upplegginum” frá Mette Frederiksen, sum hann pástendur at vera eitt upplegg um loysing. Men tá hann verður spurdur av journalistinum, hví man ikki handlaði í 2023, so kann hann bara geva núverandi landsstýrismanni [...] landsstýrismanni, neinei – man má ikki tosa ringt um Tjóðveldi, hóast tey tá eins og vanligt eru handlingslamin. Men tað, sum man serliga eigur at bíta merki í, er hetta: EBS avtalan hjá EFTA umfatar ikki [...] av EFTA, tá EBS-avtalan ikki umfatar fisk! Harafturat eru Noreg og Ísland okkara kappingarneytar, sum ikki vilja hava okkum at gerast partur av EFTA. Illusjónin hjá Jóannes Eidesgaard er, at einki ber
stórt inntrykk á meg. Tá ið kvinnur, sum skulu eiga, noyðast inn á eitt hotell fyri at fáa køling, er hitin ikki longur bara eitt samrøðuevni. Tað, sum fyrr varð roknað sum nakrir heilt óvanliga heitir dagar [...] veðrið ein einstakan dag. Talan er um, at miðalhitin á allari jørðini hækkar trý stig. Á landi, í stórbýum og meðan hitabylgjur leika á kann hækkingin vera nógv størri. Paríssáttmálin setti sum mál, at [...] gjørligt. Føroyska loysnin tykist sostatt vera, at vit skulu gevast at brenna olju, sum vit kundu sloppið undan at brent – og samstundis finna meira olju, sum onnur so kunnu brenna. Hetta meðan klimagranskarar
verkætlanirnar ikki bara geva 18 nýggjar bústaðir, men eisini vera við til at skapa størri rørslu og fleiri møguleikar á bústaðarmarknaðinum sum heild. At tvær lokalar fyritøkur velja at gera so stórar íløgur [...] hevur verið sjónligur í eina tíð. Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi, og frá teimum, sum longu búgva her, men ynskja ein annan og kanska minni bústað. Nýggju verkætlanirnar eru tí [...] bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu búgva í kommununi, flyta úr einum størri sethúsi í ein minni og nýggjari bústað, kann tað samstundis hava við sær, at fleiri sethús koma út
Hvussu kann Vitlíki brúkast til at konstruera egna vitan? Men, hvussu kann Vitlíki, sum er komið fyri at vera, so brúkast, uttan eina konflikt? Einari konflikt slepst ikki undan, men Vitlíki kann stuðla [...] egna fakliga vitan má ein innlæring til við undirvísing og frálæru, og bøkur og greinar mugu lesast, uppgávur loysast o.a. Vit kunnu ímynda okkum ein persón, sum gongur runt sum ein onnur “dátabasa” við [...] - vitan, sum kann leitast fram eftir tørvi. (Øvut ein persónur, sum gongur runt meira og minni tómur fyri vitan innan nærmast alt). Vit føroyingar kenna eisini hetta hugtakið frá teimum, sum virka í n
hvør tunna verður erstattað av einari aðrari. Leakage kann vera stórt, men ikki ein til ein. Minni útboð hækkar prísin, minkar um eftirspurningin og kann minka um leiting og nýggj øki, ið verða funnin. Tí [...] ella borivirksemi. Kann tað hugsast, at oljudreymurin, sum einaferð skuldi fíggja loysingina og nú sambært summum, ironiskt nokk, skal fíggja grøna orkuskiftið, bara er júst tað: ein dreymur? Er hesin dreymurin [...] ikki heldur møguleikan vera nóg áhugaverdan til at koma innar. Og tí okkara dreymur er so ótíðarhóskandi, at tað onga meining gevur. Gera vit tað ikki, ger onkur annað tað bara Ofta verður sagt, at taka
og Rakul - sum málaðu teirra fyrsta almenna vegg í juni - byrjaðu eisini uppá ein vegg í dag. Hesaferð er tað Sinnisbati, sum fær ágóðan av teirra listarligu gávum. Hetta er akkurát tað, sum vit hopaðu [...] vinarbond og hugskot eru fødd. Bara good vibes frá byrjan til enda Tað byrjaði við einum málsetningi sum æt tríggir veggir. Tað endaði við 13 verkum, og enn fleiri verkum sum avleiðing av We Need Art, nýggj [...] Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til
vnd Løgtingsins, sum í løtuni viðgerð uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at hækka orkuískoyti, inntøkumørk og ognarmørk. Tølini fevna bara um tey, sum formliga hava søkt. Fólk, sum ringja til Almannaverkið [...] velja ikki at søkja, verða ikki skrásett. Tað veruliga talið á húskjum, sum hava kannað møguleikan, men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski orkuískoyti og 285 noktandi svar. Í 2025 [...] foreldrum, sum eru lesandi, sjúk, farin frá hvørjum øðrum ella rakt av brádliga íkomnum fíggjarligum trupulleikum. Stuðulin skal vera lættur at fáa Barnabati heldur eisini, at skipanin eigur at vera einføld
hoyra ikki saman.
Sum í so nógvum øðrum málum, so hevur tað eisini í hesum føri verið áhugavert at eygleitt politiska handverkið hjá býráðsmeirilutanum. Elsa Berg lurtar sum vant bara eftir sær sjálvari [...] tini á Vesturvarða aftur fyri býráðið, so býráðið kann viðgera og taka støðu til hetta av nýggjum. Siga ikki sanna søgu Tað eru røddir í býráðsmeirilutanum, sum hava ført fram á fundum, at andstøðan skal [...] aftur. Vit stuðla einari nýggjari súkklubreyt á øðrum stað, og neyðugu pengarnir eiga at vera játtaðir sum skjótast, so súkklubreytin er klár at taka í nýtslu til oyggjaleikirnar.
Tróndur Sigurðsson,
býráðslimur
mangla. Í apríl fekk Anna Røskva boðini, hon skuldi vera við í sendingini. - Eg ferðaðist tá telefonin ringdi, eg hugsaði at hatta kann ikki vera tey, men so var. Anna Røskva er sera takksom fyri at hon bleiv [...] Røskva bakar einfaldar, og litríkar køkur. Henni dámar best køkur sum hava ein frískan smakk, og ikki eru ov søtar. Hon hevur lært nógv av at vera við í sendingini. - Eg eri blivin betur til at baka, og havi [...] við, hon hevði verið so errin og fortalt øllum um hetta. Mamman er kortini við á annan hátt, Anna Røskva er í troyggju síni til føroyska búnan. Hetta er ein serstøk troyggja, sum mamman bant uttan uppskrift
inum. At lata teir doyggja út, so at vit bara eina hava ein sterkan miðil, sum fær einkarætt upp á at ger av, hvat hevur ein samfelagsligan týdning, kann ómøguligt vera í áhuga hjá politisku skipanini [...] verkætlanir, sum ein nevnd, ið var mannað við fólki, sum fyri størsta partin, ikki vóru miðlafólk, skuldi góðtaka, annars varð fíggjarliga grundarlagið rykt undan teimum. Hetta er ein skipan, sum hevur virkað [...] verkætlanir, sum vórðu skrivaðar í 2023, ella fyri trimum árum síðani. Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir eru nú. Ístaðin fyri at gera tað, sum er endamálið