fyrispurningi spyr hann, hví krav er um, at eitt far skal vera størri enn 20 BT, fyri at siglingstíð við tí kann telja sum góðkend útbúgvingarsigling. Hann spyr eisini, um hetta er ásett í altjóða reglum, [...] hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera undantøk frá 20 BT-kravinum, til dømis fyri útróðrarfólk, sum hava virkað í hárabólmnum sjógvi kring Føroyar. Aðalspurningurin er eisini, um landsstýrið [...] sjónum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á, at fleiri ungfólk seinastu árini eru farin at rógva út við smærri útróðrarbátum. Hann heldur, at fleiri av hesum hava fingið smakkin fyri sjólívinum
undir Føroyum – hava neyvt somu endamál: Tað snýr seg um at verja stovnarnir fyri ovurveiði og at tryggja, at stovnarnir kunnu verða gagnnýttir ár um ár, bæði av okkum og av komandi ættarliðum. Umsitingarætlanir [...] men bara langtíðarveiðireglan (helst tí semja ikki fekst um endurbyggingarætlanina). Tá skipanin varð eftirmett í 2024, varð roynt at fáa semju um at fáa inn endurbyggingarætlanin, sum – eins og við sil [...] er niðanfyri eitt ásett vandamark. Men hóast talan er um skipan, sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endurbyggingarætlan inn í umsitingarætlanina.
ristingum frá klokkan 8:00 á morgni til klokkan 20:00 á kvøldi! Hví er Varðin farin undir brekking og uppfylling av sjóøki, um óvissa er um byggiloyvið? Fyri okkum í Liviligum korum, er tað søtur tónleikur at hoyra [...] heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu um, at Varðin Pelagic nú hevði fingið byggiloyvi. Hvar er kritiski journalistikkurin hjá Kringvarpinum? Kringvarpið hevur havt upplýsingar um stórmálið í 7 mánaðir. Og tá ið [...] Kærustovn. Hví spyr journalisturin ikki beinanvegin nevndarformannin í Varðanum, hví verkætlanin er farin í gongd, um Varðin ikki hevur fingið byggiloyvi? Hví sleppur Varðin at siga, at útbyggingin ikki er byrjað
spyr, nær uppskotið um eina javnviðgerðarlóg verður lagt fyri Løgtingið, og nær væntast kann, at lógin kemur í gildi. Eyðgunn Samuelsen vil eisini hava at vita, um lógin fer at fevna um mismun vegna aldur [...] svara, um komandi javnviðgerðarlógin fer at banna mismuni vegna aldur. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein skrivligan fyrispurning um aldursmismun [...] aldur. Aldur skal sambært henni ikki í sjálvum sær kunna verða grundarlag fyri uppsøgn, um starvsfólkið framvegis hevur neyðugu førleikarnar. Harumframt spyr hon, hvørji grannalond hava lóggávu, sum tryggjar
Andorful, sum økti um FC Hoyvík leiðsluna til 2-0. FC Hoyvík helt tørn um leiðsluna, inntil klokkan var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðina. Tá var tað Kári Johannesen, sum minkaði um munin til 2-1
Myndugleikarnir upplýsa sambært AFP, at nøkur fólk eru deyð, men enn er ógreitt, hvussu nógv talan er um. Á upptøkum á sosialu miðlunum, sum staðbundni miðilin Cyprus Mail hevur endurgivið, sæst ferjan liggja [...] Taşucu. Sambært staðbundna miðlinum koppaði hon stutt eftir fráferð úr Kýpros, eftir at hon var farin at taka sjógv inn. Kýpros hevur verið sundurbýtt síðan 1974, tá Turkaland gjørdi innrás eftir eitt
Nú ætlanin um eina súkklubreyt við Vesturvarða og Rossagøtuna eftir øllum at døma er slept, verður arbeitt við at finna aðra staðseting. Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða [...] Vesturvarða ikki verður gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum. Í staðin er uppskot komið um at leggja breytina í Húsahaga. Ætlanin er send Tummasi Rubeksen, festara í Húsahaga, til hoyringar [...] festaranum hava ongantíð verið fleiri villgæs, lómar og spógvar í økinum enn nú. Eisini er havhestur farin at halda til í Brúnni, hamrinum oman fyri Villingardalsvegin. – Hetta er eitt av teimum einastu støðunum
at gera sjálvmál, tá ið ein hálvur tími var farin. Sum fyrri hálvleikur leið, vóru tað nógvar atsóknir ímóti NSÍ málinum, uttan at tað eydnaðist at økja um heimaleiðsluna. Eftir steðgin var Salmundur Bech [...] undan leikloki staðfesti trivaliga 4-0 heimasigurin. Um eina viku fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, og NSÍ fer aftur næsta leygardag um Suðuroyarfjørð, tá ið dagsskráin verður dystur í [...] onkur ikki so sannførandi avrik, ið fyrr í summar bóru tap við sær, varð ivi sáddur, og tað varð spurt, um FC Suðuroy fór at megna uppflytingina, sum fyrr í ár næstan sá út til at vera avgreiðsluspurningur
fekk í gjárkvøldið fráboðan um fólk, sum vóru farin niðan á Klakk. Fólk høvdu sæð ljós uppi á fjallinum, og tað vísti seg, at talan var um tvey fremmandafólk, sum vóru farin niðan. Veðrið versnaði tó so
minuttir undan leikloki javnaði til 1-1, var spurningurin, um tað fór at eydnast heimaliðnum at skora sigursmálið. Klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið B68 skoraði 2-1 sigursmálið [...] ið teir á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan 70 minuttir í dag avrikaðu sum tað er liðið í bestu deildini verdugt [...] odda. Álopið var í høgru, og uppleggið átti miðverjin Jónas Prior. Nú eiga vágamenn at iðra seg illa um, at teir ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, tí í ein tíma og meiri enn so vóru teir greitt