og tað gleðast vit sanniliga eisini um, leggur stjórin afturat. Tað er einki at siga til, at gott og ringt veður ávirkar roknskapin hjá einum tryggingarfelagi: Roknskapurin eftir eitt lýtt og gott summar [...] hondum. – Tilverugrundarlagið hjá Betri Trygging er nokk so einfalt: Tá ið illa vil til hjá okkara kundum, so traðka vit til og hjálpa. Fyri føroysk húsarhald og føroyskar fyritøkur – og harvið ein stóran [...] stendur fyri durum, er felagið væl bjálvað til tíðina fyri framman: – Heystið er ein serlig árstíð. Sjálvt navnið á árstíðini eitur jú eftir hesum fyribrigdinum: altso tað at heysta – savna saman og leggja í
ið vórðu sendir til Skånes Universitetssjukhus? Í svarinum til spurning 1 sigur landsstýriskvinnan, at upphæddirnar í talvuni niðanfyri eru tiknar úr Búskaparskipan Landsins (BSL). Tað verða ikki skrásett [...] men í svarinum hevur Sjúkrahúsverkið mett, hvat land, veitarin hoyrir til. Dátur finnast ikki aftur til 1976 í BSL, men aftur til 1997. Fyrivarni má takast fyri, at skrásetingarháttur og játtanarháttur [...] at tølini gerast so smá, at tað kann gerast ov lætt at eyðmerkja, hvørjar sjúklingar talan er um. Talva 1. Útreiðslur til sjúkraviðgerð uttanlands, býtt á lond ##med2## Til spurning 2: – Sambært Sjúkr
orsøkum ber ikki til at asfaltera brekkuna endaliga, fyrr enn arbeiðið er heilt liðugt. - Hetta er eitt sindur øvugt arbeiðsgongd. Vanliga byrja vit frá høvuðsleiðingini og arbeiða okkum fram til brúkaran, men [...] Tíðindaskriv: Arbeiðið at leggja fjarhita til Landssjúkrahúsið er byrjað á sjúkrahúsinum, so graviarbeiðið á økinum kring sjúkrahúsið er fyrsta stig í verkætlanini, ið skal vera liðugt sum skjótast. - [...] fyri at fáa arbeiðið á økinum rundan um Landssjúkrahúsið liðugt, meðan veðrið framvegis er við okkum. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa slættað brekkuna aftur, áðrenn illveður og kuldi koma, so sjúkraf
manninum eisini. Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv børn vit hava sent av landinum, og vit kunnu heldur ikki siga ítøkiliga hví. Tørvur á at kenna søguna Tað er sjálvandi ikki gott, at vit ikki vita [...] Eftir áhaldandi at hava víst á, at tað ikki er í lagi, at vit senda børn og ung av landinum, umhugsar landsstýrið nú at seta eina kanning í verk um hetta. Tað eru sera góð tíðindi! Umsiting og lógarverk [...] lóggávu á økinum í 2006. Tað er sera trupult at fáa neyvt innlit í barnaverndarøkið í Føroyum. Bæði tí økið er sárt og privat, men eisini tí umsitingin er býtt millum land og kommunur. Tað staðfestir svarið frá
Á Fróðskaparsetrinum fegnast vit um politiska stuðulin til menning av kampus til Fróðskaparsetrið, til at raðfesta nýggjar lestrarbústaðir og til at veita teimum lesandi betri fíggjarligar umstøður. Alt [...] vaksandi útreiðslunum. Vit eru sannførd um, at Fróðskaparsetrið spælir ein avgerandi part, tá tað kemur til at tryggja framtíðar føroyska langtíðarhaldførið. Ovurstóra ungdómsfráflytingin upp á 40 prosent [...] Føroyum, er stagnerandi. Við at bjóða dygdargóðar og viðkomandi hægri útbúgvingar til ungar føroyingar – og skapa eitt gott lestrarumhvørvi við kampus og lestrarbústøðum – kunnu vit minka munandi um fráflytingina
hava rætt til eitt gott lív" - sett á skinnaran, men sambært svarinum hjá landsstýrismanninum er ikki líkt til, at átakið hevur verið nóg munagott. - Hóast hetta átak uppliva vit framvegis, at tað eru nógvir [...] landstinginum, og í Sermitsiaq í løtuni er grein um fyrispurning og svar í einum slíkum máli. Her er tað landstinglimurin, Jens Napaattooq, sum spyr landsstýrismannin í sosilum málum, Bentiaraq Ottosen, um
Víkingi, og hann tók av beinavegin, og setti bóltin í netið. Tað gingu tó bert sjey minuttir, so hevði Helgi Guðjónsson sent bóltin í netið til javnleik 1-1. Beint undan steðginum fekk danski, Nikolaj Hansen [...] Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum á oddaliðnum, Víkingi Reykjavík eitt gylt høvið at økja um frástøðuna til Val og Stjörnuna. Gunnar var við frá dystarbyrjan, tá Stjarnan í kvøld frammanfyri 1.500 áskoðarum [...] góðum stútara. Víkingur var leingi á sigurskós, men tá klokkan vísti 90 minuttir javnaði Stjarnan til 2-2, tá Örvar Eggertsson aftur skoraði fyri heimaliðið. Men seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði
skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egan f [...] afturgjaldsevnunum hjá landskassanum og 2) at Moody’s metir tað sera sannlíkt at Danmark, við hægstu kredittmeting á AAA, kemur Føroyum til hjálpar í kreppu. Grundleggjandi kredittmetingin (BCA) er aa3 [...] ESG-rating. ESG ratingin sigur nakað um váðar sum stava frá: Umhvørvi, til dømis broytingar í veðurlagi. ( E nvironment) Sosialt umhvørvi, til dømis um, hvussu útreiðslutrýstið frá vaksandi tal av eldri fólki
vist givið honum gott í beinið frá heilt ungum árum. Helst var tað hetta og onkur viðfødd gáva, ið gjørdi at hann hevði eitt heilt serligt tekki fyri at handfara djór, líkamikið hvat slag tað var. Djórini [...] hini, so visti man at tað var Júst sum reið undan hinum. Fólk sum hava havt til fragd at hyggja eftir kappríðing, kenna heilt vist eisini Júst - Í samfull 40 ár var hann frásøgumaður til kappríðingar hjá Føroya [...] ikki var sum onnur, so ivaðist man ongantíð at hann var góður við familjuna og tað er heilt vist, at tað hevur gjørt honum gott, at hava ein so tryggan stuðul, sum Ingrid hevur verið honum øll árini. Fyri
– Tað er ikki tað sama sum at rýma úr flokkinum. Lesið eisini: Ikki fyrstu ferð Helgi hóttir við at rýma - Jú eg veit at tað kann vera spennandi at “stramma yvirskriftir,” men tað er ongantíð gott at