avlopið millum annað ein avleiðing av ófriðinum millum Iran og Ísrael, sum hevur trýst oljuprísin upp. Greiningin fevnir um tíðarskeiðið fram til endan av juni, sum er fyrsti heili roknskaparfjórðingur [...] februar. Feløgini, sum eru við í greiningini, eru Aramco, BP, Shell, Equinor, TotalEnergies, Eni, Chevron og ExxonMobil. Hægri oljuprísir hava givið feløgunum munandi størri inntøkur, samstundis sum óvissan á
av ápostlum ella halgimennum við posabók vóru vanligar í 15. og 16. øld. Hetta samsvarar væl við tíðarfestingina av standmyndini av Mariu og Jesusbarninum, sum varð funnin í útgrevstrinum fyrr í summar [...] eisini høvi at síggja rúnasteinin og aðrar forkunnugar forngripir frá útgrevstrinum á Sondum á Sandi. Nærri kunning kemur seinni. Útgrevsturin á Sondum heldur eftir ætlan fram í juni 2027, tá fornfrøðingar [...] nógv spennandi í ár. Á Tjóðsavninum siga tey, at okkurt serligt kemur altíð undan kavi síðsta dagin – og soleiðis var eisini hesa ferð. Undir einum koppaðum steini í kórinum við eysturveggin varð partur av
kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (2) 12 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (3) 15 mánaðir: Meslingar, fárasjúka og reydlingar (1) 4 ár: Meslingar, fárasjúka og reydlingar (2) [...] ikki halda fram at koppseta. Tilmældar koppsetingar Heilsustýrið mælir til, at børnini fylgja barnakoppsetingarætlanini, sum er henda: 3 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk [...] lag. Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar hjá øllum børnum millum 0 og 12 ár fáa eina áminning gjøgnum Vangan tvær vikur áðrenn, barnið eigur at fáa eina av tilmældu kop
falskt navn og falska vangamynd og lokkar m.a. við peningi og gávum ella trýstir barnið at senda kynsligar myndir. Kann løgreglan fáa upplýst, hvør IP-adressa varð nýtt, og nær sambandið fór fram eru sannlíkindi [...] almennum savni, har ein og hvør myndugleiki kann leita eftir egnum ynski. Tær skulu liggja vardar hjá fjarskiftisveitarunum. Atgongd skal vera knýtt at einari ítøkiligari løgreglukanning og teimum treytum, sum [...] verja bæði privatlívið hjá borgaranum og børnini móti pedofilum á netinum. Tað gera vit við avmarkaðum upplýsingum, tryggari varðveitslu, greiðum reglum, eftirliti og fastari striking eftir ávísa tíð. Sum
bæði í Panama og Brasil, og at írskir eftirlitsmyndugleikar høvdu kannað skipið og mett tað vera sjóført, áðrenn tað kom til Íslands. Løgfrøðingar hjá felagsskapinum arbeiða nú við málinum og ætla at seta [...] ræðið á skipinum, handtóku manningina og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum. – Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult [...] rðini. Watson og manningin avgjørdu tí at sigla inn um íslendska 12 fjórðinga markið fyri at møta hvalaveiðiskipunum. Hann sigur, at øll umborð vistu, at tað kundi enda við handtøkum og atgerð frá myn
atløgu varð dysturin útsettur frá leygardegnum og til mánadagin, og so varð hann spældur í dag. Næstbesta liðið hjá Víkingi var seinnapartin í Trongisvági, og teir í Eysturkommunu høvdu øll stigini við sær [...] eru fimm stig fram til toppliðið B71, og tað eru fýra stig aftur til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi. TB er á fimta plássi við 29 stigum. Sunnudagin fer TB at spæla á útivølli ímóti HB, og Víkingur fer [...] minuttir eftir steðgin legði Víking framum 1-0, og hann skoraði hini bæði málini, tá ið Víkingur legði seg á odda 2-1 og 3-1. Samudeen Musah javnaði til 1-1, og Aron Arnholdsson minkaði um munin til 3-2.
brotsteiginum, og tað sang í netmeskunum. KÍ tveitti alt fram, og einaferð bjargaði Ingi Arngrímsson á málstrikuni, og eina aðra ferð stórbjargaði Bárður á Reynatrøð. Jóhan Petur Poulsen og víkingar, ið [...] fyrstu smáu tíggju minuttunum – var omaná. Víkingarnir arbeiddu væl og nógv, og tað bar støður í KÍ brotsteiginum og málmøguleikar við sær, og lítla løtu undan steðginum fegnaðust tey í ljósabláu leguni um [...] rann fram og smekkaði bóltin upp í nettakið, meðan teir myrkabláu hugdu at. KÍ megnaði ikki at svara aftur, og so var tað sjey minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, at miðvallarin og gøtumaðurin
Ljósfest var eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um el-verkið [...] a í Vági. Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti [...] 14. august og endar sunnukvøldið 16. august. Heiðran av vágbingum Byrjað verður í kvøld fríggjakvøld 15. august kl 19.15 í teltinum, har heiðran av vágbingum verður á skránni. Býráðslimir og borgarstjórin
staðið fast og stendur framvegis fast undir ógvuliga stórum trýsti. Vit fara at standa saman við tykkum. Mette Frederiksen legði dent á, at danska ríkið er eitt fullveldisríki og limur í bæði ES og Nato. – [...] nýggjari ES-ætlan fyri Arktis, sum verður løgd fram í heyst. Á tíðindafundi í Nuuk í dag gjørdi hon samstundis greitt, at ES stendur saman við Grønlandi og Danmark í kjalarvørrinum á hóttanunum frá amerikanska [...] – Vit standa saman við Grønlandi og Danmark. Framtíð Grønlands er upp til Grønland at gera av – ikki onnur, segði Ursula von der Leyen. Hon legði dent á, at landaøki og fullveldi eru grundleggjandi meginreglur
tíggju bilmerkir, teirra millum Volkswagen, Audi og Porsche. Týski bilrisin er undir stórum trýsti. Amerikanskur tollur, skiftandi eftirspurningur eftir elbilum og serliga harða kappingin frá kinesiskum bil [...] vísir á, at bæði verksmiðjan, arbeiðsplássini kring hana og undirveitararnir eru drívmegin í øllum økinum. Nevndin hjá Volkswagen, har bæði starvsfólk og partaeigarar eru umboðað, hevur einmælt góðkent ætlanina [...] Leiðslan og fakfeløgini hjá Volkswagen eru komin ásamt um eina umfatandi umskipan av samtakinum, skrivar AFP. Volkswagen hevði longu ætlanir um at skerja 50.000 størv, men nú eru 50.000 størv afturat løgd