Toppskjútti hjá B36

Hóast hann bert er 20 ára gamal, so hevur Bergur Midjord longu nú fingið serstøðu, tá tosast skal um altjóða uppgávur hjá B36. Og hóskvøldið var hann aftur millum teir allar besta í einum sonnum liðavriki

Við trimum málum í teimum trimum UEAF-Cup dystunum, sum hann hevur spælt í ár, er einki løgið í, at Bergur Midjord hevur vunnið sær eina sterka støðu í hópinum hjá B. Verður árið í fjør talt við, siga hagtølini fýra mál í fimm dystum, og hóast hann eisini hevur sýnt máltev í heimligu kappingini, so ber hetta boð um ein spælara, sum trívist framúr væl á grasi. Einum undirlagi, sum ofta setir eyka krøv bóltførleikan og tað at hugsa skjótt. Júst nakað sum eyðkennir Berg, og eisini hóskvøldið taldist hann millum avgjørt bestu menninar í einum framúr liðavriki hjá B
Og sjálvur helt hann eisini, at ein partur av frágreiðingini var, at tá slíkir dystir eru á skránni, so gevur mann kanska tað lítla pettið eyka.
- Tað er í øllum førum lætt at seta seg upp til ein slíkan dyst. Tað er jú eitt lið úr superliguni, sum vit skulu spæla ímóti, og sjálvur var eg eisini sera keddur um, at eg ikki fekk verið við í fyrra dystinum.
So hevði tað kanska eisini verið 2-2 har niðri?
- Ja, kanska, sigur hann stórflennandi.

Valdu at satsa
Beftur var heldur ikki ósamdur í, at B36-liðið var sera væl tendrað til dystin, soleiðis at teir alt fyri eitt fóru hart inn í nærdystirnar. Nakað sum mótstøðuni ikki dámdi nakað serligt. Men tað, sum imponeraði einamest, var, hvussu spælið bleiv, eftir at B36 hevði mist ein mann. Hvat tosaði liðið um í hálvleikinum.
- Vit gjørdu av at flyta ein mann fram í álopið og annars hava tríggjar í verjuni. So skuldu vit so royna við longum bóltum, so vit kanska kundu skapa okkurt. Vit vildu niðan eftir vøllinu, so vit kundu vinna dystin.
Tann parturin eydnaðist so ikki, og ístaðin var tað FCM, sum kom víðari. Men hóast tað, so helt Bergur, at í B36 hava tey alla orsøk at vera nøgd um samlaða avrikið í kappingini.
- Tað eru vit heilt víst, og vit hava alla orsøk at vera ernir av hesum.
Og uppskriftin, hvør hevur hon verið.
- Vit hava givið alt. Vit hava verið væl skipaðir, vit hava ikki bakkað í nærdystunum, og so hava vit eisini roynt at spælt fótbólt.
Tit hava heldur ikki tókst so bangnir, sum føroysk lið ofta eru. Hava tit arbeitt nógv við mentalu síðuni av hesum í ár?
- Tað hongur helst meira saman við, at tað hevur gingið væl í landskappingini, og tí eru spælararnir væl fyri í so máta. Vit hava roynt at hildu fast um góðu gongdina, sum vit hava havt í Føroyum, og so hevur venjarin eisini verið sera dugnaligur til at fáa okkum at halda okkum til einstøku uppgávurnar. Teir lutirnir samanlagt hava nokk verið fremstu orsøkirnar til góðu úrslitini, helt Bergur Midjord at enda.