landafrøðiliga soleiðis fyri, at útgangsstøðið fyri rúmdarvinnu í Føroyum er sera gott. Hetta, saman við at Evropa ynskir egnar førleikar innan rúmdarvinnu, skapar fortreytir fyri, at Føroyar kunnu vera ein [...] sama grundarlag er fyri at senda lutir í ringrás. Føroyar væl staðsettar Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjarni Kárason Petersen á, at rúmdarvinnan er ein skjótt vaksandi vinna kring heimin. – Føroyar [...] í Føroyum, og um landsstýrið sær møguleikar í at menna eina føroyska rúmdarvinnu. Millum annað spyr hann, um føroyskt lógargrundarlag er til staðar fyri at seta upp og reka jarðbundna infrakervi, sum samskiftir
Mánadagin bórust boðini, at Hans Jørgensen úr Miðvági var farin, 81 ára gamal. Hans var javnaðarmaður alt lívið. Hann plagdi sjálvur at siga frá, at fólkapensjónin, sum kom í 1958, hevði stóra ávirkan [...] Føroya Kommunufelag. Men politikkur var fyri Hans meira enn størv og álitispostar. Hann trúði upp á tað solidariska samfelagið. At vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, og at samfelagið skal geva øllum góðar og [...] av, at tað skuldi bera til at liva og virka kring alt landið. Hetta vóru sjónarmið, sum gingu aftur, tá Hans sjálvur skrivaði um politikk. Hans var eisini virkin í Hjartafelagnum í nógv ár. Eftir at hann
næmingum betri førleikar fyri at røkja sínar skyldur sum lærustovnur, har børn og ung læra og trívast. Tað verða fleiri lærarar, betri og breiðari fakkunnleiki, størri møguleiki fyri at næmingalaga undirvísingina [...] ikki. Men bygdirnar er livandi. At tað er langt at ferðast er í flestu førum heldur ikki eitt argument longur við okkara væl útbygda samferðslukervi. Tað er trygt og lætt at flyta bæði næmingar og starvsfólk [...] sum eigur at vera royndur, er at allir skúlarnir á Sandoynni verða skipaðir sum ein skúli, tá fingu vit ein skúla í oynni, sum fekk allar teir møguleikar, sum størru skúlarnir hava við at skipa serlig
ungum hevur við sær. Royndir við at banna snildfonum, eitt nú í skúlum, hava víst góð úrslit fyri sálarligu og sosialu heilsuna hjá børnum. Ráðslimirnir vóru samdir um, at vælferðin hjá børnum og ungum í [...] í útnorðri hevur so stóran týdning, at londini eiga at bera skjótt at. Snyrilsmálið í Grønlandi Sonevnda snyrilsmálið í Grønlandi varð eisini umrøtt á ársfundinum. Stutt undan fundinum vórðu tvær frágreiðingar [...] lagdar fram. Tær snúgva seg um: samstarv um mentanararv í útnorðri samstarv um at verja AMOC-havstreymin at skapa nýggja vón fyri vælferðina hjá ungum í útnorðri stuðul til samstarv millum queer-felagsskapir
to call a war a war, to condemn barbarity and voice your protest, sum Screen Daily endurgav hann fyri at siga. Í fimm stjørnaðum ummæli, sigur Morten Kildebæk í Soundvenue: "I sin fængslende nye film skildrer [...] Sergei Loznitsa Stalins Sovjetunionen som en klaustrofobisk og mareridtsagtig labyrint – designet til at fare vild og forsvinde i." Mikudagin visa vit hann í Filmsfelagnum. Kom við! Filmsfelagið 9/9 kl 20:00
bilførari fekk klipp fyri at brúka handhildna fartelefon undir koyring. Harumframt fekk ein bilførari bót, tí at hann manglaði nummarplátuna framman. Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um, at smálutir vóru stolnir
jum er, at tørvurin at útvega fleiri grundstykkir í kommununi er átroðkandi. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, hevur góðar skúlar, stovnar og frítíðar- og ungdómstilboð, so lunnarnir undir at menna kommununa [...] Eyðstein Zachariasen. Hann vísir á, at í 2025 seldi kommunan bert tvey grundstykkir. Í desembur 2025 samtykti býráðið at lækka kostnaðin á grundstykkjum, og hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí higartil [...] økunum hjá kommununi. Borgarstjórin vísir á, at fyri fíggjarætlanina 2026 var væntaða inntøkan frá persónsskatti sett á 88 mió. krónur. Higartil í ár, fyri 8 mánaðar, er inntøkan hjá kommununi frá per
verandi meistararnir, og vunnu gestirnir at enda dystin 31-29. Marita var noterað fyri tvey mál og somuleiðis tvey upplegg til mál. Nykøbing-Falster hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. [...] Yvir 1.600 áskoðarar vóru mikukvøldið møttir í SPAR NORD Boxen høllini í Nykøbing Falster fyri at síggja Maritu Mortensen og liðfelagarnar í Nykøbing Falster spæla dyst móti meistaraliðnum, Team Esbjerg
Sjálvsagt harmast vit á Smyril Line um, at nýggja skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði [...] skaða. Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið fer undir sigling aftur. Sjálvsagt
í kvøld. Í Royal Stage Arena í Hillerød eydnaðist tað Jóhan og liðfeløgunum í Skanderborg-Aarhus at vinna ein tepran 34-33 sigur á Nordsjællandi. Í steðginum var munurin eisini eitt mál. Tá var Skander [...] eitt brotskast. Skanderborg-Aarhus hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Magnus Árason og liðfelagarnir í Mors-Thy taptu í Skjern Bank Arena 32-35 fyri Skjern. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Magnus [...] Magnus var ikki millum málskjúttarnar í kvøld. Mors-Thy hevur tvey stig fyri tríggjar dystir.