landamørk og suverenar statir, men við kúlum og bumbum roynir at leggja landaøki inn undir seg. Maðurin, sum við misinformatión, ávirkingarkampanjum, ótta og hybridum álopum roynir at skapa split og ótta í [...] sjóøki. Og eg vil slett ikki síggja russisk skip í føroyskum havnum. At steðga samstarvið við Russland er gott fyri Ukraina, gott fyri frælsa heimin og ikki minst gott fyri okkum føroyingar og Føroyar! Liljan [...] er eitt stríð um, hvørt einaræði, kúgan og ræðsla skal vinna á fólkaræði, frælsi og áliti. Tí er kríggið ikki bert eitt stríð hjá ukrainum. Tað er okkara stríð. Og vit hava øll skyldu til at gera alt tað
smærru og miðalstóru fyritøkurnar eru partur av hjartasláttrinum í føroyska samfelagnum. Um allar Føroyar finna vit smærri fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi, sum dag og dagliga tæna okkara tørvi og ef [...] skjótt. Føroyar hava víst ábyrgd, og hava mist nógv. Mín áheitan á samgongufólk er: hugsið nú um manningina á Akrabergi og øðrum skipum, hvørs livibreyð er uppá spæl. Hugsið um okkara vinnu og búskap. [...] undir egið borð. Og tað er eisini tað, sum vit í Fólkaflokkinum hava arbeitt og arbeiða hart fyri. Millum annað við at føra fram, at bygningskunngerðin eigur at broytast, fáa betri og skjótari mannagongdir
sannlíkt fer at kosta útvið 1,5 mia. kr. – ein íløga, sum er neyðug at fremja komandi 5 árini – tvs. 1,5 milliard kr. yvir 5 ár. Og brúka pengar uppá nýggjan Sildbera innan 10 ár – umleið 80 mió. kr. -Og síðani [...] gjørligt) at binda Føroyar saman, fyri at skapa javnbjóðis møguleikar fyri menning kring alt landið. Hetta er gjørt við Vágatunlinum, Norðoyatunlinum, Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum – og nú er Suðuro [...] Suðuroyartunnilin á skrá. Eins og hinir undirsjóvartunlarnir fer Suðuroyartunnilin eisini at skapa framburð, bæði í Suðuroynni og øllum Føroyum. Suðuroyartunnilin aftur í Løgtingið Um nakrar vikur verður 1.
er 21 ára gamal og kemur úr Klaksvík. Hann hevur umboðað KÍ, ÍF og 07 Vestur. Harumframt hevur Silas eisini umboðað Føroyar á ymiskum ungdómslandsliðum Hann er skrásettur fyri 49 dystir og 4 mál í Betri [...] umboðaði barndómsfelagið KÍ og á veg vestur í Vágar var í Fuglafirði. Skála ÍF og framrættaði spælarin hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Silas Gaard í 2026 og 2027 fer at eiga heimavøll undir [...] Betri deildini, og 61 dystir og 16 mál í 1. deild. Vit ynskja Silasi hjartaliga vælkomnum til felagið og gleða okkum til komandi tvey kappingarárini.
