Skála sigur farvæl við botnin

Tapið í oyggjauppgerðini í Fløtugerði ber við sær, at ÍF framvegis er niðast á støðutalvuni

Uppflytararnir á Skála rigga til at fara úr Fuglafirði. Í viðførinum hava teir 2-1 sigur ímóti ÍF. Hetta er triðja ferðin á rað, at skálamenn hava vunnið stig. Eftir 1-1 í Sørvági endaði heimadysturin ímóti B68 síðsta mánakvøld við 3-1 sigri, og í dag vunnu teir 2-1 í Fuglafirði.

 

Skála er á sjeynda plássi við 10 stigum. ÍF hevur saman við B68 eitt stig og harvið eru tað níggju stig frá skálamonnum og aftur til niðurflytingarpláss.

 

Inntil vanliga leiktíðin var farin og tríggjar minuttir meiri enn so, sá tað út til, at talan fór at vera um tryggan sigur við teimum báðum málunum, sum Skála skoraði í fyrra hálvleiki. Tað fyrra setti Karl Martin Johansen miðskeiðis í hálvleikinum í netið við brotssparki, og tað seinna var miðvallarin Ragnar Skála skrásettur fyri. Hann smekkaði til úr eitt sindur spískum í høgru, og spurningurin er, hvørju megin handara stólpan bólturin hevði farið, um ikki ÍF liðformaðurin Karl Løkin í roynd at bjarga var so óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál.

 

Eftir steðgin royndi ÍF at leggja trýst á, men tað var sjáldan, at tað eydnaðist at vinna góðar støður, og teir báðir fremstu menninir, Uros Stojanov og Jhon Mena Perez høvdu fáar og smáar royndir ímóti málinum.

 

Skálaverjan var væl skipað, og gestirnir løgdu í seinna hálvleiki ongantíð so nógv fyri í álopspartinum, at tað kostaði nakað í verjuni.

 

Og so var tað, tá ið klokkan vísti 93+ minuttir, at ÍF minkaði um munin, tá ið vongverjin í høgru Elvio Gelmini skoraði mál, sum fer at vera evni til ársins mál. Eftir ÍF horna og eitt sindur av aftur og fram dalaði bólturin fyri føturnar á Gelmini, sum av brotsteigarmarkinum eitt sindur í høgru høgdi til, og bólturin tók handara stólpa dygst undir samankomingini, áðrenn hann fór í netið.

 

So kastaðu fuglafirðingar alt fram í álop í vón um, at tað skuldi eydnast at vinna eitt stig, men tá vóru bara sekund, til Alex Troleis bríkslaði fyri síðstu ferð, og so vann Skála.

 

 

 

ÍF – Skála 0-2 (0-2)

 

0-1: Karl Martin Johansen br

 

0-2: Ragnar Skála

 

Dómari: Alex Troleis

 

ÍF: Jákup Jónsson – Tór Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum – Elvio Gelmini, Bogi Reinert-Petersen, Tonni J. Thomsen, Kasper Sommerstedt, Gundur E. Petersen – Uros Stojanov, Jhon Mena Perez

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen – Karl Martin Johansen, Teitur Poulsen, Ragnar Skála, Dávid Johansen – Carlos Ferreira