føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja. Veljið fegin tvær klokkutíðir sum ynski 1 og ynski 2. Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið [...] Tíðindaskriv: Hósdag 13. august verður høvi at vitja umborð á fronsku fregattini Auvergne, sum liggur við kai í Havn. Fýra ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út, og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð: [...] skotbráið er stutt. Seinasta freist at tekna til, er mikudag 12.august kl. 17. Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn
krúnprinshúskið býr. Hann hevði biðið um at verða latin leysur við eini sonevndari umvendari fótleinkju. Hon skrásetur, hvar persónurin er, og gevur ávaring, um viðkomandi fer inn á ávís øki. Rætturin gekk tó [...] sambært NTB, at framvegis er vandi fyri, at Høiby fremur nýggj lógarbrot. Marius Borg Høiby er ikki formliga limur í norska kongshúsinum. Hann varð føddur, áðrenn Mette-Marit gjørdist unnusta og seinni kona [...] dómin viðvíkjandi neyðtøkunum og einum ákærupunkti um harðskap í nærsambondum. Áður sat Høiby í vanligum fongsli, men vegna heilsustøðuna hjá Mette-Marit fekk hann loyvi at vera frælsisskerdur á Skaugum
verður skúlin 50 ár og hevur soleiðis eina hálva øld aftanfyri seg. Hetta verður hátíðarhildið við eitt nú lagkøku, kaffi og te, og her eru øll hjartaliga vælkomin. - Tað hevði glett okkum at sæð bæði fyrrverandi [...] næmingar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu. Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at á hátíðardegnum verður eisini eitt [...] eitt búmerki, sum kommunan hevur latið skúlanum, avdúkað. - Klokkan 15 henda hósdagin verða talur, sangur og framløga av nýggja búmerkinum. Føðingardagurin í Kvívík endar við konsert í skúlagarðinum, sum
børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar [...] øllum. Harafturat hevur tað eisini stóran týdning, at børn sleppa at dyrka sínar gávur og uppliva, at tey duga og hava nakað at geva. Harafturat eiga vit at hava skipanir, sum byggja á álit. Børn mennast [...] heimsins besta samfelag fyri børn. Men tað krevur, at vit tora at hugsa øðrvísi og laga skipanirnar til børnini, heldur enn at vænta, at øll børn passa inn og laga seg til skipanina. Tí sum orðatakið sigur
middegi hósdagin 27. august, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Tað verður trivnaðarnevndin í kommununi, sum fer at viðgera uppskotini, og nevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin uppskot [...] uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu man metir, at hetta er til gagns fyri borgarnar í kommununi. - [...] verður handað til setanina av mentanardøgunum í Sunda kommunu, sum í ár verða 11. – 20. september. - Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2026, siga tey í kommununi
Á Vestmannadøgunum í ár fer Vestmanna kommuna aftur at heiðra ein persón ella felagsskap, sum hevur skarað framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina. - Ársins herðaklapp verður [...] in hin 5. september, tá kommunan fer at bjóða til morgunmat í ítróttahøllini. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at nú kunnu borgarar senda inn uppskot um, hvør eigur at fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum [...] eigur at fáa heiðurin. Uppskot kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 - ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo, og freistin at senda inn uppskot er mánadagin 24. august. Vestmannadagarnir verða í døgunum
granskarar og ikki til almenningin. Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at [...] Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar. Dómsnevndin fer at meta uppskotini [...] øðrum. Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin
skrivar, at eisini á Føroyabanka var eitt sindur av lús at síggja, og fiskurin hevði onkur smá sár. Er ov nógv til, og fiskurin stendur tættur, fær hann ofta lús og aðrar sjúkur. - Haldi, at trupulleikin [...] Tá lús var at síggja á fiskinum, var tað gott tekin, søgdu teir gomlu, tí tá var nógv til. Soleiðis var eisini í 2019 og 2020. Tá var so nógvur toskur til, at hann svam á land. Ein vísir á, at sjógvurin [...] Maðurin spyr tískil, um tað eru aðrir, sum hava lagt hetta til merkis í summar. Tað eru fleiri, sum viðmerkja á tráðnum hjá manninum, sum fiskar við ferðafólki, og tað eru eftir øllum at døma fleiri, sum vita
arbeiðspláss, og var hon ein góð fyrimynd fyri onnur. Vit høvdu sera gott samstarv, og var tað altíð stuttligt og áhugavert at práta við Hildigarð. Vit kundu tosa um alt frá at dekka borð rætt og til alla verðins [...] altíð samband, og var tað altíð stuttligt at tosa saman og minnast á gamlar dagar og annars tað, ið rørdist í samfelagnum. Hildigarð var ein av teimum, ið var við til at byggja land og leggja rygg til [...] ein sera góður og dugnaligur starvsfelagið og stuðul, og gjørdi hon sítt til, at arbeiðið við at fáa heilsuútbúgvingarnar til Føroyar gjørdist veruleiki. Um sama mundi, sum vit fóru undir at arbeiða við
upplýst, hvussu nógv tey eru. Heldur ikki er enn greitt, um løgreglan fer at krevja, at ein ella fleiri av teimum handtiknu verða varðhaldsfongslað. Kelda: Vísir [...] Ein maður varð álvarsliga skaddur og fluttur á Landspítalan, har hann seinni doyði. Stutt eftir hendingina varð ein persónur handtikin. Grannar hava greitt frá, at teir sóu tveir menn renna frá húsinum [...] sæddur steðga mitt á gøtuni uttan fyri húsini. Onkur hevur greitt frá, at menninir runnu móti bilinum. Grannar hava eisini hoyrt róp og skríggj úr húsinum. Umleið tveir tímar eftir hendingina gjørdi løgreglan