tað skal vera greitt, hvat tey kunnu vænta av einari
Island: Life at the Loniest Farmhouse in the World", og bókin er nú at fáa í H.N Jacobsens Bókahandli. Á Dímunargarði vita tey at siga, at klokkan 16 leygardagin komandi fer Tim Ecott at hava framløgu [...] verið forvitin eftir at frætta um søguna í oynni. Á Dímunargarði vísa tey á, at tað hevur verið bæði hugfarsligt og áhugavert at hava Tim á vitjan. - Hetta hevur eisini fingið okkum at gáa um ríku søguna [...] Bókahandli, har hann eisini fer at signera bøkur. - Undir framløguni fara Óluvá Zakariassen og Tim Ecott at skifta orð um skrivigongdina og evnir úr bókini, vita tey á Dímunargarði at siga.
Teir mettu tað ikki vera nøktandi bert at betra um og útbyggja verandi læknamiðstøðir í Vági ella á Tvøroyri. Kristin Michelsen leggur tó dent á, at læknarnir ikki tóku støðu til staðsetingina. Tað var ein [...] landsstýriskvinnan fer at taka ta avgerðina. Kristin Michelsen heldur, at høvuðsdenturin eigur at liggja á at fáa og varðveita fastar kommunulæknar, so allir suðuroyingar fáa eina støðuga læknatænastu. [...] Lesið eisini: Ikki neyðugt at byggja um heilsumiðstøð verður í Vági Samstundis varð upplýst, at tríggir læknar undir útbúgving ynsktu at venda aftur til Suðuroynna, men at nøktandi arbeiðsumstøður vóru
hesum holdinum er í Havn, og tað var Mona Við Reiðlið Nielsen, sum var fyrsti undirvísarin í Heilsuskúla Føroya, sum ferðaðist norður at undirvísa nýggja holdinum. Undirvísingin fer fram á Sjóvinnuskúlanum [...] m. Skúlaárið er av álvara byrjað og 53 næmingar eru byrjaðir á Heilsuskúla Føroya hesa ferð, skrivar Heilsuskúli Føroya á sínum vanga á facebook. ##med2##
fanst hvassliga at miðlunum og lovaði, at familjan hjá Dianu skuldi verja synir hennara, William og Harry. Nú, nærum 30 ár seinni, sigur hann, at nýggja bókin í ávísan mun hevur sama endamál: at tala fyri Dianu [...] ferð med alla. Hann sigur, at hann heldur tað vera betri sjálvur at greiða frá enn aftur at lesa metingar hjá øðrum, sum í fleiri førum byggja á ósannindi, ið við tíðini eru vorðin góðtikin sum sannleikar [...] Bókin eitur Swan Song: Diana, My Sister og kemur út 22. september. Hetta er fyrstu ferð, at Charles Spencer greiðir so nágreiniliga og opið frá lívinum hjá systur síni og teirri lagnutungu vikuni, tá hon doyði
liðugt enn. Tað gongur rætta vegin, og tað verður vónað, at ÍF fer at spæla í Fuglafirði um tvær vikur, tá ið mótstøðuliðið verður FC Hoyvík. Í dag vann ÍF 9-3 ímóti næstbesta B36 liðnum. Tá ið tað var hálvleikt [...] ár hjá 23 ára gamla Jóan Peturi Jónsson, og hetta var sætta ferðin í ár, at Ruben Møller-Nielsen var málskjútti. Og so var tað, at Martin Klein Joensen fór at gera um seg. Tíggju minuttir undan steðginum [...] ber við sær, at ÍF nú hevur 30 stig. Nú tað resta sjey umfør, eru tað 11 stig fram til FC Suðuroy, sum er á uppflytingarplássi. B36 er á sætta plássi við 23 stigum. Um eina viku fer ÍF at spæla á útivølli
byrjar nú tað, tey rópa landnyrðingsleiðina til flutning úr Asia og vestureftir. Sambært Financial Times byrjar reiðaríið at sigla farleiðina um Arktis hesa vikuna við einum farmaskipi. - Skipið fer at sigla [...] Stórabretlandi, veit ávísin at siga. Tá hetta hevur verið eitt øki við nógvum ísi, hevur tað verið ómøguligt at senda handilsskip úr Asia til Evropa um hesar leiðir. Men, global upphiting og smeltaður polarísur [...] polarísur hevur gjørt, at siglingarleiðin nú er eitt meira realistiskt alternativ til leiðirnar longur suðuri, veit Financial Times at siga.
góð. Hann avdúkar, at sera nógv uppskot eru innkomin til heiðranina av vágbingum aftur í ár. Somuleiðis er hann spentur uppá allar dagarnar og fegnast um, at Nýggjársnevndin fer at skjóta fýrverk á midnátt [...] ABBA Tribute, Norðkraft og Danny and Vetoos fara at framføra. Pallstjórur verður Bjørn H. Bech. Magnus Dahl setir Ljósfestina 2026 Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági [...] Vági. Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti. Frá 1995
verður neyðugt at broyta vápnalóggávuna, tí tað sambært djóravælferðarlógini er bannað at skjóta kóp við høgli. Støða skal eisini takast til, hvør kann fáa atgongd til veiðuna og lóglig vápn, og veiðifólk skulu [...] land. Tað er eisini eitt uppvakstrarøki hjá toski og upsa. Havstovan hevur kortini ikki savnað miðvísa vitan um, hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnarnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tað er torført [...] toskastovnin og aðrar fiskastovnar, serliga nú toskastovnurin leingi er illa fyri, stendur í svarinum. Heldur rúm vera fyri kópaveiðu Bárður á Steig Nielsen heldur, at kópastovnurin eigur at verða gagnnýttur
forðingar fyri at luttaka í undirvísingarskipanini verða beindar burtur; at læraraførleikar og skúlar verða mentir; og at neyðugar stuðulsskipanir, eisini teknmál, verða tryggjaðar; og at landsfevnandi leiðreglur [...] so skjótt og munagott sum gjørligt. ST-sáttmálin loyvir ikki at bíða ov leingi við at seta rættindi í verk. Sostatt er neyðugt at seta mál, freistir og fígging. Bannið móti mismuni og skyldan at veita rímiliga [...] ð, verður tað roknað sum vanligur skúlarakstur. Tað sama eigur at vera galdandi fyri leikur, sansaútgerð og onnur menningaramboð á Skúlanum á Trøðni. Landið varðar av skúlanum, og saman við hesi ábyrgd