føroyinginum hevur verið stórur, og fleiri útlendsk feløg skulu hava havt eyguni eftir honum. Skotskir miðlar meta tó Hearts vera favoritt at fáa undirskriftina. Aron Benjaminsen hevur verið millum mest eyðsýndu [...] að letur aftur 3. september, tveir dagar undan steypafinaluni. Ógreitt, hvussu nógv Hearts rindar Tað er ikki greitt, hvussu nógv Hearts rindar fyri føroyska spælaran. Kringvarpið skilir, at upphæddin [...] ár. Hann hevur skotið níggju mál og lagt upp til átta onnur í landskappingini. Sambært Portal.fo er tað bara Árni Frederiksberg hjá KÍ, sum hevur fleiri málstig í føroyskum fótbólti í ár. Aron hevur eisini
førleikar sínar og finna seg sjálva aftur. Støðan noyðir alla familjuna at endurskoða bæði framtíðina og tað sambandið, sum tey hildu vera liðugt. Trine Dyrholm og David Dencik spæla høvuðsleiklutirnar. Filmurin [...] Sjónleikarakvinnan Nora og systir hennara, Agnes, verða aftur savnaðar við pápanum Gustav, sum hevur verið burtur úr lívi teirra í langa tíð. Gustav var einaferð ein kendur filmsleikstjóri og ætlar nú at gera [...] leikstjórn. Les meira um filmin . 300.000 krónur til vinnaran Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins hevur verið latin síðan 2002. Hon verður latin einum filmi, sum er rótfestur í norðurlendskari mentan, hevur høgt
Tað fyrsta ferðamannaskipið í ár, Ocean Explorer, kom á Havnina 5. mai. Síðani hava ferðamannaskip verið ein vanlig sjón í høvuðsstaðnum, og serliga í juli og august hava vitjanirnar verið nógvar. Sambært
seinastu sjey árini hava tænt í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Ein tíð, undirstrika tey, sum tað hava verið sera fegin um. Nú kallaði tó Suðuroyggin og fólkið, ið har býr. Biskupur skipaði Jákup Erlingsson
arbeiðsleysu hevði verið uttan arbeiði í ein til tríggjar mánaðir. Tey vóru 35 prosent av øllum teimum arbeiðsleysu. Í juli høvdu 40 fólk verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til 12 prosent [...] Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør. Umroknað til [...] var talið 288. Tað eru 38 færri enn í juli í fjør. Fulltíðararbeiðsloysi merkir, at tíðarskeiðini hjá teimum arbeiðsleysu verða roknað saman til fulla tíð. Hava tvey fólk til dømis verið arbeiðsleys í ein
orðini liggur eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til. Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað er hann, ið stendur [...] løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar er eingin samráðingarrættur. Tað veit arbeiðsgevarin. Tað vita politikararnir. Og tað vita fakfeløgini eisini. Vit hava longu frammanundan sæð, hvussu lønardeildin [...] vunnin rættindi verða verandi. Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta? Frælsar samráðingar krevja
nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara verður regulerað, hvussu vinnan skal rekast, men hvussu stóran part av árinum hon yvirhøvur kann reka. Hvussu samsvarar tað við liberalu grundsjónarmiðini [...] til vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum. Tað er regulering av kappingartreytunum. Eitt dagamark er nakað annað. Tað sigur ikki: Tit skulu lúka somu krøv. Tað sigur: Tit sleppa bara at reka vinnuna ein [...] leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu leigumálini býta seg millum
hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt [...] Føroyskur úrvalsítróttur avrikar óvanliga væl í mun til okkara fólkatal. Tað staðfestir nýggja frágreiðingin Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut hevur gjørt fyri Ítróttasamband [...] verður ofta sett í samband við lesandi, sum fara uttanlands at lesa. Men skipanin er nógv meira enn tað. Ítróttur er eitt sjálvstøðugt øki, har stuðul millum annað kann fáast til førleikamenning hjá venjarum
til at fylgja við El Niño. Sambært Copernicus hevur hetta hitamynstrið verið sjónligt síðani apríl, og summastaðni hevur talan verið um álvarsligar ella ógvusligar hitabylgjur í sjónum. Metheitt hav Í juni [...] juni var miðalhitin í havinum millum 60 stig sunnanfyri og 60 stig norðanfyri 20,86 stig . Tað er hægsti sjóvarhiti, sum er máldur fyri juni í hesum økinum, tó bert 0,01 stig oman fyri gamla juni-metið [...] afturvendandi náttúrufyribrigdi, sum hongur saman við óvanliga heitum sjógvi í tropiska Kyrrahavinum. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum. Heims
mammu. Síðani hava tað verið vit, sum hava tikið stigini. Og tað fær meg at spyrja: Hvør tekur fyrsta stigið, tá borgarin sjálvur ikki megnar tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi verið í sambandi við [...] ár og hevur lítið álit á øðrum, kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga stórt stig. Sjálvandi skal svarið ikki vera tvingsil. Men tað má finnast okkurt millum tvingsil og [...] alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða