n stíl. Hann hevur vællaðaða grund undir sínum spæli. Hjá honum er tað teoretiska og strategiska í hásæti. Her hevur hann munin á Høgna. Hann hevur størri tryggleika í sínum spæli. Men í tí taktiska og [...] staðfesti sína støðu sum besti telvari í Føroyum við ógvuliga sannførandi avriki og úrsliti í FM-einstaklingakappingini, sum endaði í Finsen í dag. Helgi var ósigraður í Landsliðsbólkinum og vann øll talvini [...] Telvingarfelag, sum í næstum fyllir 100, hevur saman við Talvsambandi Føroya skipað fyri árligu FM-kappingini, sum endaði í dag. FM-bólkurin hevur ongantíð verið so væl mannaður sum í ár. Undantøkini eru
sum var settur í verk í Føroyum í 2009, er enn ikki til fulnar innførdur í føroyska lóggávu. Tað hevur enn ikki verið politiskt ynski, og av tí sama eingin vilji, at lýsa rættindini í sáttmálanum greiðari [...] d og tænastur. Í grein 38 í lógini verður sagt, at „viðlíkahaldsvenjing verður veitt persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku hevur ella er í vanda fyri at fáa [...] virkisføri, og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni.” Um vit fara inn á heimasíðuna hjá Almannaverkinum, so stendur, at „ert tú í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur, er heimabúgvandi og hevur parkinson
einki at siga um tað: ”Í barkanum dvølur orðið ósagt, / tað er mikumorgun, / rúmini liggja køld og tóm, / og tú veitst als ikki, / hvussu tú hevur tað”. Í fyrstani taka onnur lut í sorgini við heilsanum [...] blómurnar á grøvini eru følnaðar, eru minnini eftir tann deyða mannin allastaðni: ”Djarvast helt eg teg vera, / tá tú ruddaði út í klæðunum har niðri. / Tú helt stóra grøna jakka hansara upp fyri teg. / Tá var [...] At tað er hon, sum hevur ræðið og letur onkran doyggja, sum vit halda átti at liva. Sum Jóan Pauli Dahl Jacobsen sigur í nýggja yrkingasavninum, Protesur.”Tað lekur úr lívinum, / og tú góðtekur ikki for
ætlanin hjá Firouz Gaini, professara, sum kannar broytingar í familjumynstrinum í Føroyum sæð úr sjónarhorninum hjá føroyskum monnum, hevur kastað nýggja vísindaliga grein av sær, Hetta skrivar Fróðsk [...] pápar í Føroyum hava í dag. Hon tekur støði í empiriskum tilfar úr etnografiskari kanning, har samrøður hava verið gjørdar við pápar kring landið. Greinin viðger spurningin um sokallaða “nýggja mannin”, sum [...] árini hevur arbeitt nógv við. Er føroyski pápin “modernaður” ella “siðbundin” ella nakað heilt annað? Ella bæði í senn? Endamálið er at endurtulka ráðandi fatanir av pápaleiklutinum við støði í empiriskum
við miklari undran, sæð Føroya Arbeiðsgevarafelag tosa um at avtaka serskipanir, tí tað vantar arbeiðsfólk í Føroyum í løtuni. Líka síðan 1870’unum hava føroyingar leitað sær burtur í lond at vinna sær pening [...] knýtt at sjónum. Og hóast tað manglar arbeiðsfólk í Føroyum, kann man ikki bara flyta øll, ið starvast uttanlands, heim. Arbeiðir tú soleiðis, mást tú í so fall eisini laga útbúgvingarmøguleikarnar eftir [...] nøktandi. Fiskimenn í Norðurlondum gjalda fullan skatt her heima, undantikið teir, sum sigla í Grønlandi, tí har hevur Føroya Landsstýri gjørt av, at teir skulu gjalda allan skattin í Grønlandi. Sami flokkur
