Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld. Á Víkingavøllinum í Reykjavík tóku Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti ÍBV, ið hevði Ara í Haraldsstovu Petersen í málinum
Dreymurin hjá Gunnari Vatnhamar var at hjálpa Víkingi Reykjavík at røkka deildarspælinum í Conference League áðrenn leiðin gongur til Vejle. Tann dreymurin hongur nú í einum tunnum tráði. Í fyrra røkk [...] Borac Banja Luka høvdu bæði fimm royndir innanfyri málrammurnar, men bosniska liðið var væl neyvari. Gunnar var á vøllinum í 82 minuttir í kvøld. Komandi hóskvøld klokkan 19.30 verður returdysturin leiktur