stuðlar atsóknum á jørðini í Rafah«. USA heldur ikki, at Ísrael eigur at fara víðari við ætlanum um innrás, uttan so, at landið kann vísa, hvussu tað vil verja hundraðtúsundtals av palestinska fólkinum. Sambært [...] Ísraelska krígsráðið hevur gjørt av, at eitt hernaðarátak í Fafah heldur fram við tí máli at kroysta Hamas at lata gísla leysar. Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í kvøld sambært [...] Ísraelsku boðini koma, eftir at palestinska rørslan Hamas hevur sagt, at hon hevur góðtikið eitt uppskot um vápnahvíld í Gasa frá Qatar og Egyptalandi. Netanyahy sigur, at Hamas-uppskotið lagt frá líkur krøvini
Norðurlondum fevna um undirvísing í málunum í hinum Norðurlondunum, eisini um mál, mentan og samfelagsviðurskifti í Føroyum, Grønlandi og Álandi. Vit vilja styrkja felags kunnleikan um og fatanina av teimum [...] halda fram at menna felagsnorðurlendskan samleika og á tann hátt virka fyri, at Norðurlond eru heimsins mest samantvinnaða øki. Í stórum pørtum av Norðurlondum verður eitt skandinaviskt mál tosað, um somu [...] halda fram at liva og mennast í eini tíð, sum er merkt av talgilding og vitlíki, altjóðagerð og flyting. Tann norðurlendski málpolitikkurin leggur seg aftrat teimum tjóðarbundnu, og savnar seg um at tryggja
gestirnir løgdu í seinna hálvleiki ongantíð so nógv fyri í álopspartinum, at tað kostaði nakað í verjuni. Og so var tað, tá ið klokkan vísti 93+ minuttir, at ÍF minkaði um munin, tá ið vongverjin í høgru Elvio [...] kastaðu fuglafirðingar alt fram í álop í vón um, at tað skuldi eydnast at vinna eitt stig, men tá vóru bara sekund, til Alex Troleis bríkslaði fyri síðstu ferð, og so vann Skála. ÍF – Skála 0-2 (0-2) 0-1: [...] niðurflytingarpláss. Inntil vanliga leiktíðin var farin og tríggjar minuttir meiri enn so, sá tað út til, at talan fór at vera um tryggan sigur við teimum báðum málunum, sum Skála skoraði í fyrra hálvleiki. Tað
kunningarstovurnar fyriskipað, skrivar Suðurrás. Ónskvøldið komu 10 sjálvboðin til Vágs. Talan var um føroyingar og útlendingar – í alt 6 tjóðskapir (Føroyar, Danmark, Polland, Canada, USA og Svørríki) [...] útsýnið eystur yvir Vágsbygd og vestur í hav. Byrjað var tórsmorgunin at arbeiða og arbeiðið helt fram fríggjadagin. Arbeiðið gekk sera gott – lagið var gott og arbeiðsmoralurin var høgur. Tá høvuðsuppgávan [...] gjørdu eina gangibrúgv yvir eitt illa slitið stykkið á rásini vesturi á Eiðinum. Umframt at arbeiða, so hava tey sjálvbodnu uppliva eitt sindur av tí, sum Vágur hevur at bjóða. Tey dansaðu føroyskan dans
hjá EB/Streymi. So var spennandi. EB/Streymur spenti álopsbogan í vón um, at tað fór at eydnast at skora og harvið at vinna eitt stig, men bogin brast. Heldur var tað Víkingur, sum økti um leiðsluna til [...] eftir treytunum hjá heimaliðnum, men tá ið ein lítil hálvur tími var farin, fekk Víkingur hol á, og so vóru tað gestirnir, sum vóru omaná. Leiðslumálið skoraði Finnur Justinussen, sum nú hevur skorað seks [...] EB/Streymi. Fimm minuttir undan leikloki kveiktist spenningurin av nýggjum. Eftir horna og aftur og fram var tað EB/Streyma miðverjin og liðformaðruin Andras Ó. Olsen, sum við høvdinum sendi bóltin dygst
