tosað við Heina í Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya. Hann vísir á, at hendingarnar í ár – og serliga støðan við Grønlandi – hava broytt føroyska sjónarmiðið í verjumálum. Føroyar [...] týðandi í trygdarpolitiskum høpi. RÚV vísir á, at gongdin í Grønlandi í ár hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu stóran strategiskan týdning londini í Norðuratlantshavi hava fingið [...] fingið í nýggju heimsstøðuni. Tað ávirkar eisini støðuna hjá Føroyum og sambandið við Danmark. Heini í Skorini metir sambært RÚV, at hendingarnar í ár hava broytt føroyska hugburðin til verjumál og givið
Í dag byrjar landsins størsta tónleikatiltak. Summar Festivalurin verður hildin fyri 21. ferð í Klaksvík, og áhugin fyri ársins festivali er sera stórur. Sølan av atgongumerkjum í ár er tann størsta í [...] spælir Signar í Homrum á Torginum. Høvuðsnøvn á Vágsbø í kvøld vera føroyski rockbólkurin Hamradun og tyski poppbólkurin ItaloBrothers. Sámal & Benjamin og Alias Morera hava konsertir í Tjaldinum Silvaland [...] í fleiri ár, og tí er møguleiki fyri, at festivalurin verður útseldur. Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum 2026 verður á Torginum klokkan 19 í kvøld, tá ið Tórfríð Tavsen hevur konsert. Hon verður samstundis
snildbrillur í almenna rúminum. Snildbrillur, ella Smartglasses, líkjast vanligum brillum, men hava innbygt myndatól og kunnu bæði taka myndir og filma. Tøknin hevur verið á marknaðinum í nøkur ár, men sambært [...] ella forboði í ávísum støðum. Í viðmerkingunum vísir Bjørt Lind á, at snildbrillur kunnu hava bæði myndatól og mikrofon og kunnu líkjast vanligum brillum. Hetta kann sambært henni hava við sær nýggjar [...] upp. Tí spyr hon, hvørjar lógarreglur í dag gera tað møguligt at taka myndir og filma fólk, sum eru í almenna rúminum, uttan at tey vita av tí. Hon vil eisini hava at vita, um galdandi reglur fevna um upptøkur
starvsfólkafyritøkur og hava tí ikki verið beinleiðis settir í starv hjá flogfelagnum. Teir halda kortini, at teir í roynd og veru hava verið arbeiðstakarar hjá Ryanair og tí hava rætt til somu grundleggjandi [...] vinnurekandi, tá hann fleyg fyri Ryanair undir líknandi treytum. Líknandi mál hava verið fyri rættinum aðrastaðni í Evropa. Í januar í ár kom ein týskur dómstólur til ta niðurstøðu, at Ryanair-flogskiparar á týskum [...] flogskiparar hava stevnt írska lágprísflogfelagnum Ryanair í einum máli, sum er lagt fyri handilsrættin í London. Tað skrivar danski miðilin MobilityWatch við The Daily Mail sum keldu. Flogskipararnir hava verið
Lewis, sum var við á Sjómannadegnum í fjør. Honum bar tíverri ikki til at koma til Klaksvíkar í ár. Teir báðir hava verið fastir gestir á Sjómannadegnum í meira enn 10 ár. Við sær hevur Gavin tveir fyrrverandi [...] vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin. JFK hevur havt fleiri fólk í arbeiði við at gera búðina klára til ókeypis Fish & Chips. Eisini hevur Mark Theaker frá Florigo verið í Klaksvík [...] fólki. Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish & Chips-kokkar úr Onglandi, sum standa fyri at steikja vælsmakkandi matin, saman við fólki frá JFK, sum hava verið við í fleiri ár. Royndir kokkar Royndi
úrslitum. Hondbóltslandslið hava spælt seg til EM- og HM-endaumfør, U21-landsliðið hjá monnum vann HM-bronsu í 2025, og KÍ gjørdist í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsfelagið í einum evropeiskum bólkaspæli [...] bólkaspæli. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum, og Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar í 2025. Greiningin er gjørd av Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðara [...] høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut, IDAN, hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya. Greiningin kemur eftir nøkur ár við fleiri stórum
frá sær í 2020 og fluttu til Kalifornia. Avgerðin varð millum annað grundað á trýstið frá bretsku slaturpressuni og ósemjur við aðrar limir í kongshúsinum. Sambandið versnaði uppaftur, tá Harry í 2023 gav [...] arbeiðandi limir í bretska kongshúsinum. Familjan skal eftir ætlan búgva í einum privatum húsum uttan fyri London. Húsini eru ikki ogn hjá kongshúsinum. Harry og Meghan søgdu almennu uppgávurnar í kongshúsinum [...] skrivaði hann millum annað um ein harðliga samanbrest við William prins. Parið hevur eisini greitt frá sínum trupulleikum við kongshúsið í einari Netflix-røð. Harry og Meghan vitjaðu í juli Charles kong og
ári – dagin fyri ukrainska sjálvstýrisdagin 24. august. Í ár verður dagurin aftur hildin, meðan landið er í kríggi. Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, og síðan hevur blágula flaggið fingið serligan [...] Zelenskyj, var við til hátíðarhaldið í Kyiv saman við ukrainskum hermonnum, politikarum og útlendskum gestum. Við hátíðarhaldið varð eisini mint á tey, sum hava latið lív í verjuni av Ukraina. ##med2## Ukrainski [...] Ukrainski tjóðarflaggdagurin varð settur á stovn í 2004. Dagurin sipar millum annað til 23. august 1991, tá ein bólkur av tjóðartingslimum bar blágula flaggið inn í tingsalin hjá ukrainska tjóðartinginum. ##med2##
kappingar hjá Fifa. Gianni Infantino, sum er á vali aftur í mars næsta ár, hevur tó framvegis stuðul frá stórum pørtum av altjóða fótbóltsheiminum, millum annað frá Afrikanska Fótbóltssambandinum (CAF) og Suðu [...] Tað segði forsetin í Norska Fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, á tíðindafundi í Oslo fríggjadagin. – Vit vilja heita á Fifa-forsetan um at leggja frá sær nú, segði hon. Gianni Infantino hevur fingið
longu tikið. Eisini í Slovakia varð nýtt hitamet sett. Í bygdini Kamenica nad Hronom vórðu 41,4 hitastig máld. Tað er triðja ferð í ár, at hitametið í landinum verður tikið. Hitabylgjan hevur havt stórar [...] Vandin fyri skógareldum er vaksin, og vatnstøðan í fleiri stórum áum er sera lág. Lága vatnstøðan í Donau hevur millum annað gjørt, at kjarnorkuverkið Paks í Ungarn hevur verið nær við at minka framleiðsluna [...] Í Eysturríki vórðu 41,2 hitastig máld í Bad Deutsch-Altenburg nær markinum til Slovakia. Tað er hægsti hiti, sum nakrantíð er máldur í landinum, og metið frá týsdegnum upp á 41,0 stig varð sostatt longu