Breiðablik tapti uttan Patrik og Klæmint

Íslendska meistaraliðið hevur stóran hóp, og hørð kapping er um plássini

Mynd: Breiðablik

Breiðablik uttan Klæmint A. Olsen og Patrik Johannesen á liðnum tapti ígjár 0-2 fyri Leiknir í dysti á útivølli í Lengjubikaranum.

 

Patrik Johannesen er uttanfyri við skaða, og Klæmint A. Olsen var ikki við í hópinum hjá Breiðabliki ígjár.

 

Í samrøðu við fotbolti.net sigur høvuðsvenjarin hjá Breiðabliki, Óskar Hrafn Þorvaldsson - Um aðrir eru betri enn Klæmint, so situr hann á beinkinum. Soleiðis eru treytirnar í hesum spælinum. Eg havi enn ikki sæð ein venjara, ið ikki sendir besta liðið hjá sær á vøllin. Tað er nakað vit allir eiga at gera. Um tú stendur teg væl, so spælir tú. Um tú ikki spælir eins væl og kappingarneytin hjá tær, ja so spælir hann, sigur Óskar Hrafn Þorvaldsson. 

 

Íslendska meistaraliðið hevur ein stóran og breiðan hóp, og tað fer at krevja nakað av Patriki og Klæminti at sleppa á liðið hvørja ferð. Spennandi verður at fylgja gongdini. 

 

Mynd: Breiðablik