Hetta er minst 4. prixkappingin, teir taka sær av. Tað er ikki altíð Finnur, sum er tøkningur, men hann hevur verið ofta. Og Pauli, sum hetta kvøld er tøkningur hjá Rúna og Bjarna, er heldur ikki altíð [...] eisini heitt. Teir hava uppgávuna at framleiða ljóðið, sum fer í útvarpslurtini kring landið. Edvard er eitt slag av framleiðslustjóra og er eisini viðmerkjari og ummælari eftir ymsu framførslurnar, innan teir [...] arbeiðis handan leiktjøldini, ja, ikki bara handan leiktjøldini, men uttan fyri pall og hús, men við eini sera týdningarmiklari uppgávu. Teir eru teir við praktisku uppgávunum, sum tó krevja hegni og dugnaskap
miðdepil fyri báðar familjugreinarnar á Hamri og í Garðsenni. Sum ungdómar og vaksnir hevur tað verið ein sjálvfylgja at koma suður so ofta sum til bar. Hetta var okkara annað heim, sum altíð stóð opið [...] framburð fyri fólkið, sum annars mátti av bygdini fyri at vinna sær fyri sína útkomu. Sigvald dugdi sera væl við ungdómi, og hevði tað rætta tolni og viljan at læra ungdómin tað arbeiði, ið skúlin ikki lærdi [...] komin illa fyri. Tað munnu vera mangar ær og lomb, sum hann við sínum meistarliga hegni hevur bjargað. Veðrahaldið í Hvalba er ein táttur fyri seg. Kappingin um størsta og besta veðrin hevði tó ikki hansara
orðum sum upplesarin, og tá hann er komin nøkur ørindi út í henda fyrsta kapittulin lesa teir báðir í takt. Hetta er ikki bara ein vanlig ramsa fyri hann, men hetta er nakað sum hann kennir, nakað sum hann [...] ara. - Tað er ikki tí, eg lurti ikki nógv eftir útvarpinum. Men eg brúki bandupptakarin nógv, tá eg skal lurta eftir Bíbliuni, sigur Eliesar. Hann er so mikið sjónveikur, at hann kann ikki lesa í Bíbliuni [...] ljóðar úr bandupptakaranum. - Ja, soleiðis er tað. Har er hvørt orð satt, sigur Eliesar. Til minnis um seg Sunnudagurin er fyri Eliesar ein serstakur dagur, sum hjá so mongum øðrum trúgvandi fólki. Dagurin
Hon var eitt lívstykki sum fáur. Var altíð í góðum lag og so sera skemtingarsom. Hon mintist væl og dugdi so væl at siga frá. Tíbetur er nógv av hesum varðveitt. Útvarpið hevði fyri nøkrum árum síðan eina [...] skuldi standa, sum hon hevði sagt tað. Gamla hevði neyvan góðkent nakað annað enn tað, sum hon hevði sagt. Hon helt ikki, at hetta var nakað at káva útyvir, og so skuldi tað heldur ikki gerast! Eitt stuttligt [...] hava hoyrt nakað. Nei, tað høvdu tey ikki. Hon spurdi, um tey áttu nakra kettu, sum kann hava verið orsøkin. Nei, hetta var so heldur ikki frágreiðingin.Hvussu var og ikki, seinni vísti tað seg, at tað var
Ólavur Klakk er kendur um alt landið, sum tann skrálandi Ólavur Presley á odda fyri sínum Dirty Rag Rags, sum av og á framvegis trínur fram á onkran pall og undirheldur. Men tað er ikki tónleikur, vit [...] - Ja, eg byrjaði sum frítíðaravloysari tann 21. juni 1967, og her eri eg so framvegis, staðfestir Ólavur uttan at nakað liggur aftan fyri røddina, sum kundi týtt upp á, at hann ikki er glaður og errin av [...] nógv er broytt, síðani hann byrjaði. Ein tann størsta broytingin er, at í dag er ikki so nógv kropsligt arbeiði. - Tá eg byrjaði, varð alt gjørt við hond. Í dag stendur man í staðin framman fyri maskinur
