morgin. Sambært lógini um eftirløn, skulu øll sum ikki hava nátt fólkapensjónsaldur, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, spara saman til egna eftirløn. Kravda uppsparingin er nú komin uppá 12 prosent [...] Eisini spyrji eg, um ætlanir eru um at gera broytingar viðvíkjandi avkasti og gjøgnumskygni? Tá vit við lóg krevja, at øll sum arbeiða skulu spara upp ein so stóran part av lønini til eftirløn, so mugu strong [...] Eisini hava atfinningar verið um, at avkastið hjá føroysku pensjónsfeløgunum hevur bara verið góða helvt av tí, sum donsku pensjónsfeløgini hava havt í avkasti. Eg spyrji tí eisini landsstýrismanni, um nakað
vænta vit ofta bæði høga góðsku og lágan prís. Vit vilja hava tónleikin. Vit vilja hava festivalarnar. Vit vilja hava felagssangin. Vit vilja hava teir føroysku sangirnar, sum børnini læra, og sum vit sjálvi [...] mentanarlívinum betri karmar, eiga vit eisini at tora at hyggja at tónleikinum. Vit elska úrslitið Vit eru errin av føroyska tónleikalívinum. Vit vísa festivalarnar fram. Vit elska felagssangin á ólavsøku. [...] víst í sjónvarpinum. Vit fegnast, tá føroyskir tónleikarar gera vart við seg uttanlands. Vit vilja hava nýggjar sangir, góðar konsertir og føroysk nøvn á stóru pallunum. Men vit hava hug at taka alt arbeiðið
Børn undir 15 ár skulu ikki sleppa at brúka sosialar miðlar sum TikTok og Instagram í Danmark. Í morgin sendir danska stjórnin uppskot til nýggja lóg til hoyringar. Tað upplýsir Christina Egelund, dig [...] november 2025 gjørdi avtalu um 15 ára aldursmark, var ætlanin, at foreldur kortini skuldu kunna loyva børnum niður í 13 ára aldur at brúka sosialar miðlar. Hetta undantakið er nú strikað úr lógaruppskotinum [...] undantak. Sambært Politiken bendir nógv nú á, at breiður politiskur meiriluti verður fyri nýggju lógini. Umframt stjórnina eru Venstre og Konservative við í avtaluni. Skulu verjast móti skaðiligum innihaldi
Tey eru ymiskir partar av sama máli. Skulu Føroyar gerast meira matsjálvbjargnar, hava vit tørv á fólki, sum duga at velta til sín sjálvs og sínar familjur. Vit hava tørv á felagsskapum, har vitan og royndir [...] tilfeingi í Føroyum. Um Føroyar í framtíðini skulu kunna framleiða ein størri part av sínum egna mati, er tí eisini neyðugt at hugsa um matframleiðslu, tá avgerðir verða tiknar um, hvussu lendið verður [...] royndir verða bornar víðari. Vit hava tørv á at verja ta jørð, sum kann brúkast til matframleiðslu. Og vit hava tørv á sterkum føroyskum grønmetisbóndum, sum kunnu framleiða mat til okkum øll. Tað er í
ynskið um betri marknaðaratgongd til ES fyri liðugt virkaðar fiskavørur. – Hetta var eitt høvi til at styrkja samstarvið og enn einaferð gera vart við trupulleikan, sum vit hava av, at vit ikki hava nóg góða [...] ígjøgnum alla skipanina hjá ES. Tá tað snýr seg um marknaðaratgongd, skulu limalondini eisini semjast um, at hetta er rætt at gera, sigur hann. Løgmaður hevur nú gjørt ovastu leiðsluni í ES vart við føroysku [...] dent á føroyska ynskið um størri uttanríkispolitiskar heimildir. – Tað góða er, at eg kann vísa á, at føroyska politiska skipanin stendur saman um hetta ynskið, samstundis sum nýggja danska stjórnin hevur
fleiri veðurlagsrættarmál. Tá vit í dag tosa um eina møguliga føroyska oljuvinnu, tosa vit tí ikki um somu vinnu, sum vit droymdu um í 1990’unum. Vit tosa um íløgur, sum skulu bera seg í fleiri áratíggju [...] og etiska spurningin um, hvønn heim vit vilja lata frá okkum. Ótíðarhóskandi politiskir dreymar Í seinastuni hava føroyskir politikarar nærmast staðið í kø fyri at tosa um dreymin um føroyska olju og gass [...] sama um, at oljuleiting nú er ólóglig. Men spurningurin um fossila framleiðslu er, umframt at vera politiskur og búskaparligur, eisini er rættarligur. Tað snýr seg eisini um skyldurnar, lond hava mótvegis