vóru tvey lið á vøllinum, sum stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður. Skálamenn vóru meiri á bóltinum, og Skála ÍF vann seg fram til 9 hornaspørk, og B68 vann seg fram til fýra hornaspørk. Tað vóru fáir [...] B36 og AB og á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað er møguleiki fyri hjá toftamonnum at skava nøkur stig saman, men tað er eisini møguleiki fyri, at toftamenn ikki fara at vinna úrtøku, og at teir harvið vera [...] Hetta var annar sigur á rað hjá skálamonnum, sum hava vunnið fulla úrtøku, síðani teir skiftu venjara. Fyri einari viku síðani var tað hjálparvenjarin Ari Ó. Ellingsgaard, sum hevði ábyrgdina og hevði eldhugaða
við sær, at HB misti møguleikan at taka seg nærri toppinum, nú tað endaði javnt millum tey bæði fremstu í Klaksvík. Og úrslitið ber við sær, at 07 Vestur tók seg frá teimum báðum undir strikuni. HB hevur [...] Vestur vann sínar eftir skjót mótálop. Sum seinni hálvleikur leið, kendu heimamenninir seg noyddar at leggja meiri fyri í strembanini eftir at fáa málið, sum skuldi til at vinna øll stigini. Tað eydnaðist [...] eydnaðist ikk. Vágamenn vístu so sera góðan hugburð. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir ofraðu seg og blokeraðu ofta, tá ið heimaliðið var í atsókn. Fríggjakvøldið fer HB at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og
EB/Streymur vann seg til fleiri góðar støður og upplagdar málmøguleikar, enn gestirnir gjørdu. Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki, og fýra minuttir eftir steðgin legði EB/Streymur seg á odda. Málskjútti [...] vann AB 3-0 í Streymnesi, og síðani vann EB/Streymur 2-1 á Argjum. Í dag hittust EB/Streymur og AB fyri triðju og síðstu ferð í ár. Tað var við Margáir, og tað endaði við, at heimaliðið vann 2-0. Úrslitið
blágula flaggið inn í tingsalin hjá ukrainska tjóðartinginum. ##med2## Hetta var dagin fyri, at Ukraina kunngjørdi seg sum sjálvstøðugt ríki eftir at hava verið partur av Sovjetsamveldinum. Blágula flaggið [...] stong undir einum almennum hátíðarhaldi. Flaggdagurin verður hildin 23. august á hvørjum ári – dagin fyri ukrainska sjálvstýrisdagin 24. august. Í ár verður dagurin aftur hildin, meðan landið er í kríggi
høllini í München.Magdeburg vann dystin greitt 38-31. Í steðginum var Magdeburg á odda 20-15. Hákun stóð seg tó væl. Hann skoraði sjey mál upp á átta málroyndir. HER ber til at síggja ein samandrátt upp á meir
Spinnarínum í Klaksvík arbeiða tey fyri at broyta hesa gongdina. Har verður ullin vaskað, reinsað og spunnin við nýmótans maskinum. Ullin frá hvørjum seyði verður hildin fyri seg, so sambandið við seyðin varðveitist [...] varðveitist allan vegin fram til lidna úrslitið. Í summar hevur Spinnaríið fyri fyrstu ferð havt fastar upplatingartíðir. Bæði føroyingar og útlendingar hava vitjað, og fleiri hava sjálv fingið hendurnar
d krevja nú bindandi trygd frá FIFA fyri, at altjóða fótbóltssamgongan ongantíð aftur letur upp fyri privatum ognarskapi í kappingum sínum. Samstundis siga tey seg hava mist álitið á FIFA-forsetan Gianni [...] ovasta stigi í felagsskapinum, siga sambondini. Tey krevja samstundis, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at ætlanir sum FIFA Forward Enterprise ikki verða tiknar fram aftur. Við hesi ætlanini varð arbeitt [...] FIFA. Ætlanin er nú slept. Norðurlendsku fótbóltssambondini krevja, at FIFA ongantíð aftur letur upp fyri privatum ognarskapi í leiðsluni ella kappingunum hjá felagsskapinum. Vilja hava óhefta kanning FSF
tvey býli fyri hvønn fastbúgvandi í Hesti. Kortini kann Tórshavnar kommuna nú fara undir at gera fleiri grundstykki í bygdini. Kommunan boðaði fríggjadagin frá, at hon kannar áhugan millum fólk fyri at byggja [...] hava fastan bústað aðrastaðni. Fólkatalið í Hesti er minkað nógv seinastu áratíggjuni. Fyri 30 árum síðani búðu oman fyri 50 fólk í bygdini. Nú er fólkatalið komið niður á 17. Tað verður tí áhugavert at síggja [...] sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út í smærri grundstykki, um nóg stórur áhugi vísir seg at vera. Enn er eingin ítøkilig verkætlan gjørd. Tí er heldur ikki avgjørt, hvussu stór grundstykkini
tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Í miðbýnum í Havn var lagið eina løtu í nátt heldur keðiligt, og løgreglan metti tað vera neyðugt at vera sjónlig og sissa fólk, áðrenn støðan menti seg. Tað eydnaðist
bygdi fyri ein stóran part uppá tí fortreyt, at myndugleikar ikki tóku nóg stór atlit, tá ósplit lendið var tikið. Serliga áhugavert var at hoyra fleiri umboð fyri Tórshavnar Kommunu. Tey lýsti seg í sendingini [...] Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir miðvíst fyri at byggja eina Altjóða Fjallasúkklubreyt á fjøllunum við Vesturvarða. Í frámælunum