pylsur, kaffi, te og ymiskt annað. Tað er Regin Jørgensen, sum hevur listaframsýning. Klokkan 13 byrjar eitt rullandi vatnkríggj, sum varar til klokkan 14.30, og tað er Sands Sløkkilið, sum bóðar av. Byrjað [...] leygardagin lata bæði Café Retro pg Café 58 upp, og frá klokkan 14 kunnu køkubitar hjá Sigrid leypast í lítla tjaldinum. Seinnapartin leygardagin verður eisini høvi at lurta eftir hugleiðingum í ovaru hæddini
bátum í bólki 5 B er vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í fyrra hálvári 2026. Samstundis er miðalprísurin fyri fiskin hækkaður úr 18,86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum er tað økta virksemið [...] at talan er um óbrúktar fiskidagar, tí allir fiskidagar í bólki 5 vórðu brúktir í 2025. Meginfelagið heldur, at bólkur 5 B ikki er nakað einaumboð fyri útróðrarvinnuna, men í stóran mun er mannaður við [...] fyri 2026. Endamálið er, at bátarnir kunnu halda fram við fiskiskapinum longur út á árið. Óttast, at skipanin verður skeiklað Ein høvuðsatfinning, sum gongur aftur í hoyringarsvarunum, er, at uppskotið víkir
bygdum økjum. Harímillum er býurin Murzuq. Stóru sandøkini umgyrða klettaháslættar og brattar hellingar. Tað skapar ein týðiligan mótsetning millum sand, beran hellubotn og tann lítla gróðurin í økinum. C [...] Settafet-háslættin, har nakni hellubotnurin stendur týðiliga fram ímóti appilsingulu sandheyggjunum. Myndin er sett saman úr upptøkum, sum Copernicus Sentinel-2-fylgisveinarnir gjørdu 2. og 7. juli 2026. Smáu grønu
serliga í verjupartinum. – Tað er torført at finna nakað av tilfari um grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska eisini eitt sindur [...] Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin U19-hópurin er savnaður. Vit hava úttikið 20 spælarar, og væntandi koma allar á vøllin. Tó hava vit ikki sent boð [...] møguleikan hesaferð. Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum um eina lítla viku skal spæla venjingardyst ímóti grønlendska A-landsliðnum. Dysturin verður á Dungasandi í Sørvági
lívi í Ungarn. Fyrr í dag upplýsti Sydøstjyllands Politi, at illgruni er um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við, at gentan hvarv. Ákæruvaldið boðaði undan rættarviðgerðini frá, at tað fór at [...] mistonkti persónurin ikki til staðar í rættinum. Løgreglan hevur heldur ikki upplýst, um viðkomandi er handtikin í Danmark ella uttanlands. Málið verður viðgjørt eftir ásetingini í donsku revsilógini um
nebbasild og steinbít, vanliga fisk, sum er minni enn 30 sentimetrar. Ferðingin hjá merktum kópum hevur víst, at teir mestu tíðina halda seg tætt inni við land. Tað er eisini eitt uppvakstrarøki hjá toski [...] kópurin hevur á fiskastovnarnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tað er torført at seta beinleiðis tøl á ávirkanina, tí vistskipanin er so samansett. Í stovnsmetingunum av botnfiski verður eitt náttúrligt [...] burðardyggum grundarlagi. Verandi stovnur er mettur at vera um 60 prosent av tí størsta kenda stovninum. Í 1963 varð stovnurin mettur til umleið 3.000 kópar. Hetta er sama fyrivarnismark, sum havumhvørvis
Leikluturin hjá KÍ í europeiskum fótbólti er av á hesum sinni. Tað er greitt, nú síðsta bríksl hevur verið í Riga, og máltalvan vísir 2-1. Tað er einki at undrast á, at klaksvíkingar eru ógvuliga vónbrotnir [...] fínum skoti eftir innlegg frá Juan Carlos og upplegg frá Árna Frederiksberg, og tá ið heimaliðið so lítla løtu seinni misti ein mann fyri hevnisøku, so var lagt upp til, at tað fór at enda við longdari leiktíð
Christian Skyt. Løgreglan upplýsir ikki, hvat tað ítøkiliga er, sum fólk eru undir illgruna fyri, og heldur ikki, um nakar er skuldsettur. Gentan fór úr heiminum í Hedensted týsdagin. Mikudagin varð hon eftirlýst [...] Sydøstjyllands Politi í einum tíðindaskrivi. – Vit hava illgruna um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við, at gentan hvarv. Eg kann ikki siga meira um umstøðurnar ella smálutirnar av atliti til kanningina [...] hósdagin boðaði løgreglan frá, at hon var funnin á lívi í Ungarn. Fríggjadagin upplýsir løgreglan, at gentan er í varðveitslu hjá ungarskum myndugleikum, meðan arbeitt verður saman við familjuni fyri at fáa hana
Pflugdorf í Bayern í dag. Fingerhakeln er ein gamal siðbundin ítróttur í Bayern og Eysturríki. Tveir menn sita hvør sínu megin eitt borð og krøkja longutong í eina lítla leðurlykkju. Síðani ræður um at toga [...] men trýstið á fingur og hond er stórt. Hjálparfólk standa aftanfyri luttakararnar og taka ímóti teimum, tá annar verður togaður tvørtur um borðið. Kappingin í Pflugdorf er partur av einari gamlari alpusiðvenju
Mathias Voss. Tapið ber við sær, at tað av álvara er trýst á Víkingi í kappingini um europeisku atgongumerkini. Fremsti vegur hjá Víkingi út í Europa er nú sigur í ímóti KÍ í finaluni um løgmanssteypið [...] sigri til HB í Sarpugerði í kvøld. Síðstu vikurnar hevur HB vunnið ímíti NSÍ, KÍ og Víkingi, og nú er tað eitt stig fram til KÍ og fýra stig fram til NSÍ. Sunnudagin fær NSÍ vitjan av AB, og mánakvøldið [...] vinstru sendi bóltin í handara síðunetið. Tað var Aron Benjaminsen, sum við frísparki legði innfyri. Lítla løtu eftir leiðslumálið hjá Víkingi fór Aron Benjaminsen av vøllinum. Sambært dimma.fo fer hann mánadagin