er byrjað sína ferð í menning. Eitt menniskja - einstakt! Einki kann koma í staðin fyri akkurát hetta menniskja - serstakt. Egið fingramerki, egið dna, egin útsjónd, sum nú spírar í móðurlívi. At kalla [...] barnafamiljur ella barsil, ja so kann samfelagið vaska sær hendurnar og siga: tú hevur sjálv valt at fullføra barnsburð, tú hevði annað val. At brúka fosturtøku sum kvinnurættindi er eftir mínum tykki at [...] Suk hjerte brist ikke. Eg kenni meg púra fremmanda á kvinnudegnum í ár. Nú jørðin enn einaferð hevur verið runt, so fór enn ein kvinnudagur forbí. Ein dagur, tá vit steðga á og rætta kumpas. Hvar eru vit
eru treytirnar í hesum spælinum. Eg havi enn ikki sæð ein venjara, ið ikki sendir besta liðið hjá sær á vøllin. Tað er nakað vit allir eiga at gera. Um tú stendur teg væl, so spælir tú. Um tú ikki spælir [...] tapti ígjár 0-2 fyri Leiknir í dysti á útivølli í Lengjubikaranum. Patrik Johannesen er uttanfyri við skaða, og Klæmint A. Olsen var ikki við í hópinum hjá Breiðabliki ígjár. Í samrøðu við fotbolti.net sigur [...] kappingarneytin hjá tær, ja so spælir hann, sigur Óskar Hrafn Þorvaldsson. Íslendska meistaraliðið hevur ein stóran og breiðan hóp, og tað fer at krevja nakað av Patriki og Klæminti at sleppa á liðið hvørja
politiska mótinum í fremstu røð. Tað ber nóg illa til í einaveldislondum, har politikarar sum Fidel Castro í Cuba, Kim Il-Sung, fyrsti leiðarin í Norður Korea, og Muammar Gaddafi í Libya sótu í ávikavíst 49 [...] merki til hendan framsókna mannin, sum hevði sitið í bakskutinum á Havnarbátinum og nú ætlaði sær fram í rong – í framskutin – á bonaðu fjalunum – har sum valdsins tannhjól taka í hvørt annað. Politikkur [...] forsetasessin í ÍSF, har hann sat fyri endanum í væl meiri enn eina fjerðingsøld. ##med2## ##med3## Onkur hevur havt á munni, at politikkur ávirkar fólk á sama hátt sum turvelvandi drøgg. Hevur tú fyrst fingið
upp á kostskúlum í London og Repton, seinni fór hann á hægri tónleikaskúla í Manchester, og síðani legði hann leiðina út í heim. Fyrst til Íslands, har hann skuldi vera í eitt ár, men var í næstan tretivu [...] beinum, hóast byrjanin var trupul, og í nógv ár hevur hann verið profilur í føroyskum tónleikalívi. ##med2## Eftir at Bernharður var fluttur til Føroya, arbeiddi hann fitt í Íslandi og ferðaðist nógv ímillum [...] tíðini fótaði hann sær í føroyska tónleikaumhørvinum, og eftir at korona órógvaði so mangt, hevur hann ikki verið so nógv í Íslandi. – Tað var kanska ikki so løgið, at eg endaði í Føroyum, tí mamma mín
tær eru ymiskar í vavi, men eru sum heild stuttar og í bundnum formi. Ein annar partur av leistinum er, at tær eru yrktar yvir alt tað, sum vit menniskju ganga og hugsa um, og sum hevur týdning fyri okkara [...] Brend ( www.folkakirkjan.fo ) - - - Hevur tú hug at lesa dagligu bønirnar hjá Jógvan Steintún, ber til at fara inn á Facebook-síðuna hjá Fólkakirkjuni. Hesa síðuna finnur tú við trýsta her. [...] rímiliga kompakt. Hann helt tó íðin á, og kundi 28. juli í fjør staðfesta, at hann hevði rokkið máli sínum, nú allar hesar mongu og ymisku bønirnar høvdu sæð dagsins ljós. At tað nú ber til at lesa tær á Fac