støðum og málmøguleikum, so kendist tað sum um, at tað var tættari, at B68 fór at økja um leiðsluna, heldur enn at NSÍ fór at javna. Petur Knudsen var í vinstru hvassasta álopsvápnið hjá NSÍ. Heimamenninir [...] harvið at styrkja um stðuna í botnstríðnum, har B68 eftir sjey umfør hevði eitt stig. B68 var grammari í nærdystunum, og inntil tað restaðu átta minuttir, var tað NSÍ sum rann aftaná. So var tað, at innskifti [...] vóru NSÍ spælararnir ikki so grammir. Teir runnu minni fyri hvørjum øðrum, enn heimamenninir, og teir vunnu fáar nærdystir. Leingi sá tað út til, at B68 fór at halda tørn um leiðsluna, og út frá støðum
kapitalisman sigra, so tað gellir eftirí! Tað er stóra verksmiðjan, sum Varðin Pelagic bygdi á tí gamla havnalagnum eitt symbolskt dømi um. Varðin fekk fólksins svimjandi ogn til gávus, og so kvitteraðu teir [...] verður Ukraina innlimað í NATO, so verður kríggj. Og tað var júst tað, sum RAND Corporation og aðrir kríggjsstrategar vestanfyri droymdu um, at fáa eitt kríggj við Rusland, so teir kundu tæða ríkið sundur [...] var føddur ein kongur, og hann gav boð um, at øll dreingjabørn í Betlahem og har um vegir frá tvey ár og niðureftir skuldu drepast. Søgufólk eru tó ymisk á málið um, hvussu nógv dreingjabørn blivu dripin
soleiðis, sigur Njál um uppgávuna. Hóast Njál Mackay Djurhuus er farin væl um pensjónsaldur, so er hann framvegis sera virkin í Frelsunarherinum í Oslo. Arbeiðið við søguni um føroyska Frelsunarherin [...] søguna um Frelsunarherin. – Roynt hevur verið at fáa tað mesta við, men tað er ógjørligt at fáa alt við, sigur Njál Mackay Djurhuus og leggur afturat: – Tí vil eg eisini biðja um fyrigeving, um onkur [...] Djurhuus, sum nú hevur Mackay til millum navn, fær hann flenna: – Ofta havi eg sitið so leingi, at konan hevur biðið meg um at koma í song. Njál Mackay Djurhuus dugir ikki at seta dato á, nær hann fór
meg meiri í uppgávuni og saman við øðrum staðið fyri ymiskum tiltøkum, sum hava til endamáls at fjálga um okkara kirkjulið. Inntil onkur heitti á meg um at gerast kirkjuráðslimur havi eg annars [...] í sær í frið og náðum sleppa at vera kirkjufólk uppá okkara egna máta. Uttan at vera hartað ella fordømd av øðrum kirkjufólkum ella prestum frá høgum sjálvgjørdum pedistalum. Í arbeiðinum sum k [...] fleiri góðtaka ikki øll menniskju, so sum tey eru. Um tað var í einari privatari samkomu, hevði eg undrast og ypt øksl. Hvør skal siga: tað mugu tey um. Men vit tosa um almennu fólkakirkjuna, sum er á
Eg havi góðar vónir um framtíðina ,” sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á Posta. Posta væntar væl betur úrslit i bæði 2024 og 2025. Málið hjá Posta er, at tað fyri kundan skal vera so smidligt og ómakaleyst [...] hevur Posta arbeitt við at tillaga skipanir, arbeiðshættir og tænastur til talgildingina, sum fer fram kring heimin. Góð úrslit eru rokkin, serliga innan KT-økið. Í árinum tóku vit eitt stórt stig móti [...] viðskiftafólk og borgarar til talgilt samskifti. ”Vit hava eina uppgávu fyri framman, sum snýr seg um at gera virksemið enn meira kappingarført, tillaga virksemið til broytingarnar í marknaðinum, seta