nóg ringt sum er í grannalagnum. Háhúsabygging fer at lýta umhvørvið og hóvar ikki saman við hesum gamla stolta miðbýi í metropolinum í Norðuratlantshavi. Vit hava ivaleyst av lendi í Suðurstreymi at seta [...] Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn Eg havi ongantíð ivast í, at núverandi minniluti í Tórshavnar Býráð heldur enn fegin vildi sleppa at halda fram ta vandalismuna, sum ferð aftaná ferð seinastu 40 árini [...] tað skilagóða varðveitingararbeiði, sum gjørt er í gomlu Havnini úti í Tinganesi og á Reyni. Her fáa vit framvegis rákan av fortíðarinnar umstøðum í ymsum tíðarskeiðum, sum er so neyðugur fyri nútíðina
Við trimum málum í teimum trimum UEAF-Cup dystunum, sum hann hevur spælt í ár, er einki løgið í, at Bergur Midjord hevur vunnið sær eina sterka støðu í hópinum hjá B. Verður árið í fjør talt við, siga [...] eftir at B36 hevði mist ein mann. Hvat tosaði liðið um í hálvleikinum. - Vit gjørdu av at flyta ein mann fram í álopið og annars hava tríggjar í verjuni. So skuldu vit so royna við longum bóltum, so vit [...] meira saman við, at tað hevur gingið væl í landskappingini, og tí eru spælararnir væl fyri í so máta. Vit hava roynt at hildu fast um góðu gongdina, sum vit hava havt í Føroyum, og so hevur venjarin eisini
sum livdi í vónini, vann sín dyst móti SÍ í Trongisvági. Heldur ikki í hesum dystinum var nakar ivi. Tað var bert í tí fyrsta settinum, sum TB vann 25-22, at eitt sindur av spenningi var í. Tey bæði næstu [...] besta kvinnuliðið í landinum. Spenningurin í meistaradeildini hjá kvinnum helt sær til seinasta umfar, tí Mjølnir og TB lógu ájavnt í stigum, men Mjølnir hevði betur settmun. TB livdi í vónini Bæði Mjølnir [...] er einki at taka seg aftur í, at talan hevur verið um eitt framúr gott ár hjá kvinnunum hjá Mjølnir. Í februar mánað vunnu tær steypakappingina, tá ið tær í finaluni bastu júst TB. Leygardagin var greipan
innan nevndararbeiðið, er framferðin í slíkum førum aloftast, at í øllum førum ein – og kanska tveir – av fyrrverandi nevndarlimunum halda fram í nýggjari nevnd. Og í hesum serstaka førinum vildi tað helst [...] skipanin í FSF-reglunum bar við sær, at Aganevnd og Yvirkærunevnd skuldu veljast. Í Aganevndini, sum avloysir kærupartin av Kappingarnevndini, er ikki loyvi hjá limunum at hava aðrar nevndarsessir í FSF, og [...] undantaki av Sigmundi Poulsen, sum er varalimur í Yvirkærunevndini. Tað var nevnliga eitt gruggandi element av teimum stóru, at skotini undir kæruviðgerðini í fjør í fleiri førum vórðu vend móti advokatskrivstovunum
yvirgangur móti ósekum muslimum í USA. BBC vísti í áhugaverdari sending í vikuni á, hvussu ákæruvaldið í USA ger alt fyri at útvega følsk prógv og vitni fyri at fáa ósekar muslimar í USA fyri yvirgang. Hetta [...] brýtir lóg og rætt. Tað var tí heldur ikki av ongum, at pakistanski leiðarin í røðu í ST í vikuni heitti á víðgongdu kreftirnar í bæði Vesturheiminum og muslimska heiminum um ikki at byggja upp eitt jarntjald [...] hava sæð nokk til, hvussu tey víðgongdu í muslimska og tí kristna heiminum brenna brýr heldur enn at byggja brýr. Flest allir eygleiðarar í dag eru samdir um, at Bush í alt ov stóran mun lurtar eftir sínum
