hvussu samfelagið arbeiðir víðari eftir, at ein avgerð er tikin. – Standa vit eftir sum eitt fólk í einum landi, ella missa vit fótafestið og lata gamla ósemjudjevulin fáa valdið? spurdi Kristrún Frostadóttir [...] og fer at standa saman um at fáa ein so góðan sáttmála sum gjørligt fyri landið. Vísti á søguligar ósemjur Í røðuni umrøddi forsætisráðfrúan eisini fleiri av stóru ósemjunum í íslendskari søgu, millum annað [...] politisk semja kann fáast um í staðin at styrkja EBS-sáttmálan og tryggja, at Ísland lýkur tær skyldur, sum landið hevur átikið sær sambært sáttmálanum. – Um fólkið ikki ynskir at fáa ein limaskapssáttmála á
stórur trupulleiki. – Vit vilja verja vøkru náttúruna, men fólk mugu eisini sleppa at njóta hana, sigur hann við Kringvarpið. Hann vísir á, at størri ampi er av stórum akførum, sum stundum koyra oman fram
fingið løn fyri sín kleyvarskap og vánaligu fyrireikingar. Vit eru von við, at føroysk lið vera burturdømd í evropeiskum dystum. Nú hendi tað eisini uttanfyri vøllin. KÍ stendur til at spæla dyst móti AB á [...] til flúgving í norðurhøvum, og ikki eitt maltesiskt leiguflogfelag, ið ikki hevur fólk og útgerð, sum er ætlað til flúgving í norðurhøvum. Í sama viðfangi hevur UEFA als ikki lurtað eftir KÍ í hesum málinum
leggur Guðrun Gripsheygg dent á, at hon skal klára tað sama sum hini børnini, og sum foreldur stuðla tey henni við tí sum er trupult. Tað sum Guðrun oftast hoyrir, tá hon greiðir frá at dóttirin er fødd [...] Servitanin á Ríkissjúkrahúsinum var stór, men tað var eisini svárt, tí hvønn dag skuldi dóttirin kannast, eitt nú fyri heilabløðingar, tí børn sum eru fødd ov tíðliga eru í vanda at fáa heilabløðingar [...] tað er heppið at vit hava hvørja aðra. Tað var neyðugt at vera serliga varin tá fólk komu at vitja. - Øll gleða seg til at vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða
gera fleiri skrivligar uppgávur á skúlanum undir skipaðum umstøðum. – Vit hava ein veruligan trupulleika við ov nógvum ungum, sum brúka vitlíki á ein hátt, ið ger, at tey missa týdningarmikla læring og [...] útbúgvingunum í Danmark. Ein av størstu broytingunum er, at skúlar skulu taka í nýtslu skipanir, sum hava eftirlit við skíggjanum hjá næmingum undir próvtøkum, so tað verður lættari at avdúka sník við [...] Serliga fegnast felagið um, at allir skúlar nú kunnu fáa somu skipan fyri eftirliti undir próvtøkum. Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu
avbjóðingum í sambandi við ES – ikki minst tá tað snýr seg um fiskivinnuna. – Ísland er eitt samfelag, sum eisini hevur øgiliga nógva fiskivinnu, sigur Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið. Hann vísir á, at [...] verður stýrd úr Brússel, og tað vilja føroyingar sjálvandi ikki hoyra talan um, tí tað primert er tað, vit liva av, sigur landsstýrismaðurin. Tí heldur hann, at gongdin í Íslandi kann fáa týdning fyri føroyska [...] framtíðar viðurskiftini við ES. Ein íslendsk kanning frá juni vísir, at góð 53 prosent av teimum, sum ætla sær á fólkaatkvøðu, ætla at siga ja til at taka ES-samráðingarnar uppaftur. Størsta undirtøkan
umleið ein kilometur frá einari bulgarskari kompressarastøð, sum er partur av einari gassleiðing úr Turkalandi til Ukraina. Sprongistaðið var eisini bert 200 metrar frá einari rumenskari kompressarastøð við [...] bulgarska verjumálaráðnum benda fyrstu kanningarnar á, at talan var um eina dronu av einum slagi, sum ukrainski herurin vanliga brúkar. Myndugleikarnir hava tó onga orsøk til at halda, at dronan varð send [...] við AFP, at Ukraina er í sambandi við bulgarsku myndugleikarnar fyri at fáa greiðu á hendingini. – Vit kunnu við vissu siga, at ukrainsku herdeildirnar ikki við vilja hava beint nakað hernaðarútgerð móti
er 46 ára gomul, úr Havn og útbúgvin fólkaskúlalærari. Hon hevur arbeitt sum lærari í meira enn 21 ár og hevur eisini royndir sum deildarleiðari, samskipari og við ymiskum námsfrøðiligum uppgávum. Hon hevur [...] felagsskapi, sigur hon við heimasíðuna hjá HB. Sanna Vitalis hevur verið nógv í og kring HB-húsið sum mamma, stuðul, hjálparvenjari og trivnaðarsamskipari. Nú fer hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum [...] frá einum øðrum sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu gera tað enn betur, sigur hon. Umframt at skapa trivnað í HB-húsinum skal hon seta seg inn í
halda, at tørvur er á eini breiðari ætlan, sum fevnir um fyribyrging, hjálp og viðgerð til tey, sum verða rakt, men eisini um lógarbroytingar og viðgerð til tey, sum fremja kynslig brotsverk. Eiga kynslig [...] brotsverk. Teir vísa á, at nógv, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað. – Vit eiga at gera upp við hetta [...] verður dentur lagdur á, at nýggja heildarætlanin eigur at verða gjørd í tøttum samstarvi við KRIS, sum í nógv ár hevur arbeitt við hjálp, ráðgeving og viðgerð á økinum. Harumframt verður mælt til, at h
í Barentshavinum, sum eru latin upp fyri oljuboringum, eru ísfrí eins og Norðsjógvurin. Tí er vandin fyri oljulekum og øðrum umhvørvisárinum minni, siga norðmenn. Noreg hevur eisini ført fram, at virksemið [...] samstundis dent á, at Noreg hevur rætt til at menna tilfeingið í Barentshavinum, eisini um ES er ímóti. – Vit fara at menna hesi økini. Síðan verður tað upp til ES, um tey vilja seta eitt fyribils bann [...] virksemið tryggjar arbeiðspláss og búseting í norðaru pørtunum av landinum, sum liggja upp at markinum við Russland. Terje Aasland hevur varhugan av, at ES lurtar eftir norsku sjónarmiðunum. Hann leggur samstundis