milliónir krónur minni í 2024 í mun til undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin [...] nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða [...] vørum og tænastum Nýskapan av arbeiðsgongdum er vanligari enn vøru- og tænastunýskapan bæði her í Føroyum og í øðrum londum. Nýskapan av arbeiðsgongdum er ein nýggj ella betra tilgongd til eitthvørt virkisøki
súkklað í Havn. Kappast bleiv í Vágunum ídag. Teinurin, ið bleiv súkklaður var millum FK í Miðvági og Flogvøllin. Flatari teinur, og betur teinur til Einkultstart, finnist næstan ikki í Føroyum. Súkklarar [...] Vágunum, í morgin í Norðoyggjum. Kappingin í morgin byrjar klokkan 18, og í morgin verður súkklað úr Klaksvík, til Viðareiði, til Árnafjarðar, til byrgingina til Haraldsund, og so á mál við Effostøðina í Klaksvík [...] sum í dag gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Tættari var millum silvurið og bronsuna. Andrass Joensen gjørdist nummar trý, og munurin millum Bergtór og Andrass var ein góður hálvur minuttur. Í dag í Vágunum
Áhugin fyri padel er vaksin nógv í Føroyum, og nú verður ein nýggj padelmiðstøð gjørd á Hjalla. Í høllini verða fýra dupultbanar og ein singlebani. Harumframt verða lounge, barrdiskur, útsýnisøki og eitt [...] eftir ætlan, verður latið upp um fáar vikur. Síggj myndirnar og les meira um ætlanirnar í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum. ##med2##
síðan seinastu uppgerðina. Í 2013 var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta gøtan í Føroyum. Síðan hevur nógva íbúðarbyggingin á Karlamagnusarbreyt flutt fremsta plássið longur niðan í Hoyvík. [...] árini. Í uppgerðini við árslok 2023 búðu 467 fólk í gøtuni. Eitt ár seinni var talið komið upp á 550. Tað er ein vøkstur á 83 fólk ella sløk 18 prosent eftir einum ári. Fólkaríkasta gøtan í Føroyum hevur [...] at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð 82 prosent av
so effektivur sum gjørligt ikki nýttur í fiskiskapi undir Føroyum, vísir hon á í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hon leggur afturat, at føroysk skip undir Føroyum ikki hava loyvi at fiska við tveimum [...] spyr eisini, hvørjar avleiðingar ein slíkur fiskiskapur kann hava fyri umhvørvið og fiskastovnarnar. Í hesum sambandi vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá møguligari ávirkan á djúpvatnsfiskiskapin [...] tveimum trolum, samstundis sum útlendsk skip undir Føroyum eftir hennara upplýsingum kunnu fáa slíkt loyvi. Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 19. august.
Tjóðsavnið fór fyrr í vikuni undir umvælingararbeiðið á Skansanum í Havn. Arbeiðið er neyðugt, tí partar av gamla múrverkinum, serliga í innara skansavollanum, eru í so ringum standi, at vandi er fyri [...] fyritøkan Basalt stendur fyri sjálvum múraraarbeiðinum. - Í sambandi við fyrireikingarnar hevur Hans Chr. Frederiksen frá Nordisk Konservering verið í Føroyum og lagt lag á, hvussu arbeiðið skal gerast, og hvussu [...] inntriv framd. Leysar fugur verða tiknar burtur, og hol í múrverkinum verða fylt við hóskandi gróti og klípum, og nýggjur mørtil verður lagdur í fugurnar. Sagt verður, at ein hydrauliskur kálkmørtil, sum
Fyrrverandi løgmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen, sum sjálvur hevur skerdan førleika og situr í koyristóli, er formaður í áhugafelagnum Koyristólur – skerdur førleiki. Hann hevur nú vent sær til Heilsutrygd við [...] formaður fyri áhugafelagið Koyristólur – skerdur førleiki spyrja, um allar kommunulæknaviðtalur í Føroyum hava nøktandi atkomumøguleikar, ella sagt á annan hátt: Sleppa okkara limir á WC, um tey vitja sín
017 í tali fyrsta juli og eru sostatt ein fjórðingur av øllum føroyskum húskjum. Samanlagt telja hesir báðir bólkarnir 10.596 húski. Tað merkir, at í meira enn helvtini av øllum húskjum í Føroyum býr [...] Talið á húskjum í Føroyum er nú komið upp um 20.000. Fyrsta juli vóru 20.064 húski í landinum, og tað eru 187 fleiri enn við ársbyrjan. Til samanberingar vaks fólkatalið við 603 fólkum sama tíðarskeið [...] fólki eru tann størsti einstaki húskisbólkurin. Í 5.579 húskjum býr eitt fólk einsamalt. Tað svarar til 28 prosent – ella meira enn fjórða hvørt húski í Føroyum. Næststørsti bólkurin er húski við tveimum vaksnum
vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya [...] Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fó
Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni. Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin í Danmark. – Vit gleða okkum [...] gestum okkara at royna eina av mest virðisløntu burgaraupplivingunum í Danmark, sigur hann. Hungry Dane verður á Streetfood Føroyar í dag, í morgin og hósdagin – frá 18. til 20. august. ##med2## ##med3## ##med4##