august. Viking Mira, sum kom klokkan átta í morgun og fór avstað aftur nú klokkan 18, er sostatt vitjan nummar 43. Sjey vitjanir eru eftir á skránni. Tann seinasta verður hjá Spitsbergen, sum kemur 29. september [...] dagur við fleiri ferðamannaskipum í Havn, tá bæði World Navigator og World Voyager eru á skránni sama dag. Kelda: Tórshavnar havn.
at eitt avgerandi mál fyri Setrið og Føroyar sum lestrarland er at gerast partur av Erasmus+ nú. Og at ætlanin er, at tey, sum í dag byrja at lesa á Setrinum, kunnu fáa gagn av skiftislestri úti í heimi [...] útlendsk lesandi á sama hátt skulu kunna koma á Fróðskaparsetrið við Erasmus+. Eisini segði rektarin, at sannlíkindi eru fyri, at nøkur teirra fara at fáa gagn av tí nýggja felagsbygninginum, sum er í umbúna [...] umbúna, og sum vónandi verður samtyktur av løgtinginum seinni í heyst. Innleiðslan hjá teimum nýggju Setursspírunum heldur fram alla vikuna, og tey fáa m.a. mentorar, sum eru roynd lesandi, knýtt at sær hesa
skúlanum er tó hitt sama, og í hvørjum flokki eru í mesta lagi 16 næmingar. Lítliskúli hevur millum annað útiskúladag hvørja viku og fimm evnisvikur um árið. Næmingarnir fáa mat hvønn dag, og kvirra og mo [...] Lítliskúli, sum er frískúli og frítíðarskúli í Havn, læt á fyrsta sinni dyrnar upp 15. august í 2016. Tá byrjaðu 25 børn í forskúla og 1., 2. og 3. flokki. Síðani er næmingatalið vaksið, starvsfólkahópurin
Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum. Boðini skuldu vera framd áðrenn klokkan 15 sama dag – tað vil siga innan hálvan annan tíma. Liljan Weihe vísir á, at advokaturin hjá festaranum í málinum [...] Fyrispurningurin byggir á upplýsingar, sum Frihedsbrevet.fo hevði 10. juni í greinini "Stríðið um vatnið til Bakkafrost: Landsstýrismaðurin gav tænastuboð og tók tey aftur" . Sambært fyrispurninginum gav [...] grundgevingar vóru fyri teimum, um freistin upp á hálvan annan tíma var rímilig, og hvar málið liggur í dag. Í viðmerkingunum verður eisini víst á, at Búnaðarstovan ikki fylgdi tænastuboðunum, men í staðin kannaði
Í dag, 24. august, eru 35 ár liðin, síðan Ukraina lýsti seg sum sjálvstøðugt ríki í 1991. Í hesum sambandi varð ukrainski tjóðardagurin markeraður á Christiansborg í Keypmannahavn í morgun. Millum teirra [...] seg sjálvstøðugt frá Sovjetsamveldinum 24. august 1991. Danmark viðurkendi Ukraina sum sjálvstøðugt ríki 31. desember sama ár, og londini stovnaðu diplomatiskt samband í februar 1992. Tjóðardagurin verður [...] teirra, sum vóru við til hátíðarhaldið, vóru Andrii Yanevskyi, sendiharri Ukraina í Danmark, Søren Gade, formaður í Fólkatinginum, og Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra. Hetta sæst eisini á myndunum
Eftir góða hóskvøldið heldur Summar Festivalurin fram í dag við konsertum frá útlendskum og føroyskum høvuðsnøvnum. Rasmus Seebach verður roknaður sum høvuðsnavn á Summar Festivalinum í ár, og hann hevur [...] kvøld klokkan 22. Hann hevur óvanliga nógv útgerð við til Føroya, tí hann ætlar at seta sama stóra show upp í Føroyum, sum hann plagar at hava á donskum festivalum. Fyri mong er Dynamit eitt av høvuðsnøvnunum [...] Jens Marni Hansen. Fyrsta konsertin verður klokkan 19 og tann einasta klokkan 03 í nátt. Silvaland, sum er fyri børnini, hevur opið frá klokkan 15 til 19, og har vera aktivitetir, spøl, undirhald og framførslur
eg saman við lektaranum, Dag Heede, at leita eftir brúkiligum tilfari í donskum bókmentum, ið kundi verða til ein film við queer sum evni. "Manor" var heilt vist besta boðið, sum eisini rópti til himmals [...] søguna hevði Karl Heinrich Ulrichs hugsað og staðsett langt burturi frá meginlandsmentanini, á sama hátt sum Bram Stoker pallsetti Dracula í Transsylvania. Føroyar, henda frumkenda søgnin, trúarheimurin
Þór Ásgeirsson, sambært RÚV. Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein av manningarlimunum kærdi avgerðina, og Héraðsdómur Reykjavíkur [...] Reykjavíkur gav honum viðhald. Hóast dómurin bert fevnir um henda eina mannin, hevur løgreglan avgjørt, at sama skipan skal galda fyri alla manningina. Manningin sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda [...] lítil rættarsiðvenja á hesum øki, og tí ynskir løgreglan at fáa málið roynt í hægri rætti. Seinni í dag verður eisini væntað, at Útlendingastovnurin tekur støðu til, um manningin skal vísast úr Íslandi.
Víkingarnir halda fram í sama sannførandi stíli, sum teir leingi hava havt. Bæði í bestu og næstbestu deildini. Í dag hevði Víkingur í 1. deild vitjan av ÍF, og fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði og inn [...] 3-0. Hóast tað er næstbesta liðið hjá Víkingi, sum dystast við besta liðið hjá ÍF, so gongur tað illa hjá fuglfirðingum at fáa bilbukt við Víking. Í dag hittust Víkingur og ÍF fyri triðju ferð í ár í [...] málskjútti í 1. deild. Átta minuttir seinni var tað Fróði Jarnskor, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0. 16. apríl fylti Fróði 16 ár, og í dag var hann í sínum 14. dysti í næstbestu deildini fyri fyrstu ferð
Rumenia tók í dag eitt sjáldsamt stig fyri at tryggja kølingina av einasta virkandi kjarnorkuverkinum í landinum. Við einari stýrdari spreinging varð ein klettur í Donau sprongdur burtur, so meira vatn [...] verða slongd høgt upp í luftina eftir spreingingina. Endamálið er at byggja eina fyribils byrging, sum skal beina meira vatn inn í ta ánna, har kjarnorkuverkið liggur. Ein av teimum báðum reaktorunum á [...] Hitabylgja og langvarandi turkur hava seinastu vikurnar fingið vatnstøðið í Donau at falla nógv. Sama trupulleika hevur grannalandið Ungarn, har kjarnorkuverkið í Paks eisini er treytað av vatni úr Donau