neyvan nakað undantak í so máta. Afturat sær í álopinum hevur Súni Fríði millum annað tveir ungar og evnaríkar spælarar í Kristian Anthon Andreasen og Jóhan Petur Poulsen. Eisini í verjuni hava toftamenn [...] ávísum trýsti í nógvum dystum, og tá koma verjan og ikki minst málverjin hjá B68 at hava avgerandi leiklut. Júst á málmansplássinum hevur B68 í fleiri ár verið rættuliga væl fyri, tí teir í íslendinginum [...] avloysaran hava toftamenn funnið í Runavík. Teir hava nevnliga leigað unga Tórð Thomsen í NSÍ. Tórður var eitt skifti í fjør leigaður út til ÍF, so hann hevur longu roynt seg í Formuladeildini. Ungi runavíkingurin
virksemi, Byggi Service hevur í dag, nevnir Jón Danielsen Tinghúsið og Føroya Sparikass í Hornabø í Havn, eins og felagið eisini ger eina handilshøll í Rituvík fyri Klement Petersen í Runavík. Arcticon, sum mest [...] selt felagnum Arcticon í Havn Byggi Service. Arcticon, sum nú hevur keypt Byggi Service, er nýtt byggifelag. Tað varð stovnað í vár, og stjóri er Jón Danielsen, sum fram til 31. mars í ár var stjóri á Ski [...] var á Skipasmiðjuni á Skála í tvey ár, og undan tí var hann átta ár í starvi hjá byggifelagnum J&K Petersen, har hann millum annað hevði ábyrgdina av arbeiðinum, felagið gjørdi í Íslandi. Jón Danielsen sigur
hátíðarhaldi í kvøld í Nýggjustovu hjá Listasambandi Føroya varð avdúkað, at ungi yrkjarin, Beinir Bergsson, fær 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022. Nevndin í grunninum [...] fyri debutyrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin í 2018, og Sólgarðurin var í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022. At gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum nú verður [...] frustratiónina soleiðis: Orðini kámaðust alsamt, tey grulvaðu longur niður í hálsin. Í neyðstøðuni koyrdi hann hondina inn í munnin fyri at fáa fatur á ljóðunum. So hann endiliga kundi hoyra, hvørji tey
styrkjast og betri umsetast í verki úti í samfelagnum. Setrið eigur í størri mun at lata dyrnar upp út í samfelagið, og samfelagið eigur í størri mun at gagnnýta ta serfrøði, sum er í føroyska granskingarumhvørvinum [...] so vantar politisk raðfesting av granskingini í Føroyum. Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðing um granskingina á Fróðskaparsetri Føroya í 2022, sum júst er komin. Hetta skrivar gransking.fo. Fróðskaparsetrið [...] sterku varðar, sum vísa Føroyum veg inn í framtíðina. Ársfrágreiðingin fyri gransking í 2022 á Fróðskaparsetrinum veitir eitt yvirlit, sum vísir stóra menning í føroyskari gransking og eina breidd av serfrøði
eisini í Havn! Skal nakað byggjast uttanfyri bøgarðarnar í Havn, so er tað tíverri bert við áhaldandi trokan og togan fyri at fáa Bústaðir at síggja møguleikarnar kring landið. Meðan Bústaðir í Tórshavnar [...] feskt dømi um hetta er seinasta stóra bústaðabyggingin, sum nú er í gongd í Fuglafirði, har ein privatur stigtakari saman við kommununi fór í gongd við eina verkætlan har, sum tað tíverri ikki eydnaðist teimum [...] skal fara í gongd við líknandi verkætlan. Eg sakni stórliga ein veruligan vilja hjá Bústøðum til sjálvi at raðfesta og taka stig til bústaðabyggingar í landspørtunum kring landið. Vinnan byggir í Havn, bankarnir