heldur ikki heilt so nógva útgerð umborð, sum teir høvdu fyrr og útgerðin, sum nú er umborð, er ikki annað enn tað, sum væntast kann at vera umborð á einum vanligum fiskiskipi. ?I dag eru russarar ikki øðrvísi [...] tey skip, sum koma til Føroyar, er Kjartan Dam Joensen, sum nú er yvirtollari. Sostatt var hann eisini umborð á nógvum russiskum skipum hesa tíðina at hava tolleftirlit. Og hann sigur, at ann er rættiliga [...] n hjá skiparanum. Tað var sum um at tað var hesin kommiserurin, sum umboðaði statin og skiparin umboðaði skipið. Hann sigur, at tað vóru so gott sum ongantíð trupulleikar sum so við russisku skipunum,
bryggjuna sum eina sonevnda spunskai, í staðin fyri at byggja hana við betongkistum, sum er ein munandi sterkari konstruktión. Ein spunskai verður vanliga gjørd har tað ikki er ábært, men í hesum føri er opið [...] Landsynningur og mórubotnur er ikki nøkur góð kombinatión, men útvið ein milliard eru óluksáliga nógvir lærupengar. Tað veljarin kanska kann læra av søguni er, at tað ikki altíð loysir seg at velja politikarar [...] opið fyri havalduni. Kombinatiónin av mórubotninum, havalduni og eini veikari konstruktión gjørdi, at spunsveggurin ikki helt, og komast mátti aftur um. Kostnaðurin av hesum er ókendur, men slíkt er hvat
heima. Hetta tykist at vera nakað, sum als ikki hevur nakra rímiligheit yvir fyri Løgtinginum, tí formaðurin hevur skyldu at umboða Løgtingið hvørja ferð. Sama pláss sum Drotningin Í grundini hevur løgt [...] løgtingsformaðurin júst somu skyldu, sum Drotningin hevur, tá ið ein sonevnd Drotningarunda er. Drotningarundan varð innførd í 1909. Tað er løgtingsins formaður, ið á sama hátt sum Drotningin, útpeikar ein for [...] leiklut sum Ríkisovastin, átti ongantíð at forða fyri, at Drotningin verður lítisvird, heldur ikki Krúnprinsurin og Krúnprinsessan ella kongshúsið í síni heild. Frættist víða um lond Vit, sum valdu lø
og tað er altíð spennandi at vita, hvussu teir nýggju fara at standa seg, sigur hann. Liðið skal spælast saman Spælarar sum Janus Joensen, Kári Nielsen, Hans Pauli Samuelsen, Bergur Midjord, sum er skaddur [...] eitt nýtt lið saman, og tað tekur altíð nakað av tí. Vit fara ikki á vøllin fyri at tapa nakran dyst, men fólk skulu kanska hava eitt sindur av toli fyrstu tíðina og ikki seta ov stór krøv til liðið, sigur [...] spælarar sum Henry, Ballack og Gudjohnsen, og hann hevur sanniliga eisini gjørt eitt mál. Óli Johannesen er tann føroyski fótbóltsspælarin, ið hevur spælt flestar landsdystir, og hóast hann nú er blivin
virðiliga líka til tað síðsta. Tit áttu tvey børn og trý deilig ommu- og abbabørn, sum Jonhard var so ómetaliga glaður fyri. Altíð klárur at koyra tey, um tey skuldu onkustaðni. Hann gleddi seg eisini til at [...] hesa sjúkuna afturat. Tað var tað allar ringasta, sum kundi henda. Góði Jonhard, eg og mín familja hava so ómetaliga nógv gott at minnast afturá. Tú var altíð so glaður, tá vit komu inn á gólvið hjá tykkum [...] Bæði á Hvítanesi og uppi í Børkugøtu. Ja, tað er tungt at síggja stigarnar liggja í túninum og málingablikkini standa órørd. Góða Jonna, tú verður heldur ikki gloymd. Tú var nógv um Jonhard og passaði hann