verið løgd í alment partafelag og verðið bjóðað út – um politiskt ynski var um tað. Eg ynski suðuroyingum og øllum føroyingum eina trygga og góða farleið millum Suðuroynna og meginøkið. Men eg kenni meg ikki [...] fyri farleiðina millum Traðardal og Sandvík, og heldur ongin váðameting er gjørd, har tunnilin til Skúvoyar er tikin við. Tí ber als ikki til at samanbera farleiðirnar og slett ikki at taka politiska støðu [...] stór krøv til trygdina, og kostar tí eisini sera nógv – men hædd er ikki tikin fyri hesum í avgerðarnotatinum, og tí er kostnaðarmetingin helst alt ov optimistisk. Heimsins longsti og dýrasti Suðuroyartunnilin
sitatum og myndum. Verkið snýr seg um sambandið millum eina mammu og eitt barn, um sorg og ørkymlan, myrkur og ljós, leitan og tráan, vón og vónloysi, megd og ómegd. Verkið er bæði djarvt og nærlagt, [...] føroyska list og mentan. Og sanniliga um ikki tvey av umboðunum fyri Føroyar hava vunnið, bæði bókmentavirðislønina og filmsvirðislønina! Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum luttók [...] tilnevningar á øllum økjum. Umframt bókmentir og film, so eru tað barna- og ungdómsbókmentir, tónleikur og umhvørvi. Umhvørvistilnevningina og Hugla kemur Margit Stórá meira inn á um eina løtu, men sum land
mát fyri inntøkurnar hjá øllum borgarum og búføstum eindum tilsamans, fer til almenna nýtslu. Tá eru peningaligar veitingar til borgararnar og stuðul til feløg og vinnu ikki tald sum almenn nýtsla, tí hetta [...] kapitalvinningsskatti og tøkugjaldi. Inntøkuskattir, sum fevnir um eitt nú lønarskatt, vinnufelagsskatt og kapitalvinningsskatt, telja 56 prosent av skattainntøkunum. Avgjøld á vørur og tænastur telja 30,7 [...] inntøkan í samfelagnum er. Ein partur av tjóðarinntøkuni eru lønarflytingar og ognarinntøka úr útlondum, og somuleiðis eru lønarflytingar og ognarinntøka í útlond ikki partur av inntøkuni. Tá lagt verður upp fyri
Ein máltið, t.d. døgurði, hjá barnafamiljum, inniheldur annað og meira enn eplir og grønmeti. Og hvørja trygd hava okur fyri, at lættin fer at síggjast aftur hjá øðrum enn søluliðinum? ---------------- [...] har hevur man gjørt av at leggja avgjøld á snús og tubbakk- og takk fyri tað. Men hesi avgjøld burdu verði væl hægri, um hugsað verður um tann stóra og kostnaðarmikla heilsuvandan, sum hesi rúsevni hava [...] árliga til at halda og reka kringvarpssendistøðir, 88 mió. beinleiðis fær Kringvarpið via TAKS frá lurtarum og hyggjarum, stuðul til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari er kr. 785.000 og rakstrarjáttan
meiri ella minni, og løtan tá ið brúgvalagið fer framvið, og hann fer at støkka vesturum, verður framskundað ella útsett. Tað er ikki so ókent, at tað er soleiðis her hjá okkum. Humberto kemur hendanvegin Tað [...] hevur tað beina kós ímóti Føroyum, og vit fara at merkja tað seinnapartin fríggjadagin. Vindurin fer at veksa eystaneftir og fram ímóti kvøldið gongur hann upp í norðan, og so er ilsligt veður allan leygardagin [...] fríggjadagin, 15 m/s, og leygardagin upp ímóti skriði, 17 m/s, av landnyrðingi. Í veðursendingini í sjónvarpinum í kvøld fer hon at siga um veðrið fríggjakvøldið, at vindurin fer at veksa av landnyrðingi
sangir og settlistir beinleiðis av netinum og spar tíð. Sangaskrá: Goym allar sangir og løg á einum stað. Settlistir: Ger og deil settlistir við allan bólkin. Venjingarskipan: Skipað fyri venjingum og boða [...] Føroyar hava eitt sterkt tónleikalív við festivalum, konsertum og einum livandi ungdómsumhvørvi. Nú kemur eisini ein nýggj talgild loysn, sum ger tað lættari hjá tónleikarum og bólkum at finna hvønn annan [...] annan og skipa tónleikatilveruna. Tað eru feðgarnir, Óli á Deild Olsen og Gleb Olsen, sum hava ment Beatnickel, eina app, sum teir vóna, at føroyski tónleikaheimurin fer at taka til sín. Netverk fyri t