Reyða Bók
? Tey russisku skipini, sum vóru í Føroyum undir kalda krígnum, vóru ikki bara fiskiskip.
Tað er Kjartan Joensen, yvirtollari, rættiliga vísur í.
Í Reyðu bók hjá Bent Jensen, søgufrøðingi, eru eisini tey russisku fiskiskipini, sum vóru í Føroyum undir kalda krígnum, løgd undir sjóneyku.
Ímeðan kalda kríggið herjaði, vóru nógv russisk fiskiskip í Føroyum. Men tað vóru nógvir føroyingar, sum vóru púra sannførdir um, at talan í veruleikanum var um njósnaraskip.
Tað var ófta víst á, at russarar gingu runt alt landið og tóku myndir av firðum og sundum bensinstøðum og øðrum áhugaverdum støðum og at russarar gjørdu nógv burturúr at mála føroyskar firðir upp.
Fólk heftu seg eisini við, at russisku skipini høvdu merkiliga nógvar antennur á brúgvatakinum og nógv ivaðust heldur ikki í, at russisku fiskimnninir í veruleikanum vóru vælvandir hermenn, sum kundi taka Føroyar í eini handavending.
Í Reyðubók tekur Bent Jensen nógv av hesum uppaftur. Men hann sigur, at hóast onki ítøkilig prógv eru fyri, at russisku fiskiskipini eisini njósnaðust, er tað bæði møguligt og sannlíkt, at tey gjørdu tað og at fiskimenninir í veruleikanum vóru hermenn, sum høvdu til uppgávu at sabotera hernaðarlig og sivil mál í Føroyum.
Í øllum førum ivast hann ikki í, at russiska fregnartænastan njósnaðist í Føroyum.
?Alt annað hevði eisini verið at misrøkt sína skyldur, sigur Bent Jensen.
Vóru ikki bara fiskiskip
Ein av teimum, sum hevði skyldu at fara umborð á tey skip, sum koma til Føroyar, er Kjartan Dam Joensen, sum nú er yvirtollari.
Sostatt var hann eisini umborð á nógvum russiskum skipum hesa tíðina at hava tolleftirlit.
Og hann sigur, at ann er rættiliga vísur í, at russisku skipini vóru ikki bara fiskiskip.
? Øll skipini høvdu ein serligan kommiser við. Eg veit ikki um hann var hermaður, men í hvussu so er, umboðaði hann onkusvegna statin og tað var týðiligt, at hann hevði onkran myndugleika umborð, umframt myndugleikan hjá skiparanum. Tað var sum um at tað var hesin kommiserurin, sum umboðaði statin og skiparin umboðaði skipið.
Hann sigur, at tað vóru so gott sum ongantíð trupulleikar sum so við russisku skipunum, men var nakað, var hesin kommiserurin altíð við, saman við skiparanum fyri at tryggja at alt kom í rættlag.
Yvirtollarin sigur, at tá ið teir komu umborð at hava tolleftirlit, var tað ikki alt, sum skipararnir vildu svara uppá.
Tað var heldur ikki allastaðni umborð á skipinum, at tollvaldið slapp framat og teir sluppu heldur ikki at framat øllum skjølum umborð.
? Tá ið vit so spurdu teir, hvørji ørindi, teir høvdu í Føroyum, høvdu teir onkuntíð frágreiðingar, sum ljóðaði eitt sindur ivingarsamar.
Kjartan Dam Joensen sigur, at hann er bundin av tagnarskyldu, so hann kann ikki fara í smálutir.
Men tað kom eisini fyri, at tollvaldið góðtók frágreiðingarnar
? Vit merktu onkuntíð, at skipararnir ikki rættiliga tordu at siga ov nógv og tá vildu vit ikki leggja teir undir trýst, men góðtóku tær frágreiðingar, teir komu við.
? Tað leyp eisini í eyguni at síggja russararnar, tá ið teir fóru í land. Teir vóru altíð í bólki og teir høvdu altíð hendan serliga kommiserin við.
Kjartan Dam Joensen heldur eisini, at skipini høvdu óvanliga nógva útgerð umborð, men hvat hon varð brúkt til veit hann ikki.
Støðan er nógv broytt
Tó leggur Kjartan Joensen afturat, at russararnir, sum eru í Føroyum nú á døgum, eru nógv øðrvísi, enn teir vóru tá.
Og broytingarnar tóku seg upp í takt við at Sovjettsamveldið syndraðist.
? Kalda kríggið er liðugt og russisku skipararnir og russisku manningarnar eru nógv meiri opinskáraðar og fyrikomandi nú, enn tær vóru fyrr.
? Tað er heilt týðiligt.
? Nú svara teir uppá tað, sum teir verða spurdir um og vit sleppa at síggja tað umborð á skipinum, sum vit vilja sleppa at síggja.
?Nú er tað heldur ikki óvanligt at síggja russiskar fiskimenn ganga einsamallir í býnum, tað gjørdu teir ongantíð fyrr.
Kjartan Dam Joensen sigur, at nú hava skipini heldur ikki heilt so nógva útgerð umborð, sum teir høvdu fyrr og útgerðin, sum nú er umborð, er ikki annað enn tað, sum væntast kann at vera umborð á einum vanligum fiskiskipi.
?I dag eru russarar ikki øðrvísi enn nøkur onnur fiskiskip, so tað er stór broyting hend, sigur Kjartan Dam